týsdagur 12. desember 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. desember 2017 · Nr. 145
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Broyttu vanarnir hjá kvinn
um seinastu ártíggjuni í
okkara parti av heiminum
benda á, at vandin fyri menn
ing av bróstkrabba er øktur.
Samlaða nøgdin av østro
geni, sum ein kvinna kemur
út fyri í lívinum, hevur týdn
ing fyri, um hon mennir
bróstkrabba.
Østrogen er sum kunnugt
eitt kvinnuligt kynshormon.
Tess meira østrogen - jú,
størri verður vandin. Økta
nøgdin kann viðvirka til, at
vanligar kyknur í bróstinum
verða umgjørdar til krabba
kyknur.
Allar kvinnur framleiða
østrogen, og hetta er náttúr
ligt og eisini neyðugt fyri, at
likamið kann fungera.
Men, ymiskir tættir, sum
hava
við
vesturlendskan
lívsstíl at gera, kunnu ávirka
nøgdina av østrogeni í blóði
num á negativan hátt.
Menning av krabbameini
hevur tó altíð eina osøk í
fleiri ymiskum tættum, sum
hava við arvaeginleikar, lívs
stíl og umhvørvi at gera.
P-bolli og snyril
P-bolli og hormonsnyril økja
um vandan fyri bróstkrabba
í ávísan mun, men lækna
vísundin heldur, at økti
vandin er burtur umleið
fimm ár eftir, at kvinnan er
givin við at taka p-bollar.
Tað
eru
ofta
ungar
kvinnur,
sum
taka
p-bollar,
og
hesar
fáa
sjáldan
bróstkrabba.
Tí
er týdningurin av p-bolla
neyvan so avgerandi.
Kanningar
vísa,
at
hormonsnyril
sum
fyri
byrging fyri skiftisárini eisini
økir um vandan fyri bróst
krabba í ávísan mun. Eftir
skiftisárini veksur hormon
snyril bert um vandan fyri
bróstkrabba, um viðgerðin
verður tvinnað saman við
østrogen.
Viðhvørt verður hormon
snyril brúktur eftir skiftis
árini, tá kvinnur kunnu hava
bløðingarórógv.
Mælt verður frá, at kvinn
ur, sum hava havt bróst
krabba, brúka hormonsnyril,
og hetta er galdandi fyri øll
sløg.
Viðgerð fyri fruktbæri
veksur ikki um vandan fyri
bróstkrabba. Kvinnur, sum
hava verið í hormonviðgerð
fyri barnloysi, eru tískil ikki
í øktum vanda fyri at fáa
bróstkrabba. Tað vísa higar
til størstu kanningar av
sambandinum millum við
gerð fyri fruktbæri og bróst
krabba.
Alkohol økir vandan
Kvinnur, sum drekka alko
hol, eru í øktum vanda fyri at
menna bróstkrabba saman
borið við kvinnur, sum ikki
drekka.
Vandin veksur so hvørt,
sum meira alkohol verður
drukkið, og vandin er hin
sami, antin talan er um øl,
vín ella brennivín.
Flestu kanningar vísa, at
vandin veksur fyri hvønn
lítlan, sum drukkin verður,
og ein lítil svarar í hesum
føri til eitt glas av víni,
eina vanliga øl - ella 4 cl. av
brennivíni.
Vandin broytist nakað við
aldrinum.
Fyri kvinnur, sum ikki eru
komnar í skiftisárini, veksur
vandin við fimm prosentum
fyri hvønn lítlan - og fyri
kvinnur
eftir
skiftisárini
veksur vandin við níggju
prosentum fyri hvønn lítlan.
Hetta merkir eitt nú, at
ein kvinna eftir skiftisárini,
sum drekkur eitt glas av
víni hvønn dag, er í níggju
prosent størri vanda fyri at
menna bróstkrabba saman
borið við kvinnu í sama aldri,
sum ikki drekkur.
Alkohol og østrogen
Tað er av fleiri orsøkum, at
alkohol veksur um vandan
fyri at menna bróstkrabba.
Alkohol veksur um nøgd
ina av østrogeni í blóðinum
hjá øllum kvinnum, og ein
veksandi nøgd av østrogeni
setir kvinnur í ein størri
vanda fyri at menna bróst
krabba.
Haraftrat
er
alkohol
flokkað sum eitt krabba
meinselvandi evnið.
Granskarar
halda,
at
alkohol er orsøk til trý pro
sent av øllum bróstkrabba
tilburðum í Evropa.
Men, eitt nú danskar
kvinnur
drekka
í
miðal
meira enn aðrar evropeiskar
kvinnur, og tí er hugsandi,
at alkohol helst er orsøkin
til ein part av bróstkrabba
tilburðunum í Danmark.
