Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. januar 2018síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. JANUAR 2018 SOSIALURIN 5 13 – Hetta er einfalt Tað er sera einfalt. Tá ið tað verður kravt, at ávísar útbúgvingar skulu vera bachelor útbúgvingar, so skal eisini verða kravt, at hesir somu bólkarnir fáa løn eftir eini felags lønartalvu, og at grundstøðið hækkar, sigur Gunnleivur Dalsgaard, fyrrverandi formaður í Starvsmannafelagnum ANNIKA KUNOY IM ANNIKA@SOSIALURIN.FO E in tann størsti feil­urin myndug­ leik­arnir hava gjørt er, at báðir part­ar ikki hava arbeitt við at gera lønarskipanina so­leiðis, at líka løn verður latin teimum, sum hava líka útbúgving, heldur Gunn­leivur Dalsgaard, fyrr­ verandi formaður í Starvs­ manna­felagnum. – Grundarlagið fyri eini bachelor útbúgving á Fróð­ skaparasetrinum eigur at verða á einum ávísum støði, og almenni arbeiðsgevarin og fakfeløgini hava ikki røkt sína skyldu til fulnar, tá tey ikki hava funnið útav at gera hetta frá byrjan av, sigur hann –Tað er sera einfalt. Tá ið tað verður kravt, at ávísar útbúgvingar skulu vera bachelor útbúgvingar, so skal eisini verða kravt, at hesir somu bólkarnir fáa løn eftir eini felags lønartalvu, og at grundstøðið hækkar. Síð­ani kunnu viðbøtir verða lagdar afturat, tá ávís­ir bólkar hava størri ábyrgd og størri krøv á summ­um økjum. Hvar tann ábyrgdin liggur mugu part­arnir, ið sessast við sam­ráð­ing­ar­ borðið avgera, heldur hann Hann heldur eisini, at fleiri av hesum trupul­leik­ un­um høvdu verið loystir, um hendan lønarskipanin varð sett í verk við tað sama, tá kravt varð, at útbúgv­ ing­arnar skuldu verða á bachelor støði. Gunnleivur Dalsgaard sig­ur, at partarnir eiga at loysa ósemjuna og seta eina felags lønartalvu fyri hes­ar tríggjar bólkarnar. Ósemj­an og verkfallið er ein avleiðing av eini vænt­andi samskipan av felags løn­ar­talvu, tí felagið stríðist við at grund­ geva fyri, hví lønin skal lyft­ ast upp á sama støði, sum hjá øðrum bólkum. Onki fak­felag stríðist ímóti ein­ um verkfalli. Verkfalli hend­ ir, tá fakfelagið onki annað vápn hevur, og síðani velur at fara til hús. –Nú liggur hvør bólkur og stíðist hvør sær. Ístaðin eiga allir partar at seta seg nið­ur og gera ein felags løn­artalvu. Skyldan hvílur á øllum pørtum, staðfestir hann. – Her er ein einføld loysn. Tað líkist ongum, at partarnir ikki kunnu semj­ ast. Partarnir áttu at sett seg saman, at brúkt sama grundarlag fyri somu út­ búgv­ingar, givið teim­um, ið hava krav uppá betri sømdir eitt lyft, og enda stríðið, sig­ ur hann til endans. fyri m óútbúgvið fólk ikki klárar at lyfta. Hjálp­arfólk og námsfrøðingar eru hvør sítt, staðfestir hon. – Samfelagið krevur meir av teimum, sum hava útbúgving, og tí má lønin fylgja við. Tá fært tú nøgd starvsfólk, sigur Maud Wang Hansen. Fólk gera ov lítið um seg Spurd hvat skal til fyri at semja verður funn­in millum partarnar, greiðir Maud frá, at hon heldur at fólk gera alt ov lítið um seg. Sjálv hevði hon væntað eina revolu­tión eftir jól, tí Pedagogfelagið varð so illa viðfarið fyri jól. – Tað er púra burturvið, at komm­un­ur­nar blokkera alt dagstovnaøkið, og at vit í miðlunum hoyra, hvussu hart verk­fallið rakar einstakar persónar, sum eru veikari í samfelagnum. Eg haldi, at sam­felagið átti at reist seg upp og skipa fyri mót­mælistiltøkum, staðfestir hon. – Eru vit í einum stríði, so mugu vit vísa, at vit stríðast. Vit mangla at hoyra allar røddirnar. Eg sakni at hoyra frá limunum í Pedagogfelagnum og teimum, sum verða rakt av verkfallinum. Ongin eigur at hava ringa samvitsku av at úttala seg um, hvussu ræðuligt hetta er. Hetta rakar fólk øgiliga hart – tey, sum ikki sleppa til ar­beiðis og teirra børn, og tey sum hava trupl­ar umstøður á serøkinum, staðfestir hon. Tað er stórur munur á hesum verk­fall­inum og verkfallinum hjá Pedagog­felagnum í 2012. Treytin hjá nevndini tá var, at skuldi nakar fáa endurgjald frá felagnum, so var tað eitt krav, at tey møttu upp til tiltøk og vóru sjónlig í øllum sam­ felagn­um meðan verkfallið vardi. – Eg undrist á, at føroyska samfelagið ikki fer í dundrandi mótmæli um, at myndug­leikarnir sita so kúrrir og spara pengar hvønn dag, sigur hon. Arbeiðsgevarin eigur at taka hond um síni starvsfólk og unna teimum tað allar­besta og hini, sum eru rakt av støðuni skulu fara í hernað. – Spurningurin er, hvørjir gíslatakarnir eru og hvør tað er, sum setur samfelagið í hesa støðuna, sigur hon. – Eg vóni, at Pedagogfelagið s l e p p u r f r a m ­a t samráðingarborðinum skjótt, og at felagið fær eina munandi lønarhækkan, stað­festir Maud Wang Hansen. “Eg undrist á, at føroyska samfelagið ikki fer í dundrandi mótmæli um, at myndugleikarnir sita so kúrrir, og spara pengar hvønn dag” Gunnleivur Dalsgaard: