Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. januar 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. januar 2017 · Nr. 4 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Upp undir jól stóð ein digur grein um læknastríðið í Dimmalætting (22. des.). Flott uppsett , heilar seks síður og journalistiskt okey. Avísin skal seljast. Sum einki er at siga til. Arnstein Niclasen Blaðstjórin hevur helst viljað lagt eitt stórbært strok ella lok - við sak­ligum innihaldi - út yvir tann meldur, sum í adventini tók seg upp um mál frá ávísari síðu - eisini um bók mína. Og alt gott um tað. Eg havi lisið greinina við áhuga, sum bara bleiv enn eitt skuffilsi. Einki nýtt kom fram á torg, sum so. Og eg taki hetta ikki persónligt. Kjølbro og andstøðan Fyrst kom fyri ein togtogan um Kjøl­bro og andstøðu partafelagsins í millumkrígsárunum. Nú, lívið ber við sær, at vit halda okkum velja mangt á leiðini; men ofta flýtur okkara politiska støðutakan tó bara í ættarblóðinum (!). Búðamenn vóru/eru framúr hittinorðaðir skemt­arar og ofta javnaðarmenn. Hetta er helst komið av, at Christ­ offur í Búðunum, sum í mong ár búði í USA, har gjørdist hug­tikin av arbeiðararørsluni. Og aftur­ komin kom hann at ávirka ætt og umhvørvið. At Jákup á Bakkanum, bygda- ­ráðs­formaður og løg­tings­mað­ur (Jav.), var ein meiri boysin garp­ur móti JFK, er eing­in loyna. Men hví tað? Møguliga - politiskt/per­són­ ligt/religiøst - ella okkurt annað (øv­und helt onkur) agg. Soleiðis kann lívið arta seg. Men hetta hevði einki við læknastríðið at gera. JFK hótti við at flyta virk­semi úr bygdini – men hvussu ofta hóttu A. P. Møller og Mærsk Mckinney Møller ikki við at flyta úr Danmark, og sum teir framdu? Tí vinnulív og peningarensl vilja yvirhøvur vera har, sum líkindini eru tey fræg­astu fyri at hóra undan. Soleiðis er tað bara. Greinskrivarin Ikki er tað nakað tungt uppdrag at skriva eldri søgu. Ofta slepst við at skriva av úr eldri keldum, og síðani forherligandi at seta sítt egna navn undir. Men við samtíðar søgu er takið nakað heilt annað. Og her fer Hans Andrias Sølvará so logandi skeivur, at hann, eftir mínum tykki, ikki er egnaður at skriva nútíðar søgu. Í greinini um læknastríðið - so langt undan einari nøkulunda niðurstøðu – tá leka allir høvundans fordómar og stikni út millum skins og holds. Tíverri. Og hetta kennist hugstoytt. Og greinskrivarin er ikki hvør sum helst. Hann er dekanur í søgu á Setrinum. Hevur skrivað nógv. Óføra nógv. Og tungt. Kanska ikki alt bestseljarar. Men tað ger minni, tí kostnaðin ber tað almenna. Umframt søgu hevur hann eis­ini skrivað bøkur og greinar um, hvat ið hann sjálvur (?) heldur um ta túsund ára gomlu bókina við svart­ ari permu; sum í øldir – hóast frá­ brigdi í uppfatan – tó hevur verið inni­haldið í lívsáskoðan fedranna og okkara. Alt er útgivið av tí fína forlagi setursins: Fróðskapur, “ Faroe Uni­ versity Press”. Í ritstjórnini eru: Andras M. Mortensen, fm., Zakaris Svabo Hansen og Annika Sølvará, ið eisini er stjóri. Táið ein er lærari á einum hægri lærustovni, har ið óroynd og moyr ungfólk leita sær vitan og ráð, tá má ein vitiliga vera sera vandin og objek­tivur í allari síni undirvísing, sum hann/hon fær løn fyri. Olaf Halvorsen Og hvat fingu vit so her at lesa? Jú, tað sama sjaggið, ein grundleysan vavstur við óseriøsum ákærum. Halv­or­sen var ófriðarkroppurin yv­ir allar, “kundi við síni ivasomu for­tíð, illa fáa starv aðrastaðni, vildi tí vera á Klaksvík...”