Tal av mánasjúku
Vandin fyri at menna bróst
krabba hongur saman við
talinum av mánasjúkum,
sum ein kvinna fær gjøgnum
lívið. Jú, fleiri mánasjúkur,
tess størri er vandin.
Jú, fyrr ein genta fær
sína fyrstu mánasjúku, og
jú seinni kvinnan kemur
í skiftisárini, tess størri
er vandin fyri at menna
bróstkrabba.
Frágreiðingin er, at tað í
hvørjum mánasjúkusyklus
hendir ein økt gerð av østro
geni, og økta mongdin kann
viðvirka
til,
at
vanligar
kyknur í bróstinum um
gerast til krabbakyknur - ser
liga hjá kvinnum, sum ikki
hava verið við barn.
Orsøkin er, at bróstini
ikki gerast fullbúnað og mót
støðufør, fyrr enn kvinnur
hava verið við barn fyrstu
ferð.
Kvinnur, sum føða sítt
fyrsta barn lutfalsliga seint
í livinum, eru eisini í øktum
vanda fyri at menna bróst
krabba, og hinvegin minkar
vandin, tá kvinnur hava føtt
fyrsta barnið á yngri árum.
At geva bróst
Fleiri kanningar hava víst, at
tá kvinnur geva bróst yvir
eina longri tíð - ja, so minkar
tað eisini um vandan fyri at
menna bróstkrabba.
Ein
sponsk
kanning
hevur víst, at kvinnur við
bróstkrabba,
sum
høvdu
givið bróst í meira enn seks
mánaðir, fingu bróstkrabba
10 ár seinni enn kvinnur við
bróstkrabba,
sum
høvdu
givið bróst í minni enn seks
mánaðir.
Nýtsla av hormonískoyti
eftir skiftisárini veksur eisini
um vandan fyri at menna
bróstkrabba og tess longri,
hormonískoyti verður tikið,
jú størri verður vandin.
Men, tá kvinnur steðga við
at taka ískoyti, minkar eisini
vandin
fyri
bróstkrabba,
sjálvt um kvinnan hevur
tikið hormonískoyti í fleiri
ár.
Ferðslularmur ávirkar
Ein donsk kanning hevur
víst, at kvinnur eftir skiftis
árini, sum liva við larmi yvir
55 desibell frá ferðslu, eru í
øktum vanda fyri at fáa eitt
ávíst slag av bróstkrabba.
Eitt ljóðstøði á 55 desibell
svarar til larm frá einari
vaskimaskinu úr ein metur
fjarstøðu - og jú meira
larmur, tess størri er vandin
fyri krabbameini.
Illgruni er um, at tað er
vánaligi
náttarsvøvnurin,
sum er orsøkin til økta
vandan fyri krabbameini.
Ein møgulig frágreiðing er,
at stutttíðarsvøvnur kann
føra til, at kvinnur verða út
settar fyri ljósi í longri tíð
enn annars, sum so aftur
kann føra til minni nøgd av
stoffskiftishormoninum
melatonin, sum hevur eina
røð
av
týdningarmiklum
anti-krabba eginleikum.
Yvirvekt og royking
Ein stór donsk kanning
bendir á, at kvinnur, sum
roykja, eru í øktum vanda
fyri at menna bróstkrabba í
mun til kvinnur, sum ongan
tíð hava roykt. Kanningin
bendir á, at jú longri og meira
ein kvinna hevur roykt, jú
størri er vandin.
Ábendingin er eisini, at
kvinnur, sum roykja áðrenn
tær fáa fyrsta barnið, eru í
størri vanda fyri at menna
bróstkrabba. Tó er ov tíðliga
at gera nakra endaliga niður
støðu um hetta.
At umgangast yvirvekt,
eru týdningarmiklastu kost
ráðini móti bróstkrabba, og
her verður sagt, at fruktir,
grønmeti og fullkornsvørur
eru ein stór hjálp móti yvir
vekt.
Gransking bendir eisini
á,
at
trevjumikil
kostur
og fullkornsvørur kunnu
virka fyribyrgjandi í mun
til bróstkrabba. Orsøkin er
helst, at kostfiprur í tarmun
um hava lyndi til at binda
hormonið, østrogen, og tískil
verða smærri nøgdir av
østrogeni í ringrás í likam
inum.
Kelda: www.cancer.dk
HEILSA
LÍVSSTÍLUR KANN VERÐA
ORSØK TIL BRÓSTKRABBA
Títtleikin av bróstkrabba er munandi størri í USA,
Kanada og Norðurevropa enn í Asiu og Afrika.
Vandin tykist hava nakað við lívsstílin í vestara
parti av heiminum at gera, tá vandin eisini
økist, um fólk flyta úr eitt nú Asia til USA
Krabbamein hevur altíð eina osøk í fleiri ymiskum tættum, sum
hava við arvaeginleikar, lívsstíl og umhvørvi at gera