mánadagur 11. desember 2017síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 11. desember 2017 · Nr. 144
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
og liðfeløgunum úr FH. Dysturin
endaði við einum 1-0 sigri til ÍBV,
har Kaj Leo í Bartalsstovu legði
upp til sigursmálið í dystinum,
og sum heild var ógvuliga eyð
sýndur í finaludystinum. Góða
avrikið í steypakappingini hjá ÍBV
endurspeglaði tó als ikki gongd
ina hjá ÍBV í íslendsku lands
kappingini. Har kláraði ÍBV ikki
fyrrenn í seinasta umfarinum at
sleppa undan niðurflyting, sum
teir leingi vóru hóttir av. Í bestu
íslendsku deildini gekk best hjá
Gunnari Nielsen og FH av føroysku
útisetunum. FH endaði á triðja
plássi.
Fótbóltsárið tvíbýtt
hjá Gilla og Brann
Eitt skifti í summar var stóra
sólskinssøgan hjá føroysku úti
setunum annars avrikið hjá Gilla
Rólantsson Sørensen í norska
felagnum Brann. Brann kappaðist
tá við Rosenborg um fremsta
plássi í norsku deildini, og Gilli
Rólantsson Sørensen taldist mill
um mest eyðsýndu leikararnar í
Noregi. Men avrikið eftir summar
steðgin hjá Brann hekk tó als
ikki saman við gongdini undan
summarsteðginum. Brann gleið
spakuliga longur og longur niður
á stigatalvuni í norsku deildini, og
endin var at felagið endaði á einum
heldur skuffandi fimta plássi í
deildini, í mun til tað, ið varð væntað
í summar. Ringa gongdin hjá Brann
í heyst endurspeglaði eisini avrikini
hjá Gilla Rólantsson Sørensen eftir
summarsteðgin. Gilli Rólantsson
Sørensen
var
ongantíð
líka
eyðsýndur eftir summarsteðgin
sum áðrenn, og móti endanum av
kappingarárinum í Noregi, fekk
Gilli Rólantsson Sørensen eisini
ein smærri skaða. Skaðin gjørdi
at Gilli teir seinastu dystirnar ikki
fekk líka so nógva spælitíð í norska
felagnum.
Viljormur á veg í
Superliguna
Meðan pílarnir eftir summar
steðgin peikaðu skeiva vegin hjá
Gilla Rólantsson Sørensen, hava
pílarnir eftir summarsteðgin peika
nógv rætta vegin hjá Viljormi
Davidsen, ið spælir fyri danska
felagið Vejle BK í næstbestu deild
ini. Tá kappingarárið í summar
endaði í næstbestu donsku deildini,
endaði Vejle BK enn einaferð á
einum skuffandi plássi niðanfyri
miðjuna í deildini. Tað viðførdi at
Vejle BK í summarsteðginum skifti
venjara. Venjaraskiftið hevur av
álvara gagna traditiónsríka danska
felagnum og føroyska landsliðs
spælaranum, Viljormi Davidsen. Tí
nú farið er í vetrarsteðg í næstbestu
donsku deildini, har kappingin
er komin í helvt, liggur Vejle BK
á ovasta plássinum í deildini, og
hevur kós móti bestu donsku
deildini.
Hví so nógvir skaðar?
So samanumtikið er tað, ið hevur
fylt mest hjá føroysku fótbóltsúti
setunum í 2017 tað, at skaðar hava
darvað kappingarárinum hjá alt
ov nógvum av teimum føroysku
leikarunum.
Samanborið
við
nøkrum árum síðani, tá tildømis
Brandur Hendriksson Olsen av
gjørdi
donsku
steypafinaluna,
hava hæddarpunktini í 2017 ikki
verið líka stór. Men hóast tað, eru
tað sjálvsagt fleiri rímiliga stór
hæddarpunktir.
Millum
annað
tað at Jóan Símun Edmundsson
gjørdist toppskjútti fyri OB í
donsku Superliguni, og at Jónas
Tór Næs og Kaj Leo í Bartalsstovu
vóru við til at vinna íslendsku
steypakappingina. Tó kundi tað
blivið til so nógv meir, um ikki
so nógvir útisetar høvdu sitið so
leingi uttanfyri við skaðum í ár.
Og so er spurningurin at enda
helst eisini, hví so nógvir av okkara
fótbóltsútisetum hava verið so
nógv skaddir?
Útisetarnir í 2017:
DANMARK:
Hallur Hansson (AC Horsens)
Jóan Símun Edmundsson (OB)
Brandur Hendriksson Olsen (Randers FC)
Teit Jacobsen (Sønderjyske)
Finnur Justinussen (Fremad Amager)
Heini Vatnsdal (Fremad Amager)
Viljormur Davidsen (Vejle BK)
Jákup Thomsen (Thisted)
René Shaki Joensen (Vendsyssel – fram til summarsteðgin)
Meinhard E. Olsen (Vendsyssel – fram til summarsteðgin)
Hákun Edmundsson (Vendsyssel – fram til summarsteðgin)
NOREG:
Gilli Rólantsson Sørensen (Brann)
Sonni Ragnar Nattestad (Molde FK)
Rógvi Baldvinsson (Bryne FK)
ÍSLAND:
Gunnar Nielsen (FH)
René Shaki Joensen (Grindavík)
Jónas Tór Næs (ÍBV)
Kaj Leo í Bartalsstovu (ÍBV)
Høgni Madsen (Fram)
ONGLAND:
Andrias Edmundsson (Sunderland)
FÓTBÓLTUR