týsdagur 9. januar 2018síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. januar 2018 · Nr. 4
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hjá Skála og
NSÍ er líkt til, at
hópurin til komandi
kappingarár longu
er komin uppá pláss
André Olsen
Um gott og væl tveir mánaðar fer
besta mansdeildin – Betri deildin,
sum hon nú á fyrsta sinni eitur
- av bakkastokki aftur eftir ein
vetrarsteðg síðani síðst í oktober.
Sjey av 10 hava
nýggjan venjara
Síðani kappingarenda í oktober, er
lutfalsliga nógv broytt hjá teimum
flestu liðunum í deildini. Heili
sjey av teimum 10 liðunum í Betri
deildini, hava til komandi ár annan
venjara, enn tey høvdu til farna
kappingarár. Tað eru bert tey trý
feløgini – KÍ, B36 og EB/Streymur,
sum hava sama venjara til komandi
kappingarár, sum tey høvdu til
farna kappingarár.
Størst útskifting á
Skála – minst í Víkingi
Eisini í teimum ymisku hópunum
er stór útskifting hjá fleiri av
feløgunum. Størst er hon hjá Skála,
sum ikki hevur fingið færri enn
sjey nýggjar leikarar knýttar at
hópinum í vetur, har sjey leikarar
eisini eru farnir úr hópinum frá
farna kappingarárið.
Í
tí
felagnum,
har
minst
útskifting hevur verið í vetur, er
hjá verandi føroyameistarunum
í Víkingi. Har er higartil eingin
nýggjur leikari knýttur at, meðan
tveir leikarar eru farnir úr felagnum
í vetur. Tó hevur útskifting verið
framd á venjarasíðuni hjá Víkingi,
og nógv bendir á, at Víkingur fer
at fáa styrk afturat hópinum í
nærmastu framtíð. Sum skilst,
bendir nógv á, at talan fer at vera
um útlendskan styrk.
Framtíðin hjá fleiri
leikarum ógreið
Hóast
framtíðin
hjá
teimum
flestu leikarunum er greið, eru
tað tó nakrir leikarar, ið enn
ikki hava tikið avgerð um sína
fótbóltsframtíð. Hjá Víkingi er
millum annað fleiri ivamál. Har er
ikki greitt enn, um Hanus Jacobsen,
Gert Hansen og Erling Jacobsen
fara at vera partur av Víkinga
liðnum komandi kappingarár – tó
at tað er nógv meira, ið bendir á, at
teir fara at spæla við. Eisini valdar
óvissa um Fróða Benjaminsen. Í
samrøðu við Norðlýsið mánadagin,
segði Fróði Benjaminsen, at hann
enn ikki hevði tikið nakra avgerð
um sína fótbóltsframtíð – og at
hann ikki var heilt greiður yvir
enn, um hann fór at spæla komandi
kappingarár.
Av øðrum leikarum er millum
annað Michal Przbylski – sum
í fjør var valdur til ársins unga
leikara – heldur ikki knýttur at
nøkrum felagið í verandi støðu. Í
løtuni venur Michal Przybylski við
barndómsfelagnum, B68, men tað
tykist heilt víst, at hann ikki fer at
spæla har komandi kappingarár.
Heldur ikki Tórður Thomsen, sum
seinastu árini hevur staðið í mál hjá
B36, er í løtuni knýttur at nøkrum
felagið.
Oddaliðini fáa meira styrk
Sum støðan er í løtuni hjá teimum
ymisku feløgunum, tykist tað sum
um, at fleiri av feløgunum, sum
í fjør endaðu millum fimm tey
ovastu, fara at gera fleiri broytingar.
Tað einasta av feløgunum úr
ovaru hálvu, ið tykist at hava
fingið allan hópin uppá pláss er
NSÍ. Har verður ikki roknað við
stórvegis av broytingum í mun til
hópin sum hann sær út í dag. Úr
Víkingi og KÍ ljóðar at ein ella tveir
útlendskir leikarar vera knýttir at
hópinum afturat. Tað ger tað eisini
í HB, har íslendski venjarin, Heimir
Guðjónsson, hevur úttala seg til
íslendskar miðlar, at hann hevur
ætlanir um at knýta í øllum førum
tveir íslendskar leikarar afturat
hópinum. Hjá B36 tykist tað mesta
vera komið uppá pláss, tó at felagið
helst skal út at finna ein nýggjan
áleypara, eftir at Patrik Johannesen
komandi kappingarár fer at spæla
í norskum fótbólti. Sum skilst
hevur B36 verið í samráðingum við
fyrrverandi 07 Vestur áleyparan,
Søren Nielsen, men tað er ikki líkt
til, at tær samráðingarnar ikki hava
borið á mál.
