hósdagur 11. januar 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JANUAR 2018
SOSIALURIN 5
15
AFTURÚRSIGLDIR
Lønarmunurin bara økist mill
um pedagogar, lærarar og sjúkra
røktarfrøðingar, sum árini ganga.
Eftir átta ár á arbeiðsmarkn
aðurin er mánaðarlønin hjá peda
gogum góðar 3.000 krónur minni
enn hjá lærarum, og stívliga 5.000
krónur minni enn mánaðarlønin
hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.
Endalønin hjá lærarunum er
góðar 33.000 krónur. Teir koma
upp á endalønina, tá tá teir hava
arbeitt í 12 ár. Endalønin hjá sjúkra
røktarfrøðingunum er góðar 34.000
krónur. Sjúkrarøktarfrøðingarnir
røkka endalønini eftir 10 ár á ar
beiðsmarknaðinum.
Tá ein pedagogur hevur arbeitt
í 12 ár, fer lønin hjá honum upp á
góðar 28.000 krónur um mánaðin.
Ein pedagogur røkkur ikki enda
lønini, fyrr enn hann hevur arbeitt
í 16 ár, og tá fær hann slakar 30.000
krónur um mánaðin.
Eisini munur á gjøldum
fyri ótíðararbeiði
Sjúkrarøktarfrøðingar og peda
gogar, sum arbeiða í skiftandi
vaktum, fáa ótíðargjøld fyri for
skotnar arbeiðstíðir. Gjøldini, sum
sjúkrarøktarfrøðingar fáa fyri
forskotna arbeiðstíð, eru hægri,
enn gjøldini, sum pedagogar
fáa fyri at arbeiða uttanfyri
vanliga arbeiðstíð. Pedagogar
á dagstovnum arbeiða ikki for
skotna tíð.
Lærarar fáa ikki eyka gjøld
fyri forskotna arbeiðstíð. Teir
fáa kortini løn fyri leysar undir
vísingartímar. Ein vikarur, sum
frammanundan er lærari í skúl
anum, fær 339,60 krónur fyri
vikartímar. Ein læraralærdur utt
anífrá fær 270,85 krónur og ein
sergreinalærari fær 234,58 krónur.
Skúlaleiðarar, sum taka vikar
tímar, fáa onga eyka samsýning
fyri tað.
Eftirlønin lægst
hjá pedagogum
Tá hugt verður eftir eftirlønini hjá
teimum trimum fakbólkunum er
støðan tann sama. Pedagogarnir
fáa minni eftirløn enn bæði lær
arar og sjúkrarøktarfrøðingar. Hjá
lærarum er eftirlønin 15 prosent,
og tað er eftirlønin hjá sjúkrarøkt
arfrøðingunum eisini.
Tá talan er um pedagogar, er
eftirlønin 12 prosent ella 14 prosent.
Tað veldst um, hvørt pedagogarnir
arbeiða hjá kommununum ella hjá
landinum. Pedagogar, sum arbeiða
á kommunalum stovnum, fáa 12
prosent í eftirløn, og pedagogar,
sum arbeiða hjá landinum, fáa 14
prosent í eftirløn.
Leiðandi pedagogar
forvinna minst
Eisini tá talan er um leiðaralønir
innan teir tríggjar fakbólkarnar,
eru pedagogarnir niðast á lønar
listanum.
Sambært Føroya Pedagogfelag
byrja nógvir dagstovnaleiðarar við
einari mánaðarløn á slakar 31.000
krónur um mánaðin, og endalønin
hjá teimum er knappliga 34.000
krónur. Ein annar stórur partur
av leiðarunum á dagstovnunum
byrjar við einari løn, sum er umleið
32.000 krónur um mánaðin. Teirra
endaløn er um 35.000 krónur um
mánaðin. Á dagstovnum við meira
enn 100 børnum er endalønin hjá
leiðarunum slakar 37.000 krónur.
Bara tríggir stovnar eru so stórir.
Vanliga skúlaleiðaralønin kring
landið er umleið 40.000 krónur
sambært Lærarafelag Føroya.
Talan er um skúlar, ið hava upp til
250 næmingar. Best løntu skúla
stjórarnir eru á teimum báðum
størstu skúlunum, sum eru skúlin
á Skúlatrøð í Klaksvík og skúlin
á Fløtum í Havn. Stjóralønirnar
har eru slakar 50.000 krónur um
mánaðin.
Hjá sjúkrarøktarfrøðingunum
fáa varaleiðarar uttan førleika
viðbøtur slakar 37.000 krónur í
mánaðarløn. Aðrir varaleiðarar
fáa knappliga 39.000 krónur um
mánaðin. Deildarleiðarar fáa úti
við 41.000 krónur um mánaðin,
og leiðandi sjúkrarøktarfrøðingar
fáa stívliga 45.000 krónur. Best
lønti sjúkrarøktarfrøðileiðarin fær
góðar 50.000 krónur í mánaðarløn.
Talan er um varastjórastarvið á
Landssjúkrahúsinum.
GRUNDLØN EFTIR ÁTTA ÁR
Pedagogar
Lærarar
Sjúkrarøktarfrøðingar
Kr. 27.434,83
Kr. 30.540,21
Kr. 32.580,62__
ENDALØN
Pedagogar
Lærarar
Sjúkrarøktarfrøðingar
Kr. 29.949,93 eftir 16 ár
kr. 33.139,51 eftir 12 ár
kr. 34.307,39 eftir 10 ár
EFTIRLØN:
Pedagogar
Lærarar
Sjúkrarøktarfrøðingar
12% / 14%
15%
15%