Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. januar 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. JANUAR 2018 SOSIALURIN 5 8 liga væl. Vit komu til eitt frið­ar­ ligt stað, har fólk ikki nýtast at tosa við nakran í fleiri dagar, og so gangi eg knappliga har og snakki allatíðina. Eg eri uppvaksin í Keyp­ mannahavn, havi gjørt nógv radio og tosi nógv, og onkur helt eitt sindur speiskliga fyri, at eg skuldi farið aftur til Danmarkar, tí eg tos­ aði alla­tíðina, sigur Anders Lund Madsen. – Fólk vóru tolin, tað verða tey helst av at búgva eitt slíkt stað, og tað var luksus, at eg kundi fara til eitt so fjarskotið stað og tosa mítt egna mál. Fólk vóru sera vinarlig og fyrikomandi, sigur hann. Friður Tað er eitt vist pallskifti hjá danska miðlamanninum at fara úr danska høvuðsstaðnum, milliónabýnum Keypmannahavn, til Fugloyar, har stívliga fjøruti fólk búgva. – Tá ið eg var barn, var eg onk­ un­tíð í Tivoli um summarið. Har kundi eg koyra í rutsjubana, eta bomm og renna runt ein heilan dag og royna mangt og hvat. Tá ið vit so fóru avstað um kvøldið, og eg setti meg í bilin, legðist ein friður seg yvir alt. Eg hevði líknandi kenslu, tá ið eg kom til Fugloyar. Tað var ein stór­ur mótsetningur til Keyp­ manna­havn, sum larmar allatíðina, og tað er fan­tastiskt, at eg ikki skal long­ur burtur og verða í longri tíð enn tað sama fyri at uppliva slíkan frið, sigur Anders Lund Madsen. – Tað tók nakrar dagar at venja seg við, at einki hendir í Fugloy, men so koyrdi tað bara. Tað var øðrvísi at vera í Fugloy og í Eysturgrønlandi. Í Ittoqqortoormiit vóru vit nógv meira avskorin frá øllum, og tað vóru 800 kilometrar til nærmasta býin. Í Fugloy er fjarskotið og frið­ arligt, men tað er í grundini rætti­ liga sentralt. Ta kensluna dámdi mær væl, og eg má siga, at tað er hug­takandi, at fólk framvegis vilja búgva í oynni, sigur hann. Familjan hjá Anders Lund Mad­ sen treivst sera væl í Fugloy. – Um summarið koma børn úr Klak­svík, Havn og aðrastaðni í Fugl­oynna at ferðast, og tey spæla nógv úti um kvøldarnar og út á nátt­ina. Í Danmark spæla børn í mið­al fýra tímar telduspøl um dag­in, men í Fugloy var tað sum at fara aftur í tíðina, tá ið børn spældi sam­an uttan at nakar vaksin skuldi ansa eftir teimum ella skipa fyri. Míni børn gjørdust beinanvegin part­ur av tí. – Tað er ein munur á at spæla úti í Fugloynni og í einari toppsikraðari fim­leikahøll á Østerbro, og helst eru onkrir størri vandar í Fugloy, men tað er nógv stuttligari. Børnini fingu boð um, hvar tey ikki skuldu fara, og so hendi einki. Vit máttu eis­ini sleppa okkara trongd til at ansa eftir, og tað riggaði fínt, sigur Anders Lund Madsen, sum eini sjálv­ur fekk nógvar upplivingar í nátt­úruni í Fugloy. – Skalt tú veiða fugl á Østerbro, mást tú koyra á dúgvur við bilin­ um. Tað er nakað annað at sita úti í náttúrini í Fugloy og stara og bíða, sigur hann. Leingist Sendirøðin Den Yderste Ø gevur fólki eitt innlit í lívið og fólk í Fugl­ oynni, og Anders Lund Madsen er fegin um, at hann hevur fingið doku­menterað hetta nú. –  Eg kann bara gita, men tað kann verða, at um 20-30 ár búgva ógvu­liga fá fólk í oynni, og tá verð­ ur oyggin næstan avfólkað um vet­ urin. Tí eri eg sera fegin um, at vit hava verið í Fugloy og filmað lívið, sum tað er nú, sigur hann. – Eg vil vísa lívið í Fugloy, og at tað finnist eitt sovorðið stað í rík­ inum, sum kann tykjast so fremm­ ant og fjarskotið, men har mann hugs­ar somu tankar sum fólk alla aðra­staðni. Í grundini eru vit sum menniskju eins, líkamikið um vit búgva í einum stórbýi ella á einari lítlari oyggj. – Eg kundi hugsað mær at farið aft­ur til Fugloyar at filma um vet­ urin, tá ið lívið helst er nakað øðr­ vísi, enn tað er um summarið. Vón­ andi kann tað lata seg gera. Anders Lund Madsen er bitin av Fugloynni, og hann hugsar sær at vitja aftur har. – Eg vil gjarna frætta, um tað verður okkurt hús til sølu í Fugloy, tí eg kundi saktans hugsað mær at fingið eitt summarhús har eina­ ferð. Eg fari at liggja framvið, um okkurt hús verður tøkt at keypa, sigur hann. Tá ið hann verður spurdur, um tað er okkurt í Fugloynni, sum hann kundi hugsað sær at tikið við til Danmarkar, svarar hann: – Mær dámdi sera væl allan mat­ in og friðin, Símun Gullaksen og fólk­ini, men eg kann líkasum ikki taka tað við mær. Heldur leingist eg aftur til Fugloyar. Fái eg eini summarhús har einaferð, kann eg sita og stara eystur í hav. Eg haldi, at tað er hugtakandi, hóast eg veit, at langt frá øll høvdu trivist í Fugloy, sigur Anders Lund Madsen. Fólk vandu seg so líðandi við donsku gestirnar í oynni Símun Gullaksen, bóndi, og Anders Lund Madsen práta