Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-09, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. januar 2018síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 10. januar 2017 · Nr. 4 Birni Hansen og Herman Petersen (síðu­vinmaður mín í klassanum øll árini). Hesir hava - mær vitandi - ikki fingið so frætt sum eina park­er­ ings­bót í lívinum! Og frá stýri­ manni á “Tjaldrinum” henda dagin havi eg fingið váttað, at als eingin vandi var á ferð. Tað var fínasta veður, stýriborðssíða at kai, og eftir lítlari løtu fóru motorarnir í gongd, og skipið helt beina leið út á Pollin. Læknafelagið og Halvorsen Í skemdarskrivi læknafelagsins, dag­fest 6. apríl 1953, undirskrivað av landslæknanum og formanni felags­ins, standa hesi høggini: Olaf Halv­orsen fær neyvan starv í Dan­ mark. Hann er óálítandi. Hevur ábyrgd­ina av læknastríðnum (s. 112- 121). Hann skal tí burtur av bygdini. Ann­ars fara læknarnir í Føroyum at siga galdandi sáttmálar upp, og við hesum forða fyri at nýggir lækn­ar fáast til landið! Altso, ein ómetalig og van­lukku­ lig hóttan um - at bumba alt fólkið og landið við aftur í ta myrku mið­ øld­ina – ja men, hvar blivu nú tey dýru læknalyftini av? Og Halvorsen svarar lækna­ felagn­um aftur tann 9. apríl 1953: Eg verði ákærdur og dømdur av mín­um mótstøðumonnum. Uttan jur­idiskt innlit. Men eg eri bara í parti við teim sjúku, og kenni meg fast bundnan av míni samvitsku (av læknalyftinum) at vera verandi her - til eg verði avloystur. Sí egna referat løgmans (s.230- 231), ið varð sent til Hans Hed­toft, forsætisráðharra, frá eini tele­fon­ samrøðu, sum løgmaður hevði við Olaf Halvorsen tann 5. august 1954: O. Halvorsen: “Hvad ønsker De at tale med mig om. Er De patient?” Kr. Djurhuus: “Det er ikke som patient. Det er om den sag, der optager sindene her i Klaksvig, læge­sagen.” O. Halvorsen: “Lægesagen har jeg overhovedet intet med at gøre, det er en sag mellem “folket” og myndig­hederne. Den vil jeg ikke ind­blandes i. Jeg passer mine pati­ enter.” Vit í meirilutanum Fyri okkum, sum fylgdu við tá, var eingin ivi um støðuna hjá Halv­or­ sen: At honum dámdi væl at vera í Klaksvík; men hann var av stýr­ in­um sagdur úr starvi til tann 1. apríl 1953, og at hann tí mátti fara úr hesum starvi, um hann varð av­ loystur. Og tá gjørdist helst eingin vón fyri, at hann kundi koma aftur. Tí hann hevði jú søkt um fast starv við sjúkrahúsið, har hann stríddist og røkti starvið fyri­ mynd­arliga bæði dag og nátt. Ikki minni enn heilar 3 ferðir, søkti hann starvið, men varð vrakaður av tí (ólógliga) sjúkrahússtýrinum. Soleiðis var tað. Og skuldi hann so - til spott og rukku - halda fram við at søkja? Men tann ovurstóri meirilutin í Norðuroyggjum vildi bara ikki av við henda framúr evnaliga lækn­an, eftir at læknadømið í lands­part­in­ um læknaliga hevði verið so sera illa fyri, líka síðani Vagn Stærmose, lækni, doyði í 1949. Tá, og tí, var av heiðursmonnum roynt at ávirka støðuna: Fyrst við eini adressu og síðani við vinaligum samráðingum og við margfaldum áheitanum. Men tann kalda øksl myndugleikanna var sum knívur á hørðum horni: Einans lótir, undanførslur, svik og hóttanir - sum aftursvar. Og tí kom broddur í - ! Nakrir