týsdagur 9. januar 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 10. januar 2017 · Nr. 4
Gunnvá Edvardsdóttir,
námsfrøðingur
og cand.pæd. í
pædagogiskari
filosofi.
Eg skal blankt viðganga, at eg havi
umhugsað mína støðu sum náms
frøðingur hesar seinastu vikurnar.
Eg havi verið í nógvum ymiskum
størvum, og á nógvum ymiskum
starvsøkjum, men í ongum øðrum
starvi hevur spurnartekin verið
sett við, hvat eg geri har, og um eg
átti at verið har – hvørki frá øðrum
og so slett ongantíð frá arbeiðs
gevaranum. Tey hava altíð vitað,
hvat eg gjørdi, og hvat endamálið
var við, at eg var har – tað vóru jú
tey, sum høvdu biðið meg koma til
arbeiðis!
Men soleiðis er støðan ikki sum
námsfrøðingur. Vit hava ein ar
beiðsgevara, sum vil sleppa at tosa
um innihaldið í okkara arbeiði!?!
Orsaka meg, men hava tey ikki
sjálvi dikterað arbeiðsuppgávuna?
Eru tað ikki tey sjálvi – við kravi
um hægri útbúgving og við fleiri
og truplari arbeiðsuppgávum – ið
leggja innihaldið í arbeiðinum til
rættis? Og er tað ikki vanligt, at jú
hægri útbúgvingin er og jú fleiri og
truplari arbeiðsuppgávurnar eru,
jú hægri er lønin?
Um ætlanin hjá Mentamála
ráðnum við nýggju námsfrøðiligu
útbúgvingini var, at hetta skuldi
vera ein útbúgving, sum er minni
verd og skal lønast lægri, enn hinar
tilsvarandi
útbúgvingarnar
frá
sama stovni – ein sokallað 2. sort
ering – so skuldi hetta havt verið
gjørt greitt frá byrjan. Ella er tað
so, at Mentamálaráðið slett onki
samskifti hevur við Fíggjarmála
ráðið? Veit høgra hond ikki hvat
vinstra hond ger?
Mentamálaráðið hevur ábyrgd
ina av námsfrøðiliga innihaldinum,
bæði á okkara útbúgving og á okk
ara stovnum, og tey stinga javnan
út í kortið tað, sum tey hugsa, at
innihaldið skal vera – tað seinasta,
sum var lagt aftrat var meira mál
menning. So kanska tey kundu
givið
Fíggjarmálaráðnum
eina
ábending um, hvat innihaldið í okk
ara arbeiði er?
Nú hava vit í fýra vikur greitt
bæði arbeiðsgevara og almenning
inum frá um innihaldið í okkara
arbeiði og vart okkara eksistens
og sagt: jújú eg meini tað, vit gera
okkurt! Og Hygg vit gera alt hetta!
Vit sita í almennum størvum,
og um arbeiðsgevarin ikki sjálvur
veit, hví vit gera tað, so hava vit eitt
stórt og óyvirskoðiligt samfelags
problem – og tað problemið eiga
politikararnir, og tey skula sjálvi
loysa tað!
Hetta er tykkara arbeiðsøki og
tykkara arbeiðspláss, og at klandra
starvsfólk og Føroya Pedagogfelag
fyri (og beinleiðis lúgva um støð
una!), at tit ikki fáa tykkara egnu
arbeiðspláss at virka, er undir alt
lágmark, serliga tá ið hugsað verður
um, at tað letur til, at tit ikki hava
ánilsi av, hví hesi fólk eru sett har
av fyrstan tíð.
Vit hava fingið lovað bæði eitt
og annað frá sitandi samgongu –
eg haldi, at onkur beinleiðis lovaði
okkum tign – eg meini tað...! – og eg
haldi, at tey skulu sleppa at svara
fyri sínum lyftum.
Allir flokkar í samgonguni hava
fingið mína atkvøðu - ymisk ár og
av ymiskum orsøkum, so eg helt
(naiv, eg veit), at nú fór tað at vera,
nú koma aðrir bollar á suppuna, og
jú vit hava fingið aðrar bollar, men
suppan hevur ongantíð verið so
beisk, sum nú.
