týsdagur 12. desember 2017síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. desember 2017 · Nr. 145
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Árni Gregersen
Sjávt um talan var um eina
3. viðgerð í Løgtinginum
týsdagin, so var nógv rokan
undan fundinum.
Tað snúði seg um upp
skotið hjá Høgna Hoydal,
landsstýrismanni, um fyri
siting av sjófeingi. Uppskotið
hevur fingið drúgva viðgerð,
men hetta er so endaliga
viðgerðin í tinginum.
Telvingin í ssamgonguni
hevur verið ógvuslig alla
hesa tíðina, síðani uppskotið
var lagt fram fyrru ferð.
Uppskotið um fyrisiting
av sjófeingi var lagt fram í
seinastu tingsetu, men tá
eydnaðist ikki at fáa semju í
samgonguni.
Tann tilgondin endaði
í summar við, at tingfor
maðurin sendi Løgtingið í
summarfrí. Tað hevði við
sær, at uppskotið fall burtur.
Tað er so lagt framaftur
í hesi tingsetuni, men fram
vegis tykist hava verið tor
ført at finna eina semju, sum
øll 16 í samgonguni og Sonja
Jógvandóttir, uttanflokka
kvinna, kunnu góðtaka.
Sjálvt tíðliga týsmorgun
in var ongin endalig semja í
samgonguni um uppskotið,
men eftir fundarvirksemi
kom semja um flestu lutirnar
í sjálvum uppskotinum og
teimum broytingaruppskot
um, sum samgongan sjálv
legði fram.
Andstøðan hevði eisini
síni broytingaruppskot –
millum 10 og 12 í tali. At so
nógv
broytingaruppskot
vóru á skránni, gjørdi at ting
fundurin var seinkaður einar
tríggjar tímar.
Sonja er við
Eitt mál, sum tók seg upp
eftir tingfundin mánadagin,
var
um
uttanflokkating
kvinnan, Sonja Jógvansdótt
ir fór at taka undir við upp
skotinum.
Hon
hevði
framman
undan gjørt eina avtalu við
samgonguna, at eitt uppskot
hjá henni, um at geva løn
takarum
loyvi
at
draga
limagjald til yrkisfeløg frá í
skatti, skuldi fáa undirtøku
frá samgonguni.
Tá ið atkvøtt var um
málið maánadagin, vísti tað
seg, at samgongan einans
mynstraði 16 atkvøður – eina
ov lítið til at uppskoti var
samtykt.
Hetta
gjørdi
Sonju
Jógvansdóttir firtna. Hon
segði seg ikki vita um tað
loysti seg at gera avtalur við
løgmann, tí hann helt ikki av
talurnar.
Kortini
vísti
tað
seg,
at uppskotið, sum fall tí
Kristin Michelsen, Javnaðar
flokkurin, ikki var á ting
fundi, kann leggjaast fram
aftur nú beinanvegin um
Løgtingið loyvir tí.
Tann avtalan gjørdi, at
Sonja Jógvansddóttir tekur
undir við uppskotinum um
fyrisiting av tilfeingið
Andstøðan royndi
Andstøðqan royndi eisini
at leggja fleiri broytingar
uppskot fram, men tað vísti
seg skjótt, at samgongan
ikki tók undir við teimum.
Andstøðan royndi at gera
eitt
uppskot
saman
við
Kristini Michelsen um hetta
við trimum prosentum, sum
Løgtingið kundi taka inn av
kvotum hvørt ár.
STRÍÐ UM NÝSKIPAN
SAMTYKKJAST AV SAM
GONGUNI Í TINGINUM
ÚR TINGINUM
Seinasta viðgerðin av uppskotinum um fyrisiting av sjófeingi var fyri í tinginum í gjár