hósdagur 11. januar 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JANUAR 2018
SOSIALURIN 5
14
TEMA: Verkfall
PEDAGOGARNIR A
MILDRIÐ JACOBSEN
MILDRID@SOSIALURIN.FO
T
að tekur fýra ár á skúla
bonki á Fróðskaparsetr
inum at gerast pedagog
ur. Útbúgvingartíðin er
tann sama hjá lærarum og sjúkr
arøktarfrøðingum. Men eftir 12 ár
á arbeiðsmarknaðinum fáa peda
gogar næstan 6.000 krónur minni
í løn um mánaðin enn sjúkrarøkt
arfrøðingar og úti við 5.000 krónur
minni enn lærarar.
Við slagorðinum ”líka løn fyri
líka útbúgving” krevur Føroya
Pedagogfelag hægri løn til limirnar
í felagnum. Pedagogfelagið saman
ber sínar limir við lærarar og
sjúkrarøktarfrøðingar og vísir á, at
útbúgving og ábyrgd er tann sama
hjá øllum trimum fakbólkum.
Ein gjøgnumgongd av lønar
talvunum hjá teimum trimum
fakfeløgunum vísir greitt, at peda
gogarnir fáa væl minni í løn enn
lærarar og sjúkrarøktarfrøðingar.
Tað er ongin serligur munur á
lønini hjá pedagogum og lærarum,
tá teir fara av skúlabonki út á
arbeiðsmarknaðin. Hinvegin fáa
sjúkrarøktarfrøðingarnir sambært
nýggja sáttmálanum, sum varð
fingin í lag við Fíggjarmálaráðið
tann 30. november í fjør, einar
1.500 krónur meira í grundløn
um mánaðin enn bæði lærarar
og pedagogar fáa, tá teir byrja at
arbeiða innan sítt starvsøkið.
Tá ein pedagogur hevur arbeitt
í fýra ár, er hann longu lønarliga
afturúrsigldur samanborið við
lærarar og sjúkrarøktarfrøðingar.
Lønin hjá einum pedagogi hækk
ar við umleið 500 krónum um
mánaðin annaðhvørt ár. Hjá
lærarunum hækkar lønin meira
enn tvífalt so nógv, og lønin hjá
sjúkrarøktarfrøðingunum hækkar
slakar 1.500 krónur um mánaðin
annaðhvørt ár tey fyrstu árini.
Eftir fýra ár fer lønin hjá einum
pedagogi í starvi á dagstovni upp í
slakar 26.500 krónur um mánaðin.
Lønin hjá einum fólkaskúlalærara
er tá knappliga 28.000 krónur
um mánaðin, og grundlønin hjá
sjúkrarøktarfrøðinginum fer upp
í 29.400 krónur.
BYRJANARLØN UM MÁNAÐIN:
Pedagogar
lærarar
sjúkrarøktarfrøðingar
kr. 25.423,01
kr. 25.560,49
kr. 26.500,00
GRUNDLØN EFTIR FÝRA ÁR
Pedagogar
Lærarar
Sjúkrarøktarfrøðingar
kr. 26.428,29
kr. 27.852,29
kr. 29.383,44