hósdagur 11. januar 2018síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JANUAR 2018
SOSIALURIN 5
11
at pedagogútbúgvingin er breið
og samansett fyri at brynja peda
gogarnar til eisini at taka sær av
hesum týðandi uppgávum.
Børnini eru ein íløga
Børn í dag eru ikki, sum børn vóru
fyrr, tá tey hvørki skuldi síggjast
ella hoyrast. Barnaáskoðanin er
ein onnur í dag. Nú verður hugt
eftir hvørjum einstøkum barni,
sum skal mennast so væl sum til
ber, alt eftir hvussu barnið er, og
hvørjar eginleikar tað hevur.
- Børnini eru ein íløga, og vit
skulu tryggja okkum, at børn okk
ara verða so væl fyrireikað, sum
til ber, til at liva og virka í dags
ins samfelag, sum broytist øgiliga
skjótt og nógv, sigur Annika
Anthoniussen.
Hon sigur, at tað arbeiðið, sum
pedagogarnir gera, er umráðandi,
um børnini skulu verða før fyri at
lúka krøvini, sum verða sett einum
samfelagsborgara í dag. Pedagog
arnir eru útbúnir til at strimbra
og menna barnið, so tað hevur eitt
grundarlag at standa á, tá tað skal
taka í móti framtíðar avbjóðingum.
- Nútíðarsamfelagið er krevjandi
bæði hjá vaksnum og hjá børnum.
Heimurin er latin upp, og vitan
floymir inn yvir okkum, og stór
krøv verða sett til ein vælvirkandi
borgara í dagsins samfelag, sigur
Annika Anthoniussen.
Børn læra alla tíðina
Barnaárini hava sera stóran týdn
ing fyri menningina hjá barninum.
Tað er umráðandi, at tey fáa tær
avbjóðingarnar, sum tey skulu
hava, og at tey sleppa at royna seg
innan øll øki.
Børn læra alla tíðina, og børn
í einum virknum umhvørvi við
útbúnum pedagogum læra nógv,
uttan at tey leggja tað til merkis.
Annika Anthoniussen sigur, at
eitt nú byrjar málmenning longu í
vøggustovuni, og at børnini gjøgn
um spæl læra støddir og skap.
Eisini verður arbeitt á stovn
unum við evnum á spennandi og
skapandi hátt, har vitan verður
flættað uppí.
- Barnið hugsar ikki um, at tað
lærir, hóast tað lærir nógv. Tað eru
pedagogarnir tilvitaðir um, sigur
Annika Anthoniussen og vísir á,
at barnið spælir seg til lærdóm.
Námsfrøðilig stevnumið
Arbeiðið hjá pedagogunum í dag
stovnum verður lagt til rættis
sambært námsfrøðiligu stevnu
miðunum, sum hava støðið í
endamálsgreinini í løgtingslóg frá
10. mai í 2000 um dagstovnar og
dagrøkt.
Í stevnumiðunum, sum Menta
málaráðið hevur orðað, verður víst
á serligu førleikarnar sum náms
frøðingar hava ognað sær í síni
útbúgving.
Stevnumiðini eru eisini grund
arlagið undir einari ársætlan, har
stovnarnir skulu staðfesta, hvussu
teir ætla at arbeiða tað komandi
árið, og ársætlanin skal byggja á
eina eftirmeting av pedagogiska
arbeiðnum.
Endamálið við námsfrøðiligu
stevnumiðunum er at geva leið
arum, námsfrøðingum og øðrum
starvsfólkum eina námsfrøðiliga
stevnu at miða arbeiðið eftir, og
tey eru ætlað at eggja til umhugsan
um pedagogiska virksemið.
D
UM
Tað tekur fýra ár at
læra til pedagog.
Pedagogútbúgvingin
er ein bachelor
útbúgving.
Fyrsti bachelor
árgangurin byrjaði
á Fróðskaparsetri
Føroya í 2008.
Hesi árini eru 338
næmingar byrjaðir
at lesa til pedagog á
Fróðskaparsetrinum.
Fráfallið er lítið.
Pláss er fyri 35
næmingum hvørt ár.
Í 1950 kom
Drotning Ingridar
barnagarður í Havn.
Tann fyrsti barna
garðurin í Eysturoynni
kom í 1982.
Á Tvøroyri varð
fyrsti barnagarðurin
bygdur í 1990.
Í Sørvági kom fyrsti
barnagarðurin
í 1994.