týsdagur 9. januar 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. januar 2017 · Nr. 4
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Allan Mortensen,
Bachelor in Pedagogy
Týsdagin 12. desembur fór eg í verk
fall, men longu áðrenn verkfallið
var byrjað, lýsti KAF, við borgar
stjóranum í Havn á odda, verkbann
fyri øllum limum í Føroya Peda
gogfelag, ið starvast innan dag
stovnaøkið. Ein grundgeving var,
at tað var fyri at skunda undir til
gongdina, so verkfallið skuldi verða
yvirstaðið sum skjótast. Frálíkt,
hugsaði eg.
Tá borgarstjórin í Havn, sum
alment hevur boðað frá, at lønin
hjá námsfrøðingum er láturliga
lág í mun til útbúgving, vil hava
verkfallið at vera yvirstaðið sum
skjótast, so kann tað ikki fara at
vara leingi. Meirilutin í Tórshavnar
býráð er jú mannaður av tveimum
námsfrøðingum, og einum meiri
luta av kvinnum. So sjálvandi fara
tey at stuðla borgarstjóranum, í at
arbeiða fyri, at námsfrøðingar fáa
betri lønarviðurskifti. Lønarvið
urskiftini innan tað námsfrøðiliga
økið eru jú rakt av sama søguliga
skeivleika, ið traditionellu kvinnu
fakini eru. Lønin er jú láturliga lág.
Hetta verkfallið verður skjótt lið
ugt.
Hin parturin var jú okkara
fíggjarmálaráðharri. Okkara fíggj
armálaráðaharri sum fleiri ferðir
alment hevur sagt, hvussu týdning
armikið okkara starv sum náms
frøðingar er, og sum, tá sáttmálin
við sjúkrarøktarfrøðingarnar varð
undirskrivaður, segði at námsfrøð
ingar eisini skuldu lyftast. Jú, jú. Vit
fara ikki at verða í verkfall so leingi.
Javnaðarflokkurin,
við
løg
manni, og Tjóðveldið sita jú í sam
gongu, saman við Framsókn. Tey
hava eisini meira ella minni øll lagt
dent á týdningin á námsfrøðiliga
økinum, so hvussu so er áðrenn
valið. Hesaferð skulu vit nokk klára,
at fáa ein sáttmála, ið lyftir okkum
upp á sama lønarlag, sum aðrar út
búgvingar á bachelor støðið.
Men hvat hendir so........
Pedagogfelagið skal í gerða
rættin, tí Almannaverkið vil hava
fleiri undantøk. Verkfallið skal ikki
raka ov hart. Pedagogfelagið gev
ur undantøk, men skal aftur fyri
gerðarættin. Pedagogfelagið vinn
ur í gerðarættinum, men gevur
allatíð tey undantøk, ið eru neyðug.
Síðani verður av øllum alvi roynt
at fáa meiriluta á løgtingi, fyri at
lóggeva fyri teimum undantøkum
almannaverkið vil hava ígjøgnum.
Hetta eydnaðist ikki, takkað verið
einsamalla námsfrøðinginum á
tingið.
Næstan
allar
kommununar
fylgja siðvenjuni um, at gjalda løn
til starvsfólkini, meðan tey eru í
verkfall/bann, fyri at avrokna við
pedagogfelagið, tá verkfallið/verk
bannið er av. So verður rok. Fyrst
kemur ein borgarstjóri, og síðani
fleiri løgfrøðingar fram í fjølmiðl
unum, fyri at gera vart við, at tað er
ólógligt, og eigur at fáa avleiðingar.
Enntá setur ein løgtingsmaður ein
grein 52 fyrispurning um málið.
Almannaverkið og fíggjarmála
ráðið koma áhaldandi í fjølmiðl
arnar við ábreiðslum til pedagog
felagið, um at verkfallið rakar ov
hart, og at fleiri undantøk mugu
gevast. Undanførslur og uttanum
tos.
Eisini hevur verið nevnt, at tað
er ov dýrt. Kostar ov nógv, at geva
námsfrøðingum somu løn, ið onnur
við útbúgving á sama støði fáa.
Samstundis sum kommunurnar
kappast um, at gera tað so bíligt
sum gjørligt hjá foreldrum at koyra
síni børn á stovn, við at kommun
urnar átaka sær størri part av
kostnaðinum. Og meðan vit eru í
einum hákonjunkuri, og ongantíð
hava havt so stórt yvirskot á fíggj
arlógini.............
