hósdagur 11. januar 2018síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JANUAR 2018
SOSIALURIN 5
18
ÁRNI GREGERSEN
A
t enn ongin semja er
gjørd um eina stjórn
arskipan fyri Føroyar,
er onki at siga til.
Ósemjan millum Sambands
flokkin og Tjóðveldið um sjálvt
grundarlagið undir skipanini er
so stór, at tað skulu svølgjst stórir
kamelar fyri at báðir flokkar
kunnu taka undir við einari slíkari
lóg.
Á fyrsta almenna fundinum um
uppskotið, sum Aksel V.Johann
esen, løgmaður, hevur lagt fyri
tingið, kom ógvuliga skjótt
fram, at formennnirnir í báðum
flokkunum, Bárður á Steig Niel
sen, Sambandsflokkurin, og Høgni
Hoydal, Tjóðveldi, standa á hvør
sónmum skeri og rópa eftir hvørj
um øðrum, uttan at vilja flyta seg.
Fundurin um stjórnarskipanina
var í auluni á Finsen í Havn og
tað var Føroya Væl, vælfelagið
hjá Sambandsflokkinum í Suður
streymoy, sum skipaði fyri fund
inum.
Sjúrður Skaale, fólkatingslimur,
umboðaði Javnaðarflokkin. Hann
royndi undir orðaskiftinum at
fáa hinar báðar, Høgna Hoydal og
Bárð Nielsen, at flyta seg, men reelt
kann sigast, at teir eftir fundin
standa longri hvør frá øðrum, enn
tá ið fundurin byrjaði.
Grundlóg og stjórnarskipan
Forarbeiðið til uppskot um stjórn
arskipan, sum fyriliggjandi upp
skot byggir á, byrjaði tíðliga í hesi
øldini.
Torkil V. Rasmussen, advokatur,
greiddi frá um gongdina og vísti á,
hvat fakliga er farið fram og gjørdi
nakrar samanberingar millum
skipanina og grundlógina.
Og júst hesin spurningur gjørd
ist skjótt høvuðsspurningurin
undir kjakinum, millumteir tríggj
ar pallsborðsluttakararnar.
Høgni Hoydal, Tjóðveldi, gjørdi
tíðliga undir orðaskifitinum greitt,
at hann meinar, at eitt føroysk
stjónarskipanarlóg heil greitt
stendur omanfyri donsku grund
lógina.
-Tað stendur eisini púra greitt í
uppskotinum, at Føroya fólk hevur
evsta vald í Føroyum. Tað vil so
sjálvandi eisini siga, at lógn er yvir
donsku grundlogini, segði hann.
Hetta stóð heilt greitt í andsøgn
til tað, sum formaðurin í Sam
bandsflokkinum segði.
GREIÐ POLITISK
ÓSEMJA UM UPPSKOT
UM STJÓRNARSKIPAN
Almenni fundurin um stjórnarsskipanaruppskotið
vísti, at stór ósemja er millum Tjóveldið
og Sambandsflokkin um grundarlagið
undir uppskotinum
Sjúrður Skaale umboðaði Javnaðarflokkin
STJÓRNARUPPSKOT
Smá 150 fólk vóru til fundin í auluni í Finsin