Eftir 1 februar vera tey flestu
helst klókari uppá teir ymisku
hóparnar í Betri deildini. Tá stongir
útlendska
flytingarvindeygað,
og sum skilst er lættari hjá
føroyskum feløgum tá at fáa fatur á
útlendskum profilum, sum ikki eru
knýttir at nøkrum felagið.
andre@sosialurin.fo
Yvirlit yvir flytingar hjá
feløgunum í Betri deildini í vetur:
VÍKINGUR:
Tilgongd: Maurice Ross (Venjari)
Frágongd: Sámal Erik Hentze (Venjari), Sorin Anghel, Hans Pauli
Samuelsen
KÍ:
Tilgongd: Kristoffur Jakobsen, Hákun Edmundsson, Deni Pavlovic
Frágongd: Jonas F. Rasmussen, Ahmed Mujdragic, Atli Danielsen
B36:
Tilgongd: Trygvi Askham, Jónas Tór Næs
Frágongd: Tórður Thomsen, Gestur B. Dam, Pætur Petersen, Patrik
Johannesen
NSÍ:
Tilgongd: Sámal Erik Hentze (Venjari), Johan Troest Davidsen, Øssur M.
Dalbúð, Andras Gango
Frágongd: Anders Gerber (Venjari), Jann Ellingsgaard, Haraldur Højgaard,
Monrad H. Jacobsen, Karstin Hansen
HB:
Tilgongd: Heimir Guðjónsson (Venjari), Dan í Soylu, Ari M. Olsen, John
Frederiksen
Frágongd: Sigfríður S. Clementsen (Venjari), Jóhan Troest Davidsen, Rókur
av Fløtum Jespersen, Ári Mohr Jónsson, Øssur Dalbúð
SKÁLA:
Tilgongd: Eyðun Klakstein (Venjari), Ahmed Mujdragic, Haraldur
Højgaard, Karstin Hansen, Monrad H. Jacobsen, Heðin Klakstein, Jákup
Højgaard, Niels Pauli Danielsen
Frágongd: Pauli Poulsen (Venjari), Valerian Iobashvili, Mamuka
Torondjadze, André Olsen, Jann Martin Mortensen, Hákun Edmundsson,
Jónhard Frederiksberg, Andras Gango
EB/STREYMUR:
Tilgongd: Ari Ó. Ellingsgaard, Gestur B. Dam, Pætur Petersen, Oddur
Højgaard, Hans Pauli Samuelsen
Frágongd: Sjúrður Jacobsen, Ari M. Olsen, Trygvi Askham, Dan í Soylu,
Tóki á Lofti, Árni Grunnveit Olsen
TB/FCS/ROYN:
Tilgongd: Glenn Ståhl (Venjari), Milos Budakovic, Dennis Nielsen,
Isaac Shaze
Frágongd: Maurice Ross (Venjari), Marius Berntzen, Mats Walberg, Anton
Holse, Jón Krosslá Poulsen
07 VESTUR:
Tilgongd: Pauli Poulsen (Venjari), Jón Krosslá Poulsen, Ndende Adama
Gueye
Frágongd: Trygvi Mortensen (Venjari), Holgar Durhuus, Søren Nielsen, Pål
Fjelde, John Frederiksen
AB:
Tilgongd: Sorin Anghel (Venjari), Árni Grunnveit Olsen, Tóki á Lofti
Frágongd: Kári Reynheim (Venjari), Teitur Jóanesarson
STØRST
ÚTSKIFTING
ER Á SKÁLA
Tað er stór útskifting í Betri deildini til komandi kappingarár.
Sjey av 10 feløgum hava nýggjan venjara, og hjá fleiri av
feløgunum er stór útskifting eisini í leikarahópunum