Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. januar 2018síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. JANUAR 2018 SOSIALURIN 5 12 TEMA: Verkfall – Vit hava eina fýra ára langa útbúgving, sum politiska skipanin hevur sett á stovn, og politiska skipanin eigur ikki at vera so bláoygd at halda, at tað ikki eisini kostar, staðfestir Maud Wang Hansen, fyrrverandi forkvinna í Føroya Pedagogfelag ANNIKA KUNOY IM ANNIKA@SOSIALURIN.FO L æ r a r a r o g sjúkrarøktarfrøðingar hava heilt onnur a r b e i ð s ­v i ð u r ­s k i f t i enn námsfrøðingar. Sam­ anumtikið byrja hesar tríggjar útbúgvingarnar á einum lágum lønarstigi, men lærarar og sjúkrarøktarfrøðingar hava ymiskar advansir og viðbøtur fyri ym­iskt innbygt í sína lønarskipan. Kvinnustørv lægri lønt Orsøkin til, at júst hesi størvini eru lægri lønt enn onnur størv við somu út­búgv­ing­arlongd er, at størvini – undantikið lær­ara­starvið – eru traditionell umsorganar- og kvinnustørv. Eitt argument, sum ofta verður brúkt ímóti hesum bólkunum, tá tosað verður um at hækka lønina er, at fleiri í hesum bólk­unum arbeiða niðursetta tíð. Námsfrøðingar og sjúkrarøkt­ arfrøð­ing­ar arbeiða 40 tímar á gólvinum fulla tíð. Uttan so, at arbeitt verður døgnarbeiði, og tá eru aðar arbeiðsumstøður, greiðir hon frá. – Kanska átti arbeiðstíðin at verði sett niður, og lønin sett upp, og so sá man eina betri meining í, at man hevur so langa útbúgving, sum man hevur, sigur hon. Í dag er lærarastarvið eisini eitt kvinnu­starv, og fleiri lærarar ynskja eisini at ar­beiða niðursetta tíð. – Familjumynstrið í Føroyum er so­leiðis, at kvinnur í stóran mun framvegis hava stóra ábyrgd í heiminum og við børn­un­um, staðfestir hon. Hon greiðir frá, at hóast hetta ofta hev­ur verið tosað um og umrøtt, so ger tað ikki støðuna rættari. – Tað er ongin ivi í, at hevði hetta verið eitt mannfólkadominerað øki, so høvdu teir als ikki funnið seg í slík­um arbeiðs­um­støðum ella lønini. Á pedagog­iska øk­in­um fara menn ofta tíðliga í leiðarastørv, hóast summir arbeiða undir somu treytum sum kvinnurnar, men teir eru alt ov fáir, sigur hon. Orsøkin til, at vit enn tosa um hendan ójavnaðin í lønum, nú vit skriva 2018 er, at politiska skipanin hevur verið stýrd av monnum. Hesir somu menninir hava ikki havt virðing fyri námsfrøðiliga fak­in­um, og teir síggja ikki, at børnini skulu menn­ast og búgvast til samfelagið, sum vit liva í í dag. Maud Wang Hansen heldur, at tað eru stórar avbjóðingar á øllum frontum, tí sam­felagið í dag er so mikið komplekst, og krøv­ini til børnini eru ómetaliga stór, longu tá tey fara í fyrsta flokk. – Tí krevur tað, at man longu frá vøggu­stovu­aldri hevur greiðar og fakliga grund­aðar mannagongdir at arbeiða eftir, soleiðis at man fær tikið hond um øll børn­ini, sigur hon. Verður lønin ikki broytt, elvir tað til eina væntandi javnstøðu, og tað fer at fast­halda kvinnuni í einum undirluta leik­luti. – Tíðin er komin til at broyta hugburð til kvinnustørvini og geva teimum betri sømdir enn onnur, sigur hon. Væl definerað arbeiðsuppgáva Orsøkin til manglandi virðing fyri náms­frøðiliga yrkinum er ikki, at námsfrøðiliga uppgávan er ov illa definerað, heldur Maud Wang Hansen. – Dagstovnalógin er væl útgreinað, og síðani hevur man nøkur námsfrøðilig mál, sum man eisini roynir at raðfesta, um­framt námsfrøðilig stevnumið, sum er ein máti at røkka teim málunum og at halda lógina, sigur hon. – Tað eru nógvar skipanir í ymisku stovn­unum fyri at tryggja, at man hevur sæð alt rundan um barnið, leggur