Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. januar 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 10. januar 2017 · Nr. 4 Kannabis skal linna krampar og hjáárin Læknar, sum fara at skriva út kannabisheilivág í Danmark, skulu fylgja neyvt við møguligum hjáárinum hjá sjúklingum, eins og teimum er álagt ein skerpað fráboðanarskylda Vilmund Jacobsen Nøkur uppliva, at kannabis betrar um lívsvirði og linnar um vaml undir eitt nú krabbameinsviðgerð. Tað er tó einki greitt svar upp á, hvørt kannabis kann brúkast í viðgerð móti krabbameini, men granskað verður í hesum. Kannabis hevur gjøgnum hundr­- ­aðir av árum verið brúkt til med­is­ insk endamál og sum rúsevni. Nýtsla av kannabis er ólóglig í Danmark, um hetta ikki er heili­ vágur sum lækni letur sjúklingi. Danska krabbameinsfelagið held­ur, at álvarsliga sjúk fólk skulu hava møgu­leikar at fáa kannabis sum heili­vág frá lækna. Tað eru sjúklingar, sum ikki tola ella ikki fáa nóg stóra nyttu úr tí heilivági, sum annars finst í Danmark í dag. Ávirkar meginnervalag Kannabis stavar frá indisku plant­ uni ”cannabis sativa”, sum megin­ part­urin av ymisku kannabis­vør­ un­um verða vunnin úr. Tað eru fleiri ymisk sløg av kannabis­plantum, og kannabis sat­iva verður eisini rópt “vanligur hamp­ur”. Kannabinoidir er aktiva evnið, sum finst í kannabisplantuni, og tað eru fleiri enn 104 ymiskar kanna­binoidir í kannabis. Hesar kunnu ávirka megin­ nerva­lagið og kunnu eitt nú minka um krampar og virka pínulinnandi fyri sjúkl­ingar. Best kendu virknaðirnir við kanna­binoidum eru teir sonevndu psyko­aktivu, ið ávirka atferð og atburð. Medisinskt kannabis hevur verið góðkent sum læknaligur heili­ vág­ur í Danmark síðan 2011 og kann útskrivast av læknum. Heilivágurin verður brúktur til eitt nú at linna krampa hjá sclerosu­sjúklingum og til linna fyri hjáárin við kemoviðgerð. Heilivágur við kannabis verður útskrivaður sum tablettir, dropar, hylki ella sum munnsprey. Kannabis sum læknaligur heili­ vág­ur merkir í prinsippinum, at tað er sjálv urtin ella partar av henni sum er heilivágurin. Læknar fulla ábyrgd Kannabis, ið verður brúkt sum lækna­ligur heilivágur, er dyrkað og framleitt av heilivágsfyritøkum, sum hava fingið eitt serstakt loyvi. Soleiðis er kannabis til læknalig endamál framleitt undir skipaðum viðurskiftum, og læknar eru tískil vitandi um, hvat innihaldið er og í hvussu stórum nøgdum. Heilivágurin er framleiddur utt­ an nýtslu av týningarevnum og inni­haldi av tungmetallum. Dronabinoldropar er ein olja, sum er gjørd úr evnum frá kannabisplantuni, og hesin heili­ vág­ur verður framleiddur á Glostrup Apoteki í Danmark. Tað, sum danir rópa “magistr­ell­ ur” heilivágur, er heilivágur, sum verð­ur framleiddur á apoteki ser­ stakt til einstaka sjúklingin eftir bí­legging frá einum lækna. Læknin, sum skrivar út resept­ ina, tekur sjálvur fulla ábyrgd, tá heilivágurin ikki er góðkendur av Lægemiddelstyrelsen í Danmark. Hetta merkir, at heilivágurin ikki er testaður fyri virknað og hjáárin í sama mun sum heilivágur, ið er góð­kendur. Royndarskipanin Frá januar í ár at rokna gevur ein nýggj royndarskipan í Danmark møguleikar fyri, at kannabis kann útskrivast til nýtslu hjá ávísum sjúklingum. Við hesi skipan verður møgu­ leiki at fáa resept upp á tær meira óvirk­aðu kannabisvørurnar, sum ann­ars eru ólógligar. Talan er um eina fýra ára roynd­arskipan við kannabis til lækna­lig endamál, og her kunnu lækn­ar eitt nú geva sjúklingum resept upp á turkaðar og knústar kannabisplantur í pulvurformi til at koyra í te, olju ella damp. Tað er læknin, ið hevur ábyrgd­ ina av, hvør kann fáa heilivágin úr kanna­bis eftir hesi royndarskipan. Tað er ein politisk viðtøka, sum við royndarskipanini gevur donsk­ um læknum hesar heimildir, og sagt verður, at neyvt verður fylgt við skipanini við atliti til trygd og hjá­árin. Danska stjórnin hevur eisini sett av fimm miljónir krónur av til at granska í virknaðinum av nýtslu av kannabis sum heilivági í roynd­ ar­tíðini. Skerpað fráboðanarskylda Læknar, sum fara at skriva út slík­ an heilivág, skulu fylgja neyvt við møguligum hjáárinum hjá sjúkl­ ing­um, eins og teimum er álagt ein skerpað fráboðanarskylda. Tað verður møguligt hjá sjúkl­ ingum í Danmark at fáa kannabis til medisinsk endamál á vanligum apotek­um og á sjúkrahúsapotekum. Tá royndarætlanin gongur út í 2021, skal skipanin eftirmetast, so­ leiðis at myndugleikarnir kunnu taka støðu til, um skipanin skal ger­ast permanent. Kelda: www.cancer.dk HEILSA Heilivágur við kannabis verður útskrivaður sum tablettir, dropar, hylki ella sum munnsprey Læknin, sum skrivar út resept, tekur sjálvur fulla ábyrgd, tá heilivágurin ikki er góðkendur av Lægemiddelstyrelsen í Danmark