hósdagur 11. januar 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JANUAR 2018
SOSIALURIN 5
16
ÁRNI GREGERSEN
H
ann er kendur fyri
at vera eitt sindur
buldrasligur.
Reiðarin og vinnu
lívsmaðurin í Klaksvík, Hanus
Hansen.
Hann hevur verið nógv at hoyra
hesi seinastu tvey árini, meðani vit
hava kjakast um eina fiskivinnu
nýskipan.
Bráður er hann eisini og hann
leggur ikki fingrarnar ímillum, tá
ið hann skal siga okkurt.
Tað hava bæði politikarar og
embætisfólk merkt undir drúgva
stríðnum um fiskivinnunýskip
anina.
Hanus Hansen er reiðari og
stjóri fyri einari stórari fyritøku í
Klaksvík. Hann hevur hesa tíðina
barst ógvusliga fyri áhugamálun
um hjá fyritøkuni, men hvussu
sær hann støðuna nú, lógin um
fyrisiting av sjófeingi er komin í
gildi.
-Broytingarnar, sum vóru
gjørdar undir viðgerðini hava bøtt
um støðuna, burtursæð at vit eru
serliga hart rakt av tí sum er hent
við viðurskiftunum í Barentshav
inum, sigur hann, nú ein góð vika
er farin av januar 2018.
Sjálvt um hann ikki er nøgdur
við alt í nýggju skipanini, so er
hann meira hóvligur í orð og tal nú.
Broytingarnar í antitrust-part
inum í lógini komu rættulgia væl
við.
-Tað ger at vit fáa handla nú
og ikki eru bundnir, so vit ikki fáa
brúkt øll skipini til tað, sum tey
eru best hoskað til. Tað ger alt eitt
sindur lættari enn um antitrust
markið ikki varð hækkað, sigur
Hanus Hansen.
Nógv virksemi
Hanus Hansen er stjóri í JFK. Fyri
tøkan arbeiðir í øllum, sum hevur
við fiskivinnu at gera í Klaksvík.
Tveir tolarar fiska fyri tað mesta
í Baredntshavinum, tey hava fleiri
partrolarar, sum fiska undir Før
oyum, línuskip og partar av línu
skipum, sum fiska undir Føroyum,
Íslandi, Grønlandi og á Flemish
Cap.
Fyritøkan arbeiðir eisini í upp
sjóvarvinnuni, umframt at hon
hevur stóra flakavirkið í Klaksvík,
Kósina.
Tí hevur nýggja lógin um fyri
siting av sjófeingi ómetaliga stóra
ávirkan á fyritøkuna.
-Fyri JFK hevur tað altíð verið
soleiðis og er tað enn, at fiskiskap
urin eystanfyri hevur havt ómeta
liga stóran týdning fyri fyritøkuna.
Heshesi seinastu árini hevur JFK
havtu 45 prosent av rættindunum
í Barentshavinum, sigur Hanus
Hansen.
Hann sigur, at saman við nið
urskurðinum í heildarkvotuni er
fyritøkan ógvuliga hart rakt.
-Tað sum føroyski parturin er
minkaður, er tað sama sum Enni
berg árliga hevur fiskað, sigur
Hanus Hansen.
Reiðarin sær rættuliga svart
uppá støðuna og hann óttast fyri,
at JFK noyðist at sleppa sær av við
annan trolaran, sum hevur roynt
eystanfyri.
Talan verður helst um Sjúðrar
berg, tí at Gadus er tað skipið,
sum er betur egnaður til handan
fiskiskapin.
-Sjálvandi hevur hetta nakað at
siga fyri JFK, men eg hugsi eisini
um manningina, sum hesi árini
hevur gjørt eitt megnararbeiðið,
men sum nú kanska fara at merkja,
at skipið verður selt undan teim
um, sigur Hanus Hansen.
Ongi nýggj skip
Tá ið Hanus Hansen hyggur at tí,
sum er komið burturúr samráð
ingunum og kjakinum um nýggju
fiskivinnuskipanina, so sær hann
rættuliga svart uppá framtíðina.
-Ja, eg má viðganga, at eg síggi
rættuliga svart uppoá heildar
støðuna, sigur hann.
-Eg eri yvirbevístur um, at
Hanus Hansen, reiðari:
ONKI NÝTT SK
TIL FØROYAR
HESI NÝSKIPA
Reiðarin og vinnulívsmaðurin í Klaksvík er
dapurskygdur vegna føroysku fiskivinnuna, eftir
at lógin um fyrisiting av sjófeingi er sett í gildi
Sjúðrarberg kann enda við at verða seldur av landinum.
Stóra flakavirkið Kósin hevur mong arbeiðspláss í Klaksvík.