týsdagur 12. desember 2017síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 12. desember 2017 · Nr. 145
S
jálv haldi eg ikki, at eg eri
ein, sum stressar lætt. Eg
eri nokk so rólig og dámi
væl at hava nokk at gera.
Men eitt sum kann koppa meg
eitt sindur, er um eg ikki hava fult
kontroll. Tí tað dámi eg sera væl. Eg
dámi væl at vita, hvat eg skal gera,
hvat fer at henda og hvar o.s.fr.
Tískil havi eg eisini nógvar listar.
Og eg elski listar, tí so kann eg seta
eitt flugubein við hvørja uppgávur
ella ætlan, tá hon er gjøgnumførd.
So ja, eitt slag av kontroll-freak eri
eg uttan iva, men tá man hevur tvey
smábørn, fulltíðarstarv, eitt ávegis
brúdleyp at planleggja og jólini
nærkast, so er nokk so ringt at lata
vera við at vera tað.
Brúdleyps fyrireikingar eru
so at siga komnar uppá pláss, og
tað er so deiligt. Eg vil siga, at um
vit høvdu havt longri tíð enn 3-4
mðr. at planlagt hetta brúdleypið,
so hevði eg nokk verið eitt sindur
meira stressað. Í mínum føri er tað
væl frægari at hava styttri tíð til
at gera ætlanir, tí so sleppi eg frá
at hugsa alt ov leingi um ymiskar
smálutir, og tí er eisini lættari at
taka avgerðir. Eg meini so við, bara
tað at velja ein ring, sum eg skal
hava á restina av lívinum, vísti seg
at vera ein sera torfør avgerð. Eg
gekk leingi og spekuleraði á, hvat
fyri ein eg skuldi velja, tí tað er
eitt hav av møguleikum. Aftaná
nógvar vikur havi eg so endiliga
valt ein við hjálp frá vinkonum,
manninum og góðum sølufólki, og
eg eri tíbetur sera glað fyri hann.
Maðurin má tíverri bíða við at fáa
sær ein ring, tí at ringfingurin,
sum hann skaddi í hondbólti er
enn hovin. Gita um eg haldi tað
vera irriterandi? Men sum tað er
deiligt at kunna seta eitt flugubein
við ‘at-finna-ein-ring’ uppgávuna.
Hóast eg ikki eri stressað av
brúdleyps
fyrireikingum
enn
tíbetur, so merki eg, at tað er ivaleyst
at gera. Nú tá vit eisini nærkast
jólini, so er eisini alt tað at hugsa
um - jólaveitslur hjá børnunum,
jólaborðhald, føðingardagur hjá
dóttrini, jólagávur, fyrireikingar til
jólini sum heild v.m., men sum sagt
so dámi eg væl at hava nokk at gera,
so eg ivist ikki í, at eg klári at sleppa
mær undan stressinum.
Eg havi eisini fingið at vita
nakrar ferðir, at eg má njóta
hesa tíðina, har vit planleggja
brúdleypið, tí at hana fáa vit
heldur ikki aftur. Eg má eisini siga,
at tað hevur eina vissa sjarmu, tí
at tað eru ikki bara eg og Brian,
sum gleða okkum til stóra dagin,
men okkara familja og vinfólk
gleða seg eisini nógv – summi
nógv meira enn vit høvdu væntað,
og tað er so deiligt og stuttligt. So
ja, eg royni eisini at njóta hesa
planleggingartíð, ið spakuliga ger
okkara brúdleyp veruligt. Og nú
nærkast eisini við fullari ferð, og
vit bæði saman við øllum øðrum
gleða okkum meira og meira.
Men brúdleyps stress? Nei,
einki enn men spyr meg aftur
nakrar dagar áðrenn brúdleypið,
tá vit eru ígongd við at seta borð
upp, pynta hølið o.s.fr. Tá er svarið
kanska nakað annað, men eg vóni
ikki.
KIRSTIN BLOGGAR
Brúdleyps stress
Hetta er frá síðuni
brudleyp.fo, sum tú
kanst lesa á in.fo
Stutt lýsing
um meg:
Eg eiti Kirstin
Joensen, eri 30 ár,
eri útbúgvin cand.
ling.merc og arbeiði
í løtuni í Heilsu- og
Innlendismálaráðnum.
Eg eri gift við
Brian, sum er el-
verkfrøðingur og
arbeiðir hjá SEV, og
vit eiga tvey deilig
børn saman.