Fíggjarmálaráðharrin sigur, at
útbúgvingin er minni verd og skal
lønast lægri, er Mentamálaráðharr
in samd í hesum? Tá ið Fíggjar
málaráðharrin er so greið í hesum
máli, so fáa vit sjálvandi eitt líka
greitt svar uppá mín spurning frá
Mentamálaráðharranum.
“I've learned that people will
forget what you said, people will
forget what you did, but people will
never forget how you made them
feel.” Maya Angelou.
HETTA ER EYÐMÝKJANDI!
So góðu tit, Fíggjarmálaráðharri,
Mentamálaráðharri,
Almanna
málaráðharri, Løgmaður og sitandi
samgonga, meina tit ikki tað, ið tit
siga? Er tað bara luft?
#Líkaútbúgvinglíkaløn
Politikkur eigur at spretta úr fólkinum
Almenna hoyringin og fólksliga tilgongdin í sambandi við ætlaðu fólkaatkvøðuna um
nýggja Stjórnarskipan Føroya er ikki nøktandi. Føroya fólk eigur at sleppa nógv meira
framat og politikarar eiga at stilla upp til almennar politiskar kjakfundir
Johan Dahl
formaður í Føroya Væl
Samgongan arbeiðir í løtuni við at
gera eitt lógaruppskot um Stjórn
arskipan Føroya og ætlar at skipa
fyri einari fólkaatkvøðu í hesum
sambandi, seinni í ár.
Ein stjórnarskipanarlóg er
nakað heilt serligt - ein fólksins
lóg, ein lóg, sum skal halda í nógv
ár og ættarlið, rúma komandi neyð
ugum samfelagsbroytingum og
menning, aðrar lógir skulu antin
beinleiðis ella óbeinleiðis byggja á
eina stjórnarskipanarlóg o.a.
Talan er um eina lóg, sum skal
tryggja fólkaræði, frælsi, rættvísi,
støðufesti og samanhald, og verja
fólkið ímóti politiskari valdsmis
nýtslu og skilaleysum handlingum.
Føroya Væl, sum er veljarafelag
Sambandsfloksins í Suðurstreymi,
heldur, at tilgongdin í arbeiðinum
at gera eina nýggja stjórnarskip
anarlóg ikki livir upp til minstu
krøvuni at fyrireika eina slíka
lóg. Ongar almennar og ítøkiligar
viðmerkingar eru til fyriliggjandi
lógaruppskot - viðmerkingar, sum
skulu brúkast at stuðla seg til í
sambandi við tulkingar.
Almenna hoyringin er farin fram
í einum afturlatnum samanhangi,
soleiðis at skilja, at fólkið alt og
veljararin ikki alment og breitt er
sloppin til orðanna og er kunnaður
um innihald, endamál, tulkingar
og avleiðingar - fólkið hevur ikki
fingið høvið andlit til andlit at stilla
spurningar og gera viðmerkingar til
okkara politikarar.
Hetta er ikki nøktandi í einum
so týðandi máli.
Vit vita, hvat vit hava, og tað
kann ikki vera rætt, at fólkið ikki
nágreiniliga veit, hvat tað fær við
einari nýggjari stjórnarskipan.
Tað eigur tí at verða skipað fyri
enn fleiri almennum politiskum
kjakfundum um evnið - vónandi fer
løgmaður og landsstýrið at skipa so
fyri í komandi tíðum. Alt annað er
ábyrgdarleyst og ódemokratiskt.
Fari tí at heita á fólk um at
møta fjølment til fyrsta polit
iska kjakfundin av hesum slag í
Aulini í Finsen, í gamla Komm
unuskúlanum - í annaðkvøld kl.
19.00-21.00, har í hesum umfari 3 av
teimum stóru politisku flokkunum
og tess formenn fara at leggja fram
og svara spurningum frá fólkinum.
KJAK
Hetta er ikki nøktandi í
einum so týðandi máli
Ella er tað so, at
Mentamálaráðið slett onki
samskifti hevur við Fíggjar
málaráðið? Veit høgra hond
ikki hvat vinstra hond ger?
Vit hava fingið lovað
bæði eitt og annað frá
sitandi samgongu – eg
haldi, at onkur beinleiðis
lovaði okkum tign – eg
meini tað...! – og eg haldi, at
tey skulu sleppa at svara
fyri sínum lyftum
Verkfalstankar ein
illveðursdag