. Og fyri at krógva seg? Nei, Halvorsen hevði einki skeivt gjørt til sakar ella at fjala. Hetta er bara tann danska politiskt korr­ekta áskoðanin, sum hinvegin hev­ur nógv at fjala. So dossleitt her dagar undan. Og hetta hevur dek­ anurin eftir hesum at døma tikið til sítt tjóðskaparliga hjarta. So harmi­ ligt. Tí hetta er hvørki vísindi/fróð­ skapur ella sannleiki; men nakað konstruerað møsn. Sum enn kemur fyri á miðnámi um landið og nú frá Setr­inum við – og so fjart frá veru­ leik­anum. Sí “Herskin herð­indi” (s. 93-97, 401-402). Halvorsen verður eisini út­spilt­ ur fyri ikki at vilja góðtaka eitt “semingsuppskot“ . Framsett und­ ir stórum trýsti suðuri í Havn. Har hann skuldi avloysast sum lækni, fara av sjúkrahúsinum og ganga fyri einki í fleiri mánaðir (kanska lossa á kaiini ella trilla silda­- tunn­ur?) og búgva til leigu hjá Hák­ uni Djurhuus ímeðan. Nei, Halv­or­ sen skuldi als ikki góðtaka nakra semju, tí hann var als ikki part­ur í málinum. Hann segði bara sum var, at bleiv hann avloystur, so fór hann úr starvinum. Ja, hvat annað? Greinskrivarin avdúkar eitt be­ tent agg til persónin Halvorsen, sum hann yvirhøvur ikki kendi. Men á s. (424-430) eru fleiri ummæli frá núlivandi, sáttligum fólkum, sum væl kendu Halvorsen, og sum rósa honum almikið - bæði sum lækna og persón (Petur Jákup Sig­ vard­sen, Amalia Hansen o.fl.). Jú, “Halvorsen møtti í nazibúna og nazistivlum” til ein fyrilestur, skrivar dekanurin forfardur. Olaf hevði ikki fingið tíð til at skifta klæðir. Hann fekk átalu fyri hetta, sum eingin fekk mein av. Og tað hendi ikki aftur (s. 96). (Men alt kann brúkast í agginum). So langt undan, at nakar visti um týskar illgerðir, var Halvorsen sum studentur limur í tí púra týdn­ingarleysa danska flokkinum DNSAP (3 av 151 á fólkatingi) frá 8. juli 1938, og hann meldaði seg úr flokkinum á sumri 1940 eftir týsku innrásina á Danmark; men bleiv ikki strikaður sum limur fyrr­enn tann 6. januar 1941. Og eftir hetta skutu nazistarnir “hansara fyrr­ verandi vinir” eftir honum í bil­ inum við skørpum - sambært Jørg­ en, soni hansara, ið var við í bilinum (s. 96). Eftir hetta (27 ára gamal) bland­ aði Olaf Halvorsen (1913-1993) seg als ikki upp í politikk. Men fyri hetta unga mistakið bleiv hann for­fylgdur av sínum starvsfeløgum um lond og av 5’arum við fyri lívið. Og summi gera tað enn! (Jú, tann sum er reinur...!) Ungir nazistar og kommunistar Jú, hatta við ”nazi-haminum og nazi-gaggunum” er sera heppið og kostiligt at fáa við í Føroya søgu (!). Tó eingin revsiverd brots­ gerð – tað forstendur hvør høna – tí hvat so við teim donsku polit­ik­ arunum, sum í samhuga við fólkið niðri (kanska í Føroyum við) sum so opinlýst í frekum “dul­ar­búna” samstarvaðu við týska her­set­ ingarvaldið – og lógu skerflatir fyri Der Führer, Hitleri – fram til upp­ reist­urin tann 29. august 1943? Og hvussu við teim ungu naz­ ist­unum og (ambassadu-stein­andi) kommunistunum? Sum ugga­ breið­ir hava sitið og sita fjálgt á tind­um samfelagsins. Skulu vit, av teirra støðutakan á óbúnum aldri, forfylgja teimum fyri lívið? (Báðar