Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-11, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. januar 2018síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. JANUAR 2018 SOSIALURIN 5 26 ÍTRÓTTUR Tað er ikki uttan orsøk, at júst hesir 16 spælararnir eru úttiknir til føroyska landsliðshópin í hondbólti. Her verður hugt eftir einstaka spælaranum, og serliga hvørjar uppgávur teir kunnu røkja á liðnum HER ER UPPGÁVURNAR HJÁ SPÆLARUNUM Hondbóltslandsliðið: TRÓNDUR ARGE – BOLZANO, ITALIA F øroyska A-landsliðið í hondbólti hjá monnum spælir í dag fyrsta dystin í HM-undankappingini. Før­oyar eru í bólki við Ukraina, Rumenia og Italia. 16 spælarar eru útvaldir at um­boðað Føroyar í hesum trim­um dystunum. Í hesi greinini fara vit at hyggja nærri at spælarunum og hvønn leiklut teir hava á liðnum. Tað er ikki av tilvild, at tað eru júst hesir 16, sum venjara­parið, Sonni Larsen og Jeppe Borch, hava útvalt. Spælararnir eru útvaldir upp á fleiri barometur, sum skal geva til heildina. Tað skal eisini nógv orka til at spæla tríggjar dystir upp á tríggj­ar dagar. Tí hava vit her sett hópin upp í tvey lið, har vit við hjálp frá lands­liðs­ venjaranum fingið inn­lit í nakrar av teimum egin­ leikunum spælararnir eru út­valdir eftir, og hvønn leik­lut teir hava uttanfyri vøllin. Tað er sett ein stjórn, sum skal tryggja at alt er í ordan á liðnum. Sumt meiri álvarsligt enn annað. Ári Dam, H71 Uppvaksin í H71 og er sterkur til at bjarga langskotum, og dugur væl at seta í gongd við longum sendingum. Er í kamar-málaráðnum saman við Hans Eli Sigurbjørnsson, har teir millum annað skulu tryggja, at tað er reint. