Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-11, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. januar 2018síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. JANUAR 2018 SOSIALURIN 5 28 Starv sum ráðgevi í kunningar- og samskiftistøkni á Fróðskaparsetri Føroya Starvsøki Talan er um eitt starv sum ráðgevi í kunningar- og samskiftistøkni. Á Fróðskaparsetri Føroya verður stórur dentur lagdur á at menna hetta økið serliga við atliti at gransking og undirvísing, og arbeitt verður miðvíst við at økja vitanina um, hvussu talgild tøkni og miðlar kunnu gerast sálvsagdir partar av tíðarhóskandi útbúgving, undirvísing og læring. Tann, sum settur verður, skal – saman við starvsfeløgum – vera við til at menna kunningar- og samskiftistøkni, bæði sum vanligt arbeiðsamboð og sum granskingar- og menningarøki umframt at ráðgeva/undirvísa starvsfeløgum í sambandi við kunningar- og samskiftistøkni við atliti at gransking, útbúgving, undirvísing og læring. Førleikakrøv Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava kandidat- ella masterútbúgving í kunningar- og samskiftistøkni ella líknandi. Umsøkjarar við skjalprógvaðum royndum innan kunningar- og samskiftistøkni í sambandi við undirvísing og vegleiðing hava fyrimun. Umsóknin Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd og arbeiðsroyndir. Umsóknin skal innihalda lýsing av undirvísingarroyndum og møguligum granskingaráhuga og granskingarroyndum. Umsóknin og øll skjøl skulu sendast talgilt til umsokn@ setur.fo. Setanargongd Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Landsstýrið og Akademikarafelag Føroya. Freist Umsóknarfreist er 15.1.2018. Miðað verður eftir at seta starvið sum skjótast. Fleiri upplýsingar um starvið kunnu fáast hjá Sigurð í Jákupsstovu, rektara, SigurdJ@setur.fo, og Johan Hansen, fyrisitingarstjóra, JohanH@setur.fo. Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo. FØROYA MYNDAKALENDARI FYRI 2018 – fæst kring alt landið DREYMASTARVIÐ FINNUR TÚ Á