Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. januar 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. JANUAR 2018 SOSIALURIN 5 10 MILDRIÐ JACOBSEN MILDRID@SOSIALURIN.FO P edagogar hava avgerandi týdning fyri menning og læring hjá børnum á dag­ stovnaøkinum, har teir skapa eitt mennandi og læru­ríkt um­hvørvi fyri børnini. - Tíðin er farin frá at bara at ansa eftir børnum. Nú verður stór­ ur dentur eisini lagdur á at menna, læra og strimbra børnini, sigur Annika Anthoniussen, útbúgv­ ingarleiðari fyri náms­frøði­útbúgv­ ingina á Fróðskaparsetri Føroya. Hon sigur, at tað sama ger seg galdandi á serøkinum, har pedagogar skapa karmar fyri tey við serligum avbjóðingum, so tað eisini er eitt pláss fyri teimum í samfelagnum. Talan kann vera um bæði børn og vaksin við ymiskum menningartarni, likamligum og sálarligum avbjóðingum. - Hvørji foreldur ella onnur avvarðandi hjá barni við avbjóð­ing­ um vilja ikki hava tað besta tilboðið til sítt barn. Er tað ikki tryggandi, at fakfólk, sum skilir og dugir at menna barnið á bestan hátt, er um barnið, spyr Annika Anthoniussen. Hava uppiborið virðing Annika Anthoniussen heldur, at pedagogarnir hava uppiborið virð­ing fyri tað megnararbeiðið, sum teir gera. Hon heldur eisini, at fólk sum heild hava sera stórt álit á arbeiðnum hjá pedagogunum, bæði tá talan er um arbeiðið við smábørnum og fólki við menn­ing­ ar­tarni og breki. Umframt at gera gerandisdagin mennandi og læruríkan hjá børn­ unum, so áliggur tað eisini peda­ gog­unum í dagliga arbeiðnum at duga at meta um, hvørt eitt barn hevur serligar avbjóðingar, og nær tær avbjóðingarnar eru so stórar, at tað hevur brúk fyri stuðuli og hjálp. - Við tað, at pedagogarnir hava tað vitan, sum teir hava, so hava teir betri møguleikar at møta barninum sama hvørjar avbjóðingar, barnið hevur. Teir duga at síggja, hvørjum barnið hevur tørv á, sigur Annika Anthoniussen. Hon vísir somuleiðis á, at ábyrgd­in er sera stór, tá støða skal takast til, um eitt mál er so álvar­samt, at tað skal fráboðast myndug­leikunum. Slík mál koma meira enn so fyri, sigur hon. - Øll hava fráboðanarskyldu í slíkum málum. Hugsast kann, at fak­liga vitanin hjá pedagogunum ger teir skikkaðar til at meta um, hvørt talan er um eina støðu, sum pedagogar mugu gera vart við hjá myndugleikunum, sigur Annika Anthoniussen og leggur aftur­at, - Vit eru farin frá bert at ansa eftir børnunum. Nú snýr tað seg eisini um at strimba, menna og læra børnini. Tað er ein stór ábyrgd, sum krevur nógva vitan, sigur Annika Antoniussen, útbúgvingarleiðari fyri námsfrøðiútbúgvingina á Fróðskaparsetri Føroya. Verkfall STÓR ÁBYRGD LIGGUR Á PEDAGOGUNU Tann fyrsti barnagarðurin í Føroyum kom í 1931. Talan er um barnagarðin hjá nonnunum ella Sankta Josefs barnagarð í Havn. Stutt eftir kríggið lat barnagarður upp í Klaksvík.