av omanfyri nevndu álv­ ars­monnum stóðu tí forðandi við atløgusíðu og bunkarenda í tøgn, hond í lumma, í passivari mótstøðu mótvegis teim maktsjúku donsku/ føroysku embætismonnunum úr Havn. Tí hetta var teimum eitt so serstakt álvarsmál – upp á lív og deyð! Hetta eigur tí ikki at undra nakran, og tað kann váttast av fólki, sum vóru við frá fyrsta degi av. Hví varð Halvorsen ikki skuld­ settur? Olaf Halvorsen fór líka tign­ ar­liga úr starvinum, sum hann roynd­ist sum lækni (s.273-274). Og hann varð væl vitjaður seinni und­ir “Boganum” í Kjøpinhavn av sín­um vinum úr Klaksvík. Og tey vóru væl móttikin. Og Halvorsen fekk hinvegin ríkiligt at takast við sum lækni – mest sum ovmikið – sam­bært vinarliga bræv hansara til Fischer í fongslinum, dagfest 9. febr­uar 1956 (á s. 401-402.) Og høvdu donsku myndug­leik­ arnir yvirhøvur har nakað at finna­ st at Olafi Halvorsen? So høvdu teir allar møguleikar til at gera nakað við hetta revsimálið niðri í Dan­mark; men ikki við einum orði skuld­settu teir hann. Har var so ikki neyðugt at senda vápnað her­skip um høv - fyri at handtaka mann­in (!). Tær tríggjar súlurnar og justits­ morð Jú, vorðið sum rættarsamfelag? Ella høvdu tær tríggjar greitt at­ skildu súlurnar (lóggevan, politi­ vald og dómsvald) - sum okkara grund­lóg og demokrati hvílir á - bara stungið høvdini saman sum eitt samfelt revsandi maktar sam­ tak, ið ágangandi virkaði undir og fyri tí høpisleysa hatrinum frá tí danska læknafelagnum móti Halv­ or­sen og klaksvíkingum - fyri 601 krónur og 50 oyru? Tí teir valdu heldur at revsa aðrar hampamenn í Klaksvík, og fyrst tann gløgga Fischer Heinesen. Tveir vápnaðir politistar handtóku hann inni við hús, meðan eini 15 kringsettu heimið (taldi onkur). Fisch­er sat vanærdur í fongsli í 8 mán­aðir. Meðan allar ákærur vóru afturvístar. Eitt klokkureint justits­morð? Og so Poul Kajer (s. 294-296, 344­-346, 364) sum sat næstlongst: 4 mánaðir í fongsli (og sum í dag iva­leyst hevði verið undir forsorg). “Salat­fatið” steðgaði uttan fyri dyrn­ar hjá Olafi á Stongunum. Síðu­hurðarnar fóru upp á víðan vegg. Tveir bulmiklir politistar fóru inn til Olaf, og út komu teir við Poul, sum stríddist, spraklaði og spjálk­aði fyri lívinum. Skilti einki. Hann bleiv blakaður inn í “Fatið” og koyrd­ur umborð á fangaskipið “Tern­una” av sita! Hetta eins og mong onnur, ið fingu høpisleysar dómar at kenna. Nevndi nakar hug­ takið rættartrygd? Ja, tak t.d. tann vælhýrda skila­ mannin Hans Jákup Justesen, sum av tilvild kom framvið eftir havn­ ar­lagnum hetta kvøldið (27.09.1955) og segði bara: “Vit valdu loysing í 1946!” Hey, fyri hetta varð hann hand­tikin í heimi sínum norðuri á Strond (hjástødd kona og 7 døtur). Sett­ur í fongsul og fekk í 2 mánaðir. Tó fríkendur í landsrættinum – men hevði sitið í 23 dagar – fekk ong­ar skaðabøtur (s. 362). Eitt drama Hevði tað eydnast onkrum at evnað til eina ljóðmynd, drama ella sjón­ leik um ein lækna, sum í rúilsi, stúr­an og andvekri hevur hugsað: “Hvat nú, um telefonin ringir, tí tað stendur um lív úti í Fugloy, Svín­ oy ella bygdunum eystanfyri – so eg má fara við 17 tons bátinum “Medicus” eystur um Múlan á høg­ ætt í nátt? Ella um ringt verður úr hinum bygdunum