hósdagur 11. januar 2018síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JANUAR 2018
SOSIALURIN 5
5
JANTE
JÓGVAN ZACHARIASSEN BLOGGAR
Í
mong ár havi eg havt sama nýggjárs
lyfti: At arbeiða ímóti Jantelóguni og
eggja fólki, sum siga, Eg geri ongan
mun!, við at minna tey á, hvussu
serstøk tey eru. Á okkara leiðum hevur
jantelógin havt eina keðiliga ávirkan á
menning og trivnað. Tankin um jantelógina
kom fram í 1933 í sjálvsævisøguni eftir Aks
el Sandemose, En flygtning krydser sit spor.
Hendingarnar fara fram í lítlu bygdini, Jante.
Í Jante var ein óskrivaður hugburður, sum
segði, at ongin skuldi skara framúr. Jantelóg
in er tað forhold millum fólk, serliga í smærri
samfeløgum har tey, sum skara framúr
verða hildin niðri av restini. Tey sleppa ikki
at skara framúr.
Onkur hevur gjørt ein lista yvir tey 10
boðini í Jante:
1.
Tú skalt ikki halda, at tú ert nakað
2.
Tú skalt ikki halda, at tú ert meira
verdur enn vit
3.
Tú skalt ikki halda, at tú ert klókari
enn vit
4.
Tú skalt ikki billa tær inn, at tú ert
betur enn vit
5.
Tú skalt ikki halda, at tú veitst meira
enn vit
6.
Tú skalt ikki halda, at tú ert nakað
meira enn vit
7.
Tú skalt ikki halda, at tú dugir til
nakað
8.
Tú skalt ikki flenna at okkum
9.
Tú skalt ikki halda, at nakar leggur
nakað í teg
10. Tú skalt ikki halda, at tú kanst koma
her og læra okkum nakað
Jantelógin hevur havt eina oyðandi ávirk
an. Hugburðurin, sum Jantelógin umboðar
er hesin: Tað loysir seg ikki at gera nakað
serstakt og tað eru so nógv menniskju, sum
hava nógv betri gávur og førleikar enn eg
og sum gera nógv størri nyttu enn eg. Royni
eg at gera okkurt, so verði eg hálaður niður.
Men tíbetur eru mong, sum arbeiða ímóti
hesum hugburði og eggja øðrum at menna
førleikar og útinna dreymar sínar. Hetta eru
tey, sum siga, at tað er bara ein tú. Tað er
eingin kloning av tær. Tú ert einasti persón
urin í heiminum við tíni bakgrund, tínum
royndum og tíni søgu. Eingin annar hevur
tín DNA struktur ella tíni fingramerki. Tú
ert tann einasti persónurin, sum hevur tínar
egnu hugsanir, meiningar, førleikar, útsjónd,
rødd, stíl, persónsmensku, umdømi og ávirk
an – bara tú!
Heimssøgan er eisini full av menniskjum,
sum hava havt eina velduga ávirkan, tí tey
avgjørdu at lata rødd sína hoyrast, sjálvt um
tað bert vóru tey. Hugsa um hvørja ávirk
an Mozart, Beethoven og Bach høvdu fyri
tónleikin; Michelangelo, Da Vinci og Picasso
høvdu fyri listina; Einstein, Darwin og
Newton høvdu fyri vísindina; Edison, Walt
Disney og Wright brøðurnar høvdu fyri
menning; Ford, Bell og Jobs høvdu á handils
vinnuna, og Augustin, Luther og Bart høvdu
fyri kirkjusøguna.
Hugsa so um, hvørjar avleiðingar ein at
kvøða kann hava – bæði jaligt og neiligt: Í
1776 var tað ein atkvøða, sum gjørdi at enskt
gjørdist almenna málið í Amerika og ikki
týskt. Í 1845 var tað ein atkvøða, sum gjørdi,
at Texas bleiv ein partur av USA. Í 1875 var
tað ein atkvøða, sum gjørdi Fraklandi til eina
republik í staðin fyri eitt monarki. Og Í 1923
var tað ein atkvøða, sum gav Hitler høvuðs
sessin í nasistaflokkinum.
Hugsa so um allar teir mongu føroyingar
nar, sum ikki eru bangnir fyri at spíla seg út
innan tónlist, myndlist, gransking, menning,
handil og hugsan. Teir eru nógvir! Kanska
koma eg og tú ongantíð at hava eina alheims
umfatandi ávirkan, men vit hava stóran
týdning har, sum vit eru.
Vilt tú seta tær fyri at eggja teimum, sum
tú livir og starvast saman við – ikki óttast
at siga:
1.
Tú skalt vita, at onnur líta á teg
2.
Tú skalt vita, at øll tíni nærmastu eru
bundin at tær
3.
Tú skalt vita, at tað er nakað gott og
virðismikið í tær, sum okkum tørvar
4.
Tú skalt vita, at tú hevur nakrar
menniskjaligar eginleikar, sum vit
eru góð við
5.
Tú skalt vita, at vit eisini kunnu
kenna okkum nyttuleys, einlig og
virðisleys
6.
Tú skalt vita, at tú hoyrir heima sam
an við okkum
7.
Tú skalt vita, at vit ynskja at gera
nógv fyri teg
8.
Tú skalt vita, at títt egna lív og
felagsskapur okkara, verður ávirk
aður av tínum íkasti
9.
Tú skalt vita, at vit kunnu læra nógv
av tær
10. Tú skalt vita, at saman kunnu vit
loysa trupulleikar og fremja góðar
loysnir saman
Ikki lata setningin, Eg geri ongan mun!,
vera setning tín í 2018. Ein betur og sunnari
háttur at liva lívið er at siga: Eg eri bert ein,
men kortini so eri eg ein. Eg kann ikki gera
alt, men kortini kann eg gera mín lítla part.
Og sjálvt um eg ikki kann gera alt, so fari eg
ikki at nokta at gera tað, sum eg kann gera
– og eggja øðrum at gera tað sama. Gott
nýggjár!
Kanska koma eg og tú
ongantíð at hava eina
alheims umfatandi
ávirkan, men vit hava
stóran týdning har,
sum vit eru
BLOGGUR