Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-12, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. desember 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. desember 2017 · Nr. 145 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 H etta er ein spurningur, sum eg havi fingið frá summum, og tað er eisini ein spurningur, sum eg onkuntíð havi spurt meg sjálva um. Hví vilja vit gjarna halda eitt brúdleyp, sjálvt um vit longu eru gift? Er tað ikki eitt sindur roksut at brúka tíð og nógvar pengar uppá at halda eitt brúdleyp, tá vit longu eru maður og kona? Og er tað ikki eitt sindur ‘vit vilja hava alt’, tá vit longu eru gift borgarliga, eisini vilja signast í kirkju (sum tó ikki verður til nakað,) og eisini vilja halda eina stóra siðbundna veitslu? Stutt sagt so er svarið hjá mær, at sjálvandi mugu vit halda eitt ordiligt brúdleyp, sjálvt um vit longu eru gift. Sum eg áður havi greitt frá giftu vit okkum borgarliga fyri at tryggja hvønn annan og okkara børn og høvdu tískil eisini allatíðina ætlanir um at ‘giftast ordiligt’ við bæði signing ella aðrari ceremoni, brúðarkjóla, stórari veitslu og øllum tí, sum hoyrir til. Orsøkin til hetta er, at eitt brúdleyp í mínum eygum er ein máti at hátíðarhalda kærleikan millum tvey fólk. Tað vil siga, at hendan dagin snýr alt seg um tey, teir ella tær, ið hava valt at gifta seg. Tað er ein dagur, har ein fær møguleikan at gloyma vanliga gerandisdagin og ístaðin leggja dent á kærleikan. Hetta kann ljóða sera ‘cheesy’ og alt ov sveimandi, men samstundis er tað eisini sera týdningarmikið. Og hetta er týdningarmikið, tí at tað er so skjótt at gloyma tann romantiska kærleikan í einum rokutum gerandisdegi har arbeiði, børn, døgurðar, matpakkar, frítíðarítriv og mangt annað fyllir nógv og nærum alt. Eg og Brian hava verið par ein stóran part av okkara lívi. Vit eru bæði 30 ár, hava verið saman síðani vit vóru 16 ár og eiga tvey deilig børn saman. Vit hava eisini sum so mong onnur nokk at síggja til í gerandisdegnum, so tað at seta fokus á kærleikan okkara millum verður ofta sett til síðis. Ikki tað ein mussur og eitt klemm er eisini at vísa kærleika, og tað duga vit væl. Eisini duga vit væl at hugna okkum saman og fara út ein túr, tá barnagentur eru tøkar ella vísa nærveru, meðan børnini sova, men at seta so stórt fokus á okkara kærleika eins og eitt brúdleyp ger, mangla vit at royna og uppliva. Tí halda vit tað vera sera spennandi og gleða okkum nógv til okkara brúdleypsdag, tí tá verður tað nemliga okkara dagur. Samstundis er tað at halda eitt brúdleyp eisini ein máti, har vit kunnu samlast saman við okkara familju og vinfólki og fáa eina hugnaliga løtu við góðum mati, røðum, sangi og øllum tí góða, sum har hoyrir til. Eisini fáa vit møguleikan at halda røðu fyri hvørjum øðrum, og tað gleði eg meg nógv til. Eg haldi tað vera so ótrúliga vakurt og romantiskt at brúðgómurin reisur seg upp frammanfyri øllum gestunum og heldur eina inniliga røðu fyri brúðrini og eisini umvent, at brúðurin heldur eina inniliga røðu fyri brúðgóminum. Og ja, eg veit aftur sera ‘cheesy’, men tað er júst soleiðis eitt brúdleyp skal vera. Tað skal vera alt ov ‘cheesy’, fáa fólk at fella tár og samstundis at flenna og krympa tær, tí í einum brúdleypið skal eingin halda seg aftur. Alt er loyvi, og alt er sera romantiskt. So hví fara vit at halda brúdleyp? Tí at vit stutt sagt vilja sleppa at hátíðarhalda okkara kærleika fyri hvørjum øðrum saman vit familju og vinfólki. KIRSTIN BLOGGAR Hví halda vit brúdleyp? Hetta er frá síðuni brudleyp.fo, sum tú kanst lesa á in.fo Stutt lýsing um meg: Eg eiti Kirstin Joensen, eri 30 ár, eri útbúgvin cand. ling.merc og arbeiði í løtuni í Heilsu- og Innlendismálaráðnum. Eg eri gift við Brian, sum er el- verkfrøðingur og arbeiðir hjá SEV, og vit eiga tvey deilig børn saman.