hesar øðiligu politisku “ismurnar” týndu mannaættina við uml. 100 milli­ónum av lívlátum – í part!) - ? Nei, hetta verður so ikki gjørt við mín­ari hjálp, vil eg fegin heilsa og und­irstrika her! Undir læknastríðnum vóru fá­ fongdar fyribrigdi í brúki, so sum: Eina super-nationalismu øðru­meg­ in - og so hinvegin: Ein fram eft­ir grúgvu grulvandi undir­brot­ligheit yvir fyri tí danska lækna­fel­agn­ um. Ein skizufrenur hug­burð­ur! Alt sam­an­tvinnað við ein­um lofnaðum politisk­um hand­verki. Soleiðis var tað. Happing og hevnd Støðugt verður júkað um, at minni­ lutin, “5’ararnir”, bleiv happaður. Við stikni vendi eg mær frá slíkum ólagi í bók míni (s. 423-424). Og at minnilutin bleiv hóttur eftir lív­in­ um og jagstraður av bygdini. Men ikki eitt sakligt (faktuelt) dømi verð­ur nevnt, sum avdúkar hetta uppá­haldið. Meðan mong í meiri­ lut­anum blivu ítøkiliga meinslað, av­bard, forfylgd, fongslað og órætt­ víst dømd. Men rørir hetta við dek­ an­in á Setrinum? Og dekanurin hevur um landið hildið fleiri fyrilestrar í mestsum “kom­iskari” prosent-rokning, og hann heldur seg eisini til at skriva Klaks­víkar søgu. Ja, eg meini tað(!). Ja men, í hvørjari forkromaðari, aka­demiskari og veruleikafjarari verð mann hann ferðast í suðuri Havn? Kennir hann ikki ein gang klaks­víkingar upp á persón, ætt ella á fólkaferðini? Og teirra ser­ eyð­kenni? (s. 19-20). Tí ongantíð havi eg higartil hoyrt nakran siga, at “Halvorsen sveik (okkum)so dyggiliga” - tann stóra meirilutan av klaks­vík­ing­un­ um - við at fara avstað úr starv­in­um - uttan frá einum “fimmara” sum Hans Andrias Sølvará. So merkiligt, ha? Tí vóru tað ikki júst “5’ararnir”, sum ynsktu Olaf Halvorsen hagar, sum piparið grør ella longur burt­ ur? So hetta uppáhaldið lekur bara sum soldið! Vóru hesi uppreistrarfólk ? Ført verður fram, at meirilutin av klaksvíkingum vóru uppreistr­ar­ fólk. Olaf Halvorsen var orsøkin til alt stríðið og hevði alla ábyrgdina, og hann royndist mongum klaks­ víkingum ein lúnskur svíkjari. Men, hava vit ikki hoyrt hetta “Jeremiadu-kórið” fyrr? – frá donsk­um embætismonnum, firtn­ um læknum og føroysku/donsku polit­ikarunum - bæði í dur og moll og yvir í falset? So politiskt korrekt! Men tað passar bara ikki, sum her verður júkað. Tað er so langt úti - so fordømandi og óseriøst. At hesir oddvitar og heiðurs­ menn vóru uppreistr­armenn/ófrið­- ar­kroppar: Poul Jákup Olsen (á Dal­inum, so hendinga heiðurs- og hampa­fólk), Viggo Joensen, Poul Skarð­enni (Stellu-Pól), Richard Jacob­sen, Fischer Heinesen, Óla Jákup Jacobsen, Páll Róland Poul­ sen, Einar Waag og onnur? Og at teir brosandi ungu dreing­ irnir og menn (s. 251-250) – sum eru eyðmerktir á myndini við tølum á enninum av dønum – og sum frið­arliga loystu endarnar, tóku land­gongdina frá “Tjaldrinum” tann 21. apríl 1955 - vóru nøkur bar­ trog og búrhundar? Eitt nú vin­ mað­ur mín, Jógvan Jacobsen hjá Andriasi úr Kunoy (heiðurslimur í KÍ), systkinabørnini Kári og Magnus Kjelnæs (tann eleganti half­bakkurin á 66-liðnum), Esmar Poul­sen, Amaliel Hansen, Jákup Purk­hús og Martin Nielsen. Og hjá­staddir vóru Markus Heinesen, KJAK Læknastríðið í Dimmalætting Ein skizufrenur hug­burð­ ur! Alt sam­an­tvinnað við ein­um lofnaðum politisk­um hand­verki. Soleiðis var tað.