hon aftur­at. Myndugleikar mangla innlit í at hetta er eitt fakliga komplekst øki, og tað krevur servitan. – Vit hava eina fýra ára langa útbúgving, sum politiska skipanin hevur sett á stovn, og politiska skipanin eigur ikki at vera so bláoygd at halda, at tað ikki eisini kostar, staðfestir hon. Vandi fyri at kvinnurnar flyta Hon greiðir frá, at í øðrum londum í út­norð­uri, har tey eisini liva av fiskivinnu og fleiri eru sjómenn, liggur nógv ábyrgd á kvinnunum at hava bæði hús, børn og arbeiði, og tí velja fleiri ikki at ar­beiða fulla tíð. Tær kvinnurnar verða fátak­æri uppá seg, um tær ikki hava maka, og tað eru eisini tær, ið oftast flyta av land­inum og fara aðrastaðni at búgva. Júst nú hava vit eina positiva tilflyt­ingar­gongd í Føroyum, men tað er tí, at vit hava broytt útbúgv­ingarskipanina hjá okk­um. Nú verður tó eisini spart á Fróð­skap­ar­setr­in­um, so spurningurin er, hvussu longi tann gongdin verur so positiv. – Artiska økið er í serstøðu, tí vit síggja, at kvinnur og børn flyta úr økin­um til býirnar ella uttanlands. Tann vandin er alla tíðina til staðar, tí lønin hjá náms­frøð­ing­um er hægri til dømis í Danmark, og í Noregi er hon nógv, nógv hægri. Hetta er rættiliga alarmerandi og kann verða við til at gera at ein týðandi bólkur fer at mangla í samfelagnum, sigur hon. Dagstovnar skapa virðisøking Tá man fer undir samráðingar, sum nú so er tað burturvið, at eitt felag verður favorit­iserað við góðum endalønum, og tað næsta felagið verður ignorerað. Tað eigur ikki at bera til, heldur hon. Hon heldur, at Pedagogfelagið skal standa fast við síni krøv um betri lønar­við­urskifti. – Skuldi tað nakrantíð verið møgu­leik­ar til betri lønarviðurskifti, so er tað nú við hesi samgonguni, sum við allari síni politisku profilering hevur sett orð á týdn­ingin av samfelagnum, børnunum, út­búgv­ing og menning. Tí er hetta rætta løt­an at lyfta bólkarnar, sigur hon. Námsfrøðingar arbeiða á stovnum, skúl­um og serøkjum. Tað er eitt komplekst øki, har øll ikki eru líka stødd. Tó hava øll tørv á hægri løn. Landið umboðar á leið ein triðing, meðan kommunurnar hava størsta partin. Hon heldur, at kommunurnar ofta siga, at økið er ov kostnaðarmikið, sam­stundis sum tær kappast um at seta foreldra­ gjaldið niður, so tað næstan onki kostar at hava børnini á dagstovni. –Familjur flyta ikki til eina bygd ella ein bý, har ongin dagstovnur er. Komm­un­urnar fáa allar pengarnar aftur, sum tær leggja í dagstovnaøkið, og tí skapar økið eisini virðisøking, heldur Maud Wang Hansen. Fær avleiðingar um námsfrøðingar ikki fáa lyft Vit síggja longu nú, at færri velja náms­frøði­út­búgvingina, og fleiri arbeiða niðursetta tíð. Nógv taka eisini eina eykaútbúgving og velja leiðarastørv ístaðin fyri at verða vanligir námsfrøðingar, greiðir hon frá. – Tað at vera vanligur námsfrøðingur verður minni attraktivt, og tað er harmi­ligt, tí tað er eitt tað týdningarmesta starvið í heiminum, staðfestir hon. Hon heldur eisini, at ein slík gongd ávirk­ar børnini í tann mun, at tey ikki fáa ta góðskuna, sum tey hava krav uppá. – E i n v æ l ú tb ú g v i n námsfrøðingur klár­ar sjálvsagt at lyfta nakrar uppgávur, sum eitt Ongin virðing f námsfrøðingum “Vit hava eina fýra ára langa útbúgving, sum politiska skipanin hevur sett á stovn, og politiska skipanin eigur ikki at vera so bláoygd at halda, at tað ikki eisini kostar” “Tað at vera vanligur námsfrøðingur verður minni attraktivt, og tað er harmiligt, tí tað er eitt tað týdningarmesta starvið í heiminum” Fyrrverandi forkvinna: