hósdagur 11. januar 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JANUAR 2018
SOSIALURIN 5
4
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
ÍSo bíða vit spent eftir,
at ein begravilsisfyritøka fer at
kalla sína fyritøku: Bei Bei
Verkfallið og Verkbannið
hjá Pedagogfelagnum
koyrir nú á fimtu viku.
Onnur fakfeløg hava
umrøtt spurningin um,
hvørt tey skulu seta tiltøk
í verk í royndini at stuðla
pedagogunum.
Stórur áhugi var
fyri fundinum um
Stjórnarskipan Føroya,
sum varð hildin fyri
fullsettari aulu í Finsen
mikukvøldið.
Nú er greitt, hvussu
nýggi bygningurin hjá
politistunum fer at síggja
út. Spurningurin er so, um
hesin bygningurin fær betri
móttøku enn tann fyrri.
Bakkafrost segði í vikuni
147 fólkum úr starvi, og
seinni 24 fólkum aftrat á
øðrum virki.
Tórur við Áir er
settur sum stjóri í
Roknskaparfelagnum
saman við Olafi Frits
Joensen.
Hey
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
bilførarar fingu bót
í Havn mikudagin
16
Í farnu viku hevur nýggja heitið hjá
Vodafone Føroyar, Hey, verið nógv nýtt.
Einamest orsaka av lýsingum og hugsanum
hjá fólki um hetta nýggja heitið. Men eisini
tí, at hetta er bert tað seinasta dømi av
mongum, har fyritøkur skifta navn til eitt
gerandisorð, sum allir føroyingar brúka.
Um orðið sigur Sprotin
hey
mðlv
1 halló (til heilsan)2 (at vísa bilsni el. til
ávaringar), hey! nú mundi tú
dottið; áðrenn hálvtalað var orð,
hey! tá datt hesturin um koll
Hví brúkar pedagogfelagið ikki
orðið námsfrøðingar í teirra
navnið? Vilja tey heldur kallast
pedagogar enn námsfrøðingar?
Stívt andøvsgul upp í hvassan
vind av suðri og landsynningi,
10 til 15 m/s. Turt og yvirhøvur
skýggjað, møguliga sólglottar.
Um náttina skýggjað og út á
náttina regn í støðum vestanfyri.
Hitin millum 4 og 8 stig.
Strúkur í vindi upp í storm av suðri,
13 til 22 m/s, í hvirlunum upp í
kolandi storm, um 27 m/s. Sum frá
líður snarar hann í ein útsynning
og makar vindin. Um náttina stívt
andøvsgul upp í hvassan vind,
10 til 15 m/s. Skýggjað og regn,
um kvøldið klárar í, tó framvegis
ælaveður. Hitin millum 4 og 7
stig, um náttina niður í 0 stig.
Stívt andøvsgul upp í hvassan
vind av suðri, 10 til 15 m/s, um
kvøldið eitt skifti gul til stívt
andøvsgul av suðri og útsynningi,
5 til 10 m/s. Um náttina snarar
hann í ein sunnan og øtlar í
hvassan vind ella skrið, 15 til
20 m/s. Skýggjað og regn, um
kvøldið klárar í og yvirhøvur
turt. Hitin millum 4 og 8 stig.
10-15 m/s
13-22 m/s
10-15 m/s
Visti tú?
- At Føroyar verður
nevnt sum ein av
trimum mest spennandi
ferðamálum í 2018
av CBS
ÁRNI GREGERSEN
Hetta er eitt løgið land, vit búgva í.
11.januar er meðan eg siti opg skrivi.
Sólin stavar inn gjøgnum gluggan og
vágin er blikastill.
Uttdanfyri eru bilarnir hjá kommununi
í ferð við at taka jólabýin niður í Vágsbotni,
hendan dagin fyri 20.dag jóla.
Vanliga siga vit, at vit búgva í einum
pinkalítlum landi, har veðrið er buldrasligt
við regni og vindi. Júst nú vendir alt á
høvdinum. Veðrið er sera gott og stilt,
hóast veðurmennirnir boða frá vindi,
sum helst er komin, tá ið tú, kæri lesari,
lesur hetta.
Men lat okkum venda atur til hetta, at
landið vit búgva í er løgið.
Veðurlagið er sjálvandi eitt og veðrið
má sær ráða, sum tey søgdu fyrr. Nakað
annað eru tey fimti túsund fólkini, sum
búgva í hesum landi.
Framgongdin búskaparliga hevur verið
stór seinnu árini, men í hesi vikuni fingu
vit eina áminning um, at alt ikki bara
virkar av sær sjálvum.
Føroyski alirisin á Glyvrum sendi smá
150 fólk til hús, tí arbeiðið júst nú ikki er til
allar hendur. Tað gongur eitt sindur meira
striltið at sleppa av við portiónirnar hjá
virkinum.
Tað undarliga er, at høvuðsorsøkin er,
at fyritøkan fær so góðan prís fyri ein
annan part av vørunum tey framleiða
– tað vil siga feska laksin – at prísurin á
portiónunum er ov dýrur.
Annars mugu vit siga, at full ferð er á
øllum samfelagshjólum. Arbeið til allar
hendur. Byggivinnan koyrir við fullari
ferð og tað sama er hjá flestu øðrum
vinnum.
Sjálvandi fara tíðirnar at broytast. Vit
fáa ein smakk uppá hvat bíðar, nú vit
skjótt fimm vikur hava sæð pedagogarnar
ganga heima, tí teir vilja hava somu løn,
sum sjúkrarøktarfrøðingarnir.
Hetta er sjálvandi ein mynd av, at
virðini, sum leggjast til í samfelagnum
,skulu býtast á ein annan hátt. Tað
hildu sjúkrarøktarfrøðingarnir, tað
halda pedagogarnr og tað halda øll hini
fakfeløgini, sum standa á rað at sleppa til
sáttmálasamráðingar.
Og her tosa vit bert um almennu
lønirnar. Á privata arbeiðsmarknaðinum
bíða fleiri feløg eftir samráðingum
og 1.mei eiga arbeiðarafeløgini túr og
1.oktober handverkarnir.
Jú hetta fer helst at gerast eitt
verkfallsár. Vit eru meira enn 26.000
løntakarar í Føroyum í dag og flestu
okkara halda, at vit fáa í minna lagi fyri
tað sum vit gera.
Tað leggur upp til stríð, men í
Føroyum hava vit valt at skipa okkara
arbeiðsmarknaða eftir norðurlendskar og
ikki minst danskari fyrimynd. Partarnir
á arbeiðsmarknaðinum semjast um
lønirnar, men í hinum endanum standa
politikararnir og taka ein stóran part av
lønarvøkstrinum innaftur gjøgnum skatt
og avgjøld.
Tað hevði ofta verið lættari at finna
eina loysn, um løntakararnir vistu,
hvussu mikið av hægri løn endar aftur
í landskassanum, tí so hevði lønin sjálv
kanska ikki farið so langt upp.
Í framleiðsluvinnuni hevði tað gagnað
kappingarførinum.
Men soleiðis verður neyvan hugsað á
almenna arbeiðsmarknaðinum.
Ája!
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!