Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-11, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. januar 2018síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. JANUAR 2018 SOSIALURIN 5 27 ÍTRÓTTUR Skráin: Føroyar – Ukraina (Hósdagin kl. 16.30 – Beinleiðis á Rás2) Føroyar – Rumenia (Fríggjadagin kl. 16.30 – Beinleiðis á Rás2) Føroyar – Italia (Leygardagin kl. 19.45 – Beinleiðis á Rás2) Kjartan Johansen, Fyllingen (NOR) Kann spæla bæði vongur og bakkur. Góður í uppspælinum og tryggur frá vonginum. Situr í orkumálaráðnum, sum skal geva liðnum orku og skipa fyri upphitingini. Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF Spælir bara álop og hevur sína styrku í renningini í skjótálopunum. Verður mettur sum eitt álopskort, sum ikki kemur at spæla nakað serligt í verjustøðu. Sigmundur Nolsøe, H71 Spælir á strikuni og bara í álopinum. Hevur sína serstyrki í rástyrkini, ið ger at hann fáa nógv burturúr, tá hann er umringaður. Situr í útlendingarstýrinum. Tróndur Kragesteen, Neistin Er millum royndastu spælararnar á liðnum. Spælir bara í álopsstøðu, har hann bæði er ein leiðari, og er spælarin við góða yvirblikkinum. Er í álops-málaráðnum. Helgi Hoydal, Odder Kann spæla í bæði álopi og verju. Hevur sína styrki í flytingum og time’ingini í álopsstøðu, sum mangan geva mál. Situr í orkumálaráðnum, men er eisini settur sum PR-sjef, har hann skal branda landsliðið. Sjúrður Olsen, VÍF Var tryggur frá vonginum í Algeria. Hann skjýtur væl úr spískum og vinnur leysar bóltar. Er mentamálaráðharri, har uppgávan er at kunna um landið og økið har kappingin verður spæld. Sámal á Tjaldrafløtti, Team Klaksvík Kann spæla í bæði verjuni og álopinum. Er sterkur í verjuni og hevur góða skotstyrki í álopinum. Er eisini í útlendingastrýrinum, sum skal kunna um mótstøðuliðiniSámal á Tjaldrafløtti, Team Klaksvík Kann spæla í bæði verjuni og álopinum. Er sterkur í verjuni og hevur góða skotstyrki í álopinum. Er eisini í útlendingastrýrinum, sum skal kunna um mótstøðuliðini Niklas Simonsen, Skjern Er ein av sjey frá U21 landsliðnum, sum eru við. Hevur sína styrki, tá skjúttin kemur tætt uppá. Er við niðurhitingar-málaráðnum, sum hevur til uppgávu at skipa fyri løtuni eftir dystin, tá spælarar strekkja út og annað.