mánadagur 11. desember 2017síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. desember 2017 · Nr. 144
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fyri eitt sindur minni enn tveim
um mánaðum síðani endaði før
oyska fótbóltsárið, tá allar tær
bestu deildirnar fóru í ein vetrar
steðg fram til komandi ár. Síðani
tá hevur mest verið at frætt um
yngru landsliðini, ið hava spælt
einstakar dystir, umframt fótbólts
útisetarnar, ið hava verið í gongd
heilt til nú. Men um vikuskiftið var
seinasti føroyski útisetin í dysti í
2017, tá Jóan Símun Edmundsson
spældi fyri OB móti Sønderjyske.
Tí eru teir nú eisini lidnir fyri í ár,
og hava fingið eina vetrarferiu.
Skaðar hava darvað
fleiri profilar
Fótbóltsárið 2017 hjá útisetunum
er sum heild merkt av, at skaðar
hava darvað árið hjá fleiri av teim
um stóru profilunum. Brandur
Hendriksson
Olsen
og
Sonni
Ragnar Nattestad hava mestsum
ikki verið í dysti í 2017, av tí at teir
báðir gjørdust langtíðarskaddir í
vár. Fyrst sleit Brandur Hendriks
son Olsen krossbandið fyri Randers
FC í venjingardysti, og síðani sleit
Sonni Ragnar Nattestad halsinuna
fyri nýggja felag sítt, Molde FK.
Men teir báðir eru ikki teir
einastu, ið hava verið nógv darv
aðir av skaðum. Eisini Jóan Símun
Edmundsson,
Hallur
Hansson,
Finnur Justinussen, Rógvi Bald
vinsson, Heini Vatnsdal og Jákup
Thomsen hava sitið nógv uttan
fyri í ár orsakað av skaðum. Jóan
Símun Edmundsson, ið var flúgv
andi fyri felag sítt, OB, í vár, tá
hann eisini gjørdist toppskjútti,
gjørdist skaddur stutt áðrenn at
danska kappingin skuldi byrja
aftur eftir summarsteðgin. Tískil
misti Jóan Símun Edmundsson
stóran part av uppstartinum hjá
OB til kappingarárið, umframt
fyrstu dystirnar. Tað hevur eisini
verið ein av stóru orsøkunum til,
at tað ikki hevur gingið líka væl hjá
føroyska landsliðsáleyparanum í
heyst, samanborið við í vár. Eisini
Hallur Hansson hevur mist stóran
part av árinum orsakað av skaða.
Hallur Hansson spældi við fullari
ferð fyri AC Horsens fram til
summarsteðgin, tá hann aftaná
landsdystin hjá Føroyum móti
Sveis, varð lagdur undir skurð fyri
eitt gamalt beinbrot í fótinum.
Hetta gjørdi at Hallur Hansson
eisini misti uppstartin til donsku
Superliguna og fyrstu dystirnar,
eins og Jóan Símun Edmundsson.
Í august byrjaði Hallur Hansson
aftur at spæla fyri AC Horsens eftir
skaðan, og gjørdist hann tá skjótt
týðandi partur av liðnum hjá AC
Horsens aftur. Hallur Hansson
var tó so mikið óheppin nú stutt
áðrenn farið var í vetrarsteðg, at
hann aftur gjørdist skaddur. Hallur
Hansson hevur tvey smærri brot í
fótinum, og verður tí úti við skaða
komandi nógvu vikurnar.
Fyrsti steypasigurin
síðani 1998 hjá ÍBV
Hjá føroysku fótbóltsútisetunum
hevur stóra sólskinssøgan í ár verið
avrikið hjá Jónasi Tór Næs og Kaj
Leo í Bartalsstovu í íslendska
felagnum ÍBV. Teir báðir vóru við
til at vinna ÍBV fyrstu steypa
kappingina hjá felagnum síðani
1998, tá teir spældu íslendska
steypafinalu móti Gunnari Nielsen
NÚ ERU
ALLIR ÚTI
SETARNIR
LIDNIR
Jóan Símun Edmundsson var um vikuskiftið seinasti
føroyski útisetin sum var í dysti hetta fótbóltsárið,
tá OB á heimavølli tapti 2-1 móti Sønderjyske.
Hóast einstøk hæddarpunkt eru frá fótbóltsárinum
2017 hjá føroysku útisetunum, fyllir tað tó
nógv meira, at alt ov nógvir av útisetunum hava
verið hart raktir av skaðum alt fótbóltsárið
FÓTBÓLTUR