Eg kundi gott hugsa mær at
hoyrt hvørja meining okkara fólka
valdu hava at siga um okkara yrki
og lønarlag. Um vit vóru makrelar
ella norðhavssild, høvdu tey flestu
sagt sína meining hart í bæði út
varpi, sjónvarpi, portalum, bløðum
og facebook. Men nú, tøgn......?
Tað námsfrøðiliga økið fevnir
vítt. Vit eru um børnini, og eru við
til at menna og menta tey, frá byrj
an í vøggustovuni, gjøgnum barna
garðin, frítíðarskúlan og ungdóms
virkemið. Nøkur av hesum hava
serligan tørv, nøkur hava tørv á
stuðli í skúlunum ella heima, nøk
ur koma á ymsar stovnar og á
barnaheimið. Nøkur hava meiri
álvarsligar diagnosur, og koma á
bústovnar undir almannaverkið,
nøkur brúka vard verkstøð o.s.fr.
Námsfrøðingar hava hollan faklig
an kunnleika, ið teir brúka hvønn
dag í sínum starvi. Í síni lýsing av
námsfrøðingum og lærarum, nevn
ir Fróðskaparsetrið tað sum heims
ins týdningarmesta starv. Og tað er
ikki uttan orsøk!
Vónandi verður fokus flutt frá
undantøkum, gerðarætti, siðvenj
um um lønarútjald og øðrum und
anførslum, til tað, ið hetta verk
fallið/bannið verðuligani snýr seg
um. Eitt starv, ið er láturliga lágt
lønt í mun til útbúgving, og skal
lyftast upp, har tað hoyrir heima.
#líkaútbúgvinglíkaløn
Hvar eru Kristina og Annika?
Nú vit eru farin inn í fimtu vikuna við arbeiðssteðgi hjá námsfrøðingum og hjálparfólki, røkist enn einki fyri, at
nøkur loysn er í ljósmála, tí politikararnir, ið skuldu skorið ígjøgnum, krógva seg heldur aftan fyri embætisfólkini.
Heðin Mortensen
býráðslimur og
løgtingsmaður
Hvar er landsstýriskvinnan í fíggj
armálum, Kristina Háfoss? Og
hvar er forkvinnan í Kommunala
Arbeiðsgevarafelagnum,
Annika
Olsen? Hví krógva tær seg, held
ur enn at finna loysnir, so ein endi
kann fáast á alt ov drúgva arbeiðs
steðginum?
Tað nyttar lítið at standa undir
tinghúsinum og siga, meðan upp
tøkutólini hjá sjónvarpi og útvarpi
eru til staðar, at øll »vit øll hava
ábyrgd og vilja til at sessast við
samráðingarborðið beinanvegin«,
tá einki hendir allíkavæl!
Hvat er galið við tykkum, Krist
ina Háfoss og Annika Olsen? Hví
taka tit ikki ábyrgd og bjóða til
samráðingar her og nú, heldur enn
at tit bara krógva tykkum aftan
fyri embætisfólkini, sum gera júst
tað, sum tit vilja og siga?
Tað er ein stór skomm fyri okk
um politikarar, sum standa og bíða,
tí nakrar spælireglar eru, sum vit
ikki fáa gjørt nakað við beint nú.
Fyri mítt viðkomandi kann eg bara
fortelja tykkum, at tolið er uppi, tá
ein sær fullkomna passivitetin hjá
tykkum, ið skulu eitast at standa á
odda fyri hesum samráðingum.
Eg fái meg ikki til at trúgva uppá,
at tit hava politiska undirtøku fyri
tykkara passiviteti – hvørki komm
unalt ella landspolitiskt! Og eg havi
enn eingi stig sæð frá tykkara síðu,
Kristina Háfoss og Annika Olsen,
ið hava sannført meg um, at eg skal
stuðla tykkum í tí, sum tit gera –
ella rættari sagt ikki gera!
Nú er nóg mikið, tí eingin kann
liva við, at einki hendir! Tit eiga sum
skjótast at fáa gongd á aftur sam
ráðingarnar, so hetta kann greiðast
til gagns fyri alt okkara samfelag,
námsfrøðingar og hjálparfólk.
KJAK
Um vit vóru makrelar
ella norðhavssild, høvdu tey
flestu sagt sína meining
hart í bæði útvarpi,
sjónvarpi, portalum, bløðum
og facebook. Men nú,
tøgn......?
Síðani verður av øllum
alvi roynt at fáa meiriluta á
løgtingi, fyri at lóggeva fyri
teimum undantøkum
almannaverkið vil hava
ígjøgnum. Hetta eydnaðist
ikki
Tað er ein stór skomm
fyri okkum politikarar, sum
standa og bíða
Umberingar og uttanumtos!