í Kalsoy ella Kun­oy við á náttartíð?” Og so skuldi læknin tó verða klár­ur, táið morgunin dagar undan, at veita øllum sjúklingunum á sjúkra­húsinum og um allan býin tað neyðugu hjálpina, ið teimum mundi tørva. Nátt eftir nátt - dag um dag – vikur og mánaðir og ár – einsa­mall­ ur og uttan ein tann einasta frídag ella feriu. Og hataður av sínum hálu og hyklandi starvsfeløgum um land og ríki - og kendi stikni frá ávís­um í býnum við. Hetta dramaið kundi eisini verði avmyndað við einari hóskandi aft­ urundirgerð frá teim djørvu monn­ um og kvinnum, sum tordu at tala “Roma mitt imot”, sum slógu ring og vakt um sjúkrahúsið og tey sjúku og teirra avvarðandi, sum óttafull stúrdu fyri síni kæru í ófrættum. Og um sítt sjúkrahús! Skruvan á sárinum Eg havi skrivað, at skruva er komin á sárið, og um upphavið til bókina á aftastu síðum. Onkur hevði helst klárað at skrivað bókina betur; tó “stílurin er maðurin”, segði Paul V. Rubow, professari. Og tað átti ikki at verið nøkur or­søk til stórvegis órógv, um fleiri hjástødd lýstu eina yvir 60 ára gamla serstaka søgu. Líggjas og eg hava í bókum lýst okkara upp­ fat­an og royndir í sambandi við orr­ustuna. Hetta á leið við somu áskoð­an og somu línu, hóast alt ikki spraklar eins á línuni. Og eru óvinir? Nei, als ikki! “Latið ei søguna doyggja ...”, hetta verður sungið við ymisk høvi. Men kanska er tað betri um søg­an bara doyr, heldur enn at hon verð­ur rangsnúgvin eftir vild og av órøtt­um. Hetta djúpt sorgarmerkta málið - um lív ella deyð og lagnur manna - fyri allan landslutin fyri norð­an. Tey, ið “sigra”, skriva søguna. Men maktin eigur hana ikki. Held­ ur ikki søgufrøðingar. Danir blivu villleiddir av vánaligum em­bæt­is­ monn­um og vaknaðu ov seint við kald­an dreym, og tí royna teir sum fræg­ast at siga sína søgu besta. Men til fá­nýtis. Og eingin eigur at kíka hesar donsku undanførslurnar! Ullintar undanførslur úr goml­ um avísum, fundar­frá­greið­ingum, við hissini prosent roknikynstri ella sneytan í privatum brøvum – við liðhalli. Tað ber ongan søguligan samleika fram á torg. Samanumtikið Sigurð Joensen, landsrættar­sak­ før­ari og framúr røðari - og við eini rødd sum hoyrdist - í klassa við brand­talarar sum: Jóhan Nielsen, prest, og Petur Reinert, lækna, (og Tobba, forrestin) sum í rættinum var verji fyri tey atsøktu úr meiri­ lut­anum (s.150, 343, 356), segði tað so stutt og greitt: 1. At læknamálið hevði so ovur­ honds nógv at týða fyri fólkið har norðuri var vegna tess: Táið faðir og sonur fóru avstað til skips um várarnar, tá vildu teir vita tað við vissu, at kona og børn teirra vóru í góðum hondum! 2. At orsøkin til adressuna var, at fólkið vildi hava Olaf Halvorsen til lækna, og at tey ikki vildu hava Eivind Rubek Nielsen til lækna. Og hví tað? Tí tey kendu báðar! 3. At eingin skuldseting og prógv av týdningi vóru í vitnis­frá­greið­ ing­unum, sum vóru førdar fram av persónum, ið sjálvir vóru djúpt inn­ vavd­ir í málið – og bara frá hinari síðuni! KJAK Danir blivu villleiddir av vánaligum em­bæt­is­monn­um og vaknaðu ov seint við kald­an dreym, og tí royna teir sum fræg­ast at siga sína søgu besta. Men til fá­nýtis. Og eingin eigur at kíka hesar donsku undanførslurnar!