hósdagur 11. januar 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JANUAR 2018
SOSIALURIN 5
17
føroyingar ikki fara at byggja
ella keypa eitt einasta nýtt skip
komandi árini. Til tess eru viður
skiftini alt ov ótrygg. Okkurt skip
verður skift út við okkurt annað
hálvgamalt, men ongin fer ujndir
at byggja nýtt skip til fiskiveiðu
undir hesum treytunum, sigur
hann avgjørdur.
Hann saknar í stóran mun, at
vinnan fær tryggari karmar.
Tað, sum bæði Hanus Hansen og
fiskivinnan sum heild ræðist, er, at
ein partur av rættindunum at fiska
skal tvørtur um eina almenna upp
boðssølu.
-Vit skulu lata eitt boð inn í ein
um afturlatnum brævbjálva. Vit
hava onga hylling á, um vit raka
marknaðarvirði ella hvat aðrir
bjóða. Mær dámar als ikki upp
boðssølu í fiskivinnuni og upp
aftur minni hetta slagið, tá ið boð
ini verða latin inn uppá handan
mátan, sigur Hanus Hansen.
Generelt hevur vinnan funnist
harðliga at nógvum ymiskum í
nýggju lógini. Eisini Hanus Hansen
var hvassorðaður.
Eitt skifti segði hann, at lógin
fór at gera tað ómøguligt at halda
fram við arbeiðnum á Kósini.
-Ja, tað er rætt. Tað var ikki talan
um hóttan, men um ein meting av
støðuni, sum vit gjørdu tá. Nú er
so mikið broytt, at hetta ikki gerst
veruleiki og tað eru vit sjálvandi øll
fegin um nú.
Sáttmálar
Sjálvt um lógin er lýst og fleiri
kunngerðir eisini, so er nógv eftir
at gera til alt í lógini fær virknað.
Millum annað verður fiskiskap
urin undir Føroyum framvegis
skipaður eftir fiskidagaskipinani.
Ætlanin er annars, at farast skal
til kvotaskipan í staðin fyri. Kvota
skipanin er tó fyribils útsett til 1.
januar 2019.
Fleiri onnur viðurskifti eru eftir
at fáa uppá pláss. Til dømis er lógin
um veiðugjald ikki komin aftur úr
nevnd, so enn veit ongin fyri vissu
hvussu hon verður.
Ein spurningur, sum Hanus
Hansen saman við hinum reiðar
unum, noyðist at taka støðu til, eru
manningarsáttmálarnir.
Hann leggur afturat, at fyri
Barentshavstrolararnar fer hetta
at hava avgerandi týdning. Í mun
til nú væntar hann at missa eini
70 prosent. Tá telur hann niður
skurðin, sum er 35 prosent av
teimum 45 prosentunum fyritøk
an hevur havt við, umframt niður
skurðin í kvotuni og veiðugjaldið.
Í lógini um fyrisiting av sjófeingi
stendur, at manningarnar skulu
lønast eftir sáttmálum við før
oysku manningarfeløgini.
Í løtuni eru galdandi sáttmálar
millum manningarfeløgini og
Reiðarafelagið bert longdir til
nýggjur sáttmáli verður gjørdur,
men samráðingar verða rættuliga
skjótt.
-Ja, og tað kann fara at gerast
torført at finna ein sáttmála, sum
vit fara at semjast um, sigur Hanus
Hansen.
Hann sigur, at stóri spurningurin
sjálvandi verður, hvør skal gjalda
fyri uppboðssølupartin og hvussu
veiðugjaldið skal avroknast.
Hetta er ein spurningur, sum
partarnir á arbeiðsmarknaðinum
– tað vil siga manningarfeløgini
og Reiðarafelagið, vanliga samráða
seg til.
Vanliga meðalbýtið hevur í
mong ár verið, at manningarnar
hava fingið 40 prosent av veiðu
virðinum og reiðarin 60 prosent. Í
sáttmálunum er so avtalað, hvørjar
útreiðslur manningin tekur lut í at
gjalda og hvat reiðarin einsamallur
skal gjalda, áðrenn býtt verður.
-Hesir spurningarnir standa
rættuliga opnir, so tað verður ein
stórur partur av samráðingunum
um nýggju sáttmálarnar. So fáa
vit at síggja hvusu við fáa tað uppá
pláss, sigur Hanus Hansen.
Svørt útlit
Hanus Hansen sigur, at hann
vegna fiskivinnuna framvegis er
rættuliga dapurskygdur.
-Støðan er gjørd soleiðis nú,
at ongin reiðari í Føroyum fer at
megna ella vilja byggja eitt nýtt
fiskiskip. Ótryggleikin er ov stórur,
sigur Hanus Hansen.
Hann leggur tó afturat, at
dapurskygni í dag, kanska er held
ur minni enn tað var, tá ið harðast
stóð á í kajkinum .
-Men fyri JFK rakar niðurskurð
urin í Barentshavinum hart. Tað
hevur verið tað javna grundarlagið
undir fyritøkuni í mong ár. Nú er
hetta eisini óvist og tað ger eisini
gerandisdgin hjá allari fyritøkuni
óvissan, leggur hann afturat.
Hanus Hansen ásannar tó, at
nakrar av broytingunum, sum
vórðu gjørdar í seinasta partinum
av viðgerðini, gjørdu tað meira livi
ligt hjá einum parti av fyritøkuni.
-Men niðurskurðurin í Barents
havinum svíður hart hjá JFK, sigur
Hanus Hansen, reiðari og stjóri í
JFK-samtakinum.
KIP
R VIÐ
ANINI
Hanus Hansen,
reiðari og stjóri, er
dapurskygdur vegna
føroysku fiskivinnuna.
Gadus roynir so at siga bert eystanfyri. Tað verður helst soleiðis, at
hann fer at klára at fiska meginpartin av kvotuni hjá fyritøkuni.
Fyritøkan hevur eisini fleiri pør - millum annað Stjørnuna og Polarhav