Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-11, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. desember 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. desember 2017 · Nr. 144 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDBÓLTUR Hvonndeildin: Pætur Albinus Stríðssigur VB misti eitt lítið fet í odda­ stríðnum, tá ið tær síðsta vikuskifti taptu á heimavølli ímóti einum skerdum VÍF-liði, men tær høvdu ein góðan møguleika fyri at reisa seg aftur longu hetta vikuskiftið, nú tær í gjár vóru á vitjan í Hoyík hjá H71, sum tær tvær ferðir fyrr í ár høvdu vunnið ímóti. Tað gekk sum ætlað fyrstu løtuna hjá VB, sum eftir fyrstu 10 minuttunum vann sær eina 5-2-leiðslu, men síðani kom stígur í hjá báðum liðunum, og sum hálv­ leikurin fráleið var tað heldur H71, ið hevði hug at hála seg innaftur í dystin. Hetta eydnaðist eisini fult og heilt góðar fimm minuttir fyri hálv­leik, tá ið tær javnaðu til 9-9, men seinastu løtuna til hálvleiks vann VB seg tó tvey mál fram um aftur og fór til hálvleiks á odda 13- 11. H71 stóð seg væl í seinna hálv­ leiki, og tað var ikki leingi áðrenn tær høvdu etið leiðsluna hjá VB upp. Um miðan seinna hálvleik stóð á jøvnum, fyrst 18-18 og síðani upp til 20-20, tá ið VB tók sær um reiggj og avgjørdi dystin við at fáa fýra skjót mál á rað og leggja seg á odda 24-20. Hetta tók vónina frá einum annars væl stríðandi H71-liði, sum tá ið til stykkis kom mátti lúta 26- 22. Hetta vóru tvey sera umráðandi stig hjá VB, sum harvið heldur seg inni í oddastríðnum og er á einum jøvnum øðrum plássi við Kyndli, sum tó hevur spælt ein dyst færri. Stórsigur Kvinnurnar hjá Kyndli vóru ósigraðar í seks dystum á rað undan vitjanini í ítróttarhøllini á Skála í gjár, har blaðunga StÍF- liðið tók ímóti. StÍF hevði í seinasta umfari fingið ársins fyrsta stig til høldar um­vegis 19-19-javnleik ímóti H71, men tað var einki sum bendi á, at tær skuldu fara at gera nakað við tað væl styrkta liðið hjá Kyndli. Kyndil legði bragdliga fyri, og longu eftir átta minuttum var støðan 6-1 til Kyndil. Hetta legði lunnar undir eina trygga leiðslu allan fyrra hálvleikin, sum eisini øktist seinastu løtuna soleiðis at Kyndil fór til hálvleiks á odda 19-8. Seinni hálvleikur var meiri javn­ ur, men Kyndil legði tó eitt sindur afturat omaná leiðsluna og vann at enda dystin 32-18. Stóri spælarin hjá Kyndli var Bára K. Hansen, sum nærum gjørdi sum henni lysti. Hon skeyt heili 14 mál. Við sigrinum heldur Kyndil fast við kapprenningina við VB, har bæði liðini hava verið og fram­hald­ andi eru lið um lið á øðrum plássi. Kyndil hevur tó ein dyst tilgóðar í mun til VB. Dýrt tap Kvinnurnar hjá Neistanum hava verið í einum aldudali at kalla alt kappingarárið í ár. Til teirra verju hava tær havt trupla mótstøðu seinastu tíðina, men í gjár høvdu tær so møguleikan at fóta sær aftur, tá ið Stjørnan var á vitjan í høvuðs­ staðnum. Tað gekk sera striltið við mál­skjótini hjá báðum liðunum í fyrra hálvleiki, og tá ið fyrri hálvleikur var út ímóti at vera hálvrunnin var støðan einans 2-2. Stjørnan fekk tó vunnið sær eitt l í t i ð Bæði Kyndil og VB vunnu kravsigrar á útivølli um vikuskiftið, og liðini halda harvið fram við at vera í javnari kapping um at fáa annað FM-finaluplássið saman við suverena VÍF. Neistin fekk hinvegin dýrt tap og er fullkomiliga sett av í FM-stríðnum ODDASTRÍÐIÐ ER ÓBROYTT