hósdagur 11. januar 2018síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JANUAR 2018
SOSIALURIN 5
19
-Vit virða donsku grundlógina,
sum er galdandi í Føroyum og tí
kunnu vit ikki góðtaka, at ein før
oysk stjórnarskipanarlóg er om
anfyri donsku grundlógina, segði
hann.
Reyð ella blá hús
Tað vísti seg skjótt á vælvitjaða al
menna fundinum, at farið var ikki
so langt niður í smálutir í upp
skotinum, tí orðaskiftið fór rættu
liga skjótt at snúgva seg um, hvørt
grundlógin ella ein føroysk stjórn
arskipanarlóg fór at vera ovast í
Føroyum.
Sjúrður Skaale, fólkatings
maður, segði, at tað fyri summi er
avgerandi við stríðnum um sam
band og loysing, tí tað í stóran mun
er grundarlagið undir ávikavist
Sambandsflokkinum og Tjóðveldi
og einum parti av politiska virk
seminum hjá hesum flokkum
-Hetta er politiska grundarlagið
hjá nógvum. Tí er torført at fáa
flokkarnar at semjast um eina
stjórnarskipan, segði hann.
Sambandsflokkurin og í hesum
føri formaðurin, vísti ferð eftir
ferð á hvat Høgni Hoydal segði og
hvussu hann útlegði tekstin.
-Eg skilji tað ikki. Vit kunnu
taka eitt dømi. Vit síggja eini hús,
sumv it øll halda eru blá. Bæði
Javnaðarflokkurin, danir og Sam
bandsflokkurin. Húsini eru blá,
men Tjóðveldi sigur tey eru reyð.
Tá fyriheldur Sambandsflokkurin
seg meira til tað, sum Tjóðveldi
sigur enn til, at húsini eru blá, segði
Sjúrður Skaale.
Hvat siga danir?
Tað kom rættuliga sjónliga fram, at
Sambandsflokkurin undir ongum
umstøðum vil vera við til at gera
eina stjórnarskipan, sum danska
ríkið og bæði danska politiska
og løgfrøðisliga skipanin ikki
góðtekur.
Sambandsflokkurin heldur fast
um, at grundlógin Danmarks Riges
Grundlov, er galdandi í Føroyum og
restin av skipanini skal innrættast
eftir tí, sum grundlógin sigur.
Flokkurin heldur, at vit minst
líka nógv hava brúk fyri einari
nýgerð av stýrisskipanini í Føroy
um, sum einari stjórnarskipan.
Tá ið tað verður sagt, so meinar
flokkurin við, at tað eru nógv
viðurskifti í sambandi við polisku
skipanini, sum eiga at gerast meira
greiðari og ávísar mannagongdir
meira nágreinast.
Flokkurin heldur, at grundlógin
er eitt nóg gott kjølfesti til at
byggja allar aðrar lógir á.
Bæði Javnaðarflokkurin og
Tjóðveldi halda hinvegin, at tað er
avgerandi fyri at vit kunnu defin
era okkum sum tjóð, at føroyingar
sjálvir skriva og gera eina lóg um
samleikan hjá okkum sjálvum.
Teir søgdu, at fyri at føroyingar
sum fólk kunnu taka eina slíka lóg
til sín, eiga at sleppa at góðtaka
lógina. Tað gevur ognarskap, tá ið
hetta er gjørt á føroyskum og av
føroyingum, søgdu teir.
Sjúrður Skaale undirstrikaði,
at hann á Fólkatingið hevði spurt
danska forsætisráðharran Lars
Løkke Rasmussen um hann kann
taka undir við stjórnarskipanar
uppskotinum, sum er almanna
kunngjørt.
Lars Løkke Rasmussen svaraði,
at tað uppskot, sum liggur í tingin
um nú, kann danska stjórnin taka
undir við og hevur ongar viðmerk
ingar til.
Spentari støða
Aksel V. Johannesen, løgmaður,
skuldi vera við á fundinum, men
hann var í gjár í keypmannahavn
á fundi við júst lars Løkke Rasmus
sen.
Á fundinum tosaðu teir báðir
millum annað um uttanríkismál
og uttanríkispolitisku heimildar
lógina.
Tað hevur víst seg í seinastu ár
ini, at frælsi hjá føroyingum at gera
sínamillum avtalur við onnur lond,
nú møta forðingum frá donsku
skipanini.
Føroyingar hava síðani sjeyti-
árini sjálvir staðið fyri so at siga
øllum fiskivinnusamráðingum við
onnur lond og hava gjørt sínamill
um avtalur.
Síðani hendan samgonga tók
við halda føroyskir politikarar
og føroysk embætisfólk, at danir
royna at leggja forðingar fyri hes
um arbeiði.
Danir siga, at føroyingar og
grønlendingar eru partar av
danska kongaríkinum og tí eiga
londini at standa saman, tá ið al
tjóða avtalur verða gjørdar.
Føroyingar – og fyri ein part
eisini grønlendigar – hava gjørt
donskum myndurleikum greitt, at
hetta als ikki letur seg gera.
Í fiskivinnuni og í samráðingum
við onnur lond, hava Grønland og
Føroyar sera ymisk sjónarmið. Tí
gevur tað onga meining, at bæði
londini skulu samráðast saman.
Víst verður eisini á, at hesin
trupulleikin fer at gerast uppaftur
størri nú Bretland fer úr ES. Tá gev
ur tað als onga meining, at Dan
mark, sum limur í ES, skal vera ein
partur av samráåðingunum mill
um Føroyar og Bretland.
Landsstýrismaðurin við vinnu
málum, hevur í seinastuni fleiri
ferðir givið ilt av sær, tí at danir
leggja forðingar fyri føroyskum
uttanríkispolitiskum ætlanum.
Millum annað hevur stjórnin
sett avtaluna, sum Føroyar, Grøn
land og Ísland og Føroyar gjørdu
um samstarv í útnorði, úr gildi.
Nógv fólk
Viðurskiftini millum Føroyar og
Danmark hava framvegis stóran
áhuga millum føroyingar.
Á fundinum á Finsen var aulan
full og fólk høvdu nógv at spyrja
um. Kanska kom ikki so ómetaliga
nógv fram av nýggjum, men at
tjóðveldisfólk og sambandsfólk
standa sera langt hvør frá øðrum
kom greitt fram, eisini tá ið fund
arfólk settu politikarunum spurn
ingar.
Sjálvur fundurin var sera lívlig
ur og kjakið millum pallborðslut
takararnar var sera lívligt.
Fundurin minti nógv um slíkar
fundir í gomlum døgum.
-Ja, eg eri sera væl nøgdur bæði
við uppmøtingina til fundin, men
eisini við pallborðsluttakararnar,
sum dugdu sera væl at gera hetta
til ein viðkomandi og lívligan fund,
segði Jóhan Dahl, formaður í Før
oya Væl, eftir fundin.
Høgni Hoydal segði, at lógin verður yvir grundlógini
Bárður Nielsen var ósamdur við Høgna Hoydal
Torkil V. Rasmussen, advokatur, greiddi frá søguni
STJÓRNARUPPSKOT
Sambandsbrøðurnir Suni og Eivind Jacobsen vóru komnir heilt úr Sørvági