hósdagur 11. januar 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JANUAR 2018
SOSIALURIN 5
6
EYÐUN KLAKSTEIN
D
anski sjónvarpsmaðurin
Anders Lund Madsen,
sum hevur gjørt sjón
varpstrírøð úr Fugloy,
leingist aftur til Fugloyar og kundi
hugsað sær at keypt summarhús
í oynni.
– Eg royni at sannføra familjuna
um, at tað er eitt gott hugskot at
fáa okkum summarhús í Fugloy,
sigur hann í telefonini av Østerbro
í danska høvuðsstaðnum.
Sendirøðin, sum Danmarks
Radio hevur framleitt, kallast
Den Yderste Ø og er send á DR1
– nú verður hon eisini send í KvF.
Sendingin byggir á upplivingar
hjá Anders Lund Madsen í Fugloy
í summar, tá ið hann og partur av
familjuni búði í oynni í ein mánað.
– Fyri trimum árum síðani var
eg í Grønlandi og búði í Ittoqqorto
ormiit í ein mánað. Tað gjørdu vit
eina sjónvarpsrøð burtur úr, og
tá ið eg hevði gjørt hana, fekk eg
hug at gera tað sama úr Føroyum.
Tíbetur vildi Danmarks Radio eis
ini verða við til at gera eina nýggja
røð, og tí bleiv Den Yderste Ø
veruleiki, sigur hann.
Fullu fyri Fugloy
54 ár gamli Anders Lund Madsen
er kendur miðlamaður í Danmark.
Hann er útbúgvin journalist og
hevur virkað á flestu økjum inn
an stórar miðlar – blað, útvarp,
sjónvarp og internet. Hann hevur
eisini staðið fram sum skemtari og
sjónleikari á palli.
Í 1970’unum var Anders Lund
Madsen saman við øðrum dønum
í Føroyum í sambandi við lesnað
á Roskilde Universitets Center.
Tá búði hann umleið eitt hálvt ár í
Føroyum, og hann hevur síðan sagt
nógvar søgur um upplivingarnar
her. Seinnu árini hevur Anders
Lund Madsen vitjað fleiri ferðir í
Føroyum – bæði í privatari frítíð
og í sambandi við arbeiði.
– Nú vit skuldu gera eina sendi
røð úr Føroyum, vildi eg finna okk
urt, sum var fjarskotið. Eg havi
verið so ofta í Føroyum og upp
livað nógv støð, og tað er eisini
gjørt nógv sjónvarp úr Føroyum.
Tí vildu vit finna eitt serstakt
stað at gera sendirøðina úr, sigur
Anders Lund Madsen.
– Tá ið vit í apríl komu til Før
oya at kanna møguleikarnar,
høvdu vit tríggjar oyggjar í huga
– Fugloy, Kalsoy og Mykines – men
tá ið vit høvdu verið í Fugloy, var
einki at ivast í. Har vildu vit gera
sendirøðina, tí tað var eitt so
fantastiskt stað. Tað tóktist sum
júst tann rætta oyggin at vera í ein
mánað, sigur hann.
Í fjør summar flutti Anders
Lund Madsen við konuni og
yngstu børnunum til Hattarvíkar
at búgva nakrar vikur. Saman við
teimum vóru eisini upptøkufólk,
sum skuldu filma nakrar av upp
livingunum og hendingunum í
Fugloy.
– Vit vóru væl móttikin, og fólk
vóru sera gestablíð. Eg veit væl,
tað er eitt sindur irriterandi, at
eg komi við einum upptøkuliði til
Fugloyar at vera í ein mánað, men
tey vandu seg við okkum, og tað
gjørdist eitt deiligt summar, sigur
Anders Lund Madsen.
– Onkur av fólkunum skuldu
líka brúka nakað av tíð, áðrenn tey
blotnaðu, og tað skilji eg ómeta
– Eg vil gjarna frætta, um tað verður okkurt hús til sølu í Fugloy, tí
eg kundi saktans hugsað mær at fingið eitt summarhús har einaferð,
sigur danski sjónvarpsverturin Anders Lund Madsen, sum er fallin
fyri Fugloy, eftir at hann hevur gjørt sjónvarpsrøð har
Fakta
Anders Lund
Madsen var føddur í
Sorgenfri á Sælandi
í Danmark í 1963.
Hann hevur útbúgving
sum journalistur og
hevur í nógv ár virkað
innan miðlar í Danmark.
Hann hevur skrivað eitt
nú í Ekstrablaðnum,
hann hevur gjørt
nógvar útvarps- og
sjónvarssendingar
fyri Danmarks Radio,
og hann hevur hildið
fyrilestrar og skemtað.
Hann er giftur Karin
Prehst Lund Madsen,
og tey eiga dreingirnar
Modig og Stærkodder og
gentuna Fri. Hann eigur
børnini Sofie My, Bjórk
og Storm við Helle Lund
Madsen, sum hann var
giftur við fram til 2008.
Anders Lund Madsen
hevur gjørt nýggja
sjónvarpsrøð úr Fugloy,
sum hann kallar Den
Yderste Ø. Sendirøðin
hevur verið sýnd á
DR1, hon verður nú
sýnd á KvF, og hon
kann eisini síggjast á
netvarpinum hjá DR.
EG KUNDI HU
AT KEYPT HÚ
Anders Lund Madsen á vitjan hjá Emmu Sigvaldsdóttir í Fugloy