hósdagur 11. januar 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JANUAR 2018
SOSIALURIN 5
9
EYÐUN KLAKSTEIN
T
á ið Stefan Zweig í febr
uar mánaði í 1942 hevði
sent handritið til bókina
Heimurin, ið var – endur
minningar hjá einum evropeara til
forleggjara sín, gjørdi hann enda á
sær. Hann og konan Lotte drukku
bariturát í mongdum, sum gjørdu
av við tey.
Tá ið arbeiðskonan kom til
arbeiðis gjørdist hon óttafull, tí
hon helt seg hoyra okkurt higstr
ella suff úr kamarinum hjá Zweig
hjúnunum, sum ikki vóru á fótum.
Hon fór eftir manninum, og tá ið
tey síðan lótu kamarsdyrnar upp,
funnu tey Stefan og Lotte Zweig
lívleys í songini. Stefan Zweig lá á
rygginum, muðurin eitt vet opin,
meðan unga kona hansara hevði
vent sær, hálvavegna lagt seg inn
yvir mannin og tikið í hond hans
ara, áðrenn deyðin eisini hevur
tikið hana. Lotte Zweig gjørdist
bara tríati trý ára gomul, viðgitni
maður hennara seksti.
Sama ár kom bókin Heimurin, ið
var út, og hon stendur nú eftir sum
høvuðsverkið hjá Stefan Zweig,
sum í livandi lívi upplivdi at verið
ein tann mest lisni og umsetti rit
høvundurin í heiminum.
Flýddi frá dreyminum
Stefan Zweig var føddur í Wien
28. november 1881. Hann var av
jødiskari ætt, og familjan var væl
fyri. Zweig hevði frá ungum árum
– eins og nógvir av javnaldrunum
– ein brennandi áhuga fyri list, og
í Wien, sum var ein evropeiskur
miðdepil fyri mentan, var nógv
at uppliva og fáa íblástur frá. Tá
ið Stefan Zweig á ungum árum
fór at skriva, gjørdist skjótt greitt,
at hann hevði serlig evni til tað,
og við tíðini gjørdist hann ein av
mest lisnu rithøvundum í síni tíð
– og helst tann mest týddi av øllum.
Stefan Zweig vaks upp í frið
artíð, og fá hugsaðu, at Evropa
aftur kundi verða rakt av kríggi,
men so komu tvey eirindaleys
heimskríggj, sum gjørdu enda á tí
Evropa, sum Stefan Zweig kendi
og hámetti. Zweig upplivdi eisini,
at hansara stórseljandi bókaverk
vórðu bannað og brend, tá ið víð
gongdar politiskar rørslur fóru at
trampa í Týsklandi í 1930’unum.
Stefan Zweig flýddi til Ong
lands, har hann búði eitt skifti.
Síðani fór hann til USA, og haðani
til Brasil, har hann livdi seinastu
tíðina. Í Brasil fann hann nakað
av arbeiðsfriði aftur, men útlegdin,
tað knústa Evropa og frástøðan til
sítt savn við bókum, handritum og
tekningum gjørdu, at Stefan Zweig
valdi at gera enda á sær – seta tað
stóra punktumið.
Framúr týðing
Í bókini Heimurin, ið var greiðir
Stefan Zweig frá lívi sínum. Hann
romantiserar og idealiserar upp
vøksturin í 2000 ára gomla al
tjóðastórbýnum Wien í gamla
keisararíkinum, har hann kendi
seg tryggan. Hann droymir um eitt
sameint Evropa uttan mørk, har
frítt er at ferðast. Hansara hugur
ferðast serliga um list og mentan,
og hann orkar ikki tankan um
evropeiskt stríð og kríggj.
Heimurin, ið var er undurgangs
søga hjá Zweig og tí friðarliga og
siðmentaða Evropa, og bókin er ein
kvøða til humanismuna, listina og
tað opna Evropa. Bókin verður av
onkrum kallað heimsins longsta
sjálvmorðsbræv.
Fyri jól kom í føroyskari týð
ing hjá Knút Olsen. Talan er um
eina meistarliga týðing, sum við
floygdum, greiðum og snøggum
máli sigur søguna hjá Stefan
Zweig á føroyskum. Bókin er ein
málslig uppliving at lesa, sam
stundis sum sorgarsøgan hjá
Zweig er hugtakandi. Knút Olsen
hevur megnað framúr væl at seta
føroysk orð á hugtøk og lýsingar,
sum ikki eru so beint fram at flyta
í føroyskt mál. Knút hevur eitt
fjølbroytt og livandi mál, sum tú
sjáldan fært høvi at lesa. Hann
brúkar stundum orð, sum ikki eru
so vanliga at síggja í føroyskum
tekstum, ivaleyst hevur hann eisini
smíðað ymisk orðið til høvi, men
samstundis fellir hann ongantíð
fyri freistingini at gera tað fløkt
ella torskilt. Stefan Zweig kundi
í grundini ikki fingið eitt betri
føroyskt mál enn tað, sum Knút
Olsen hevur givið honum.
Heimurin, ið var er slakar fimm
hundrað síður, og Sprotin hevur
givið út.
Stórverkið hjá Zweig
í meistarligari týðing
UMMÆLI
Knút Olsen hevur gjørt framúr
týðing av verkinum Heimurin,
ið var hjá Stefan Zweig, sum tók
lívið av sær, tá ið hann hevði
sent handritið til forleggjaran
Heimurin, ið var kann nú lesast
í framúr føroyskari týðing
Knút Olsen hevur týtt Heimurin, ið var til føroyskt
Mynd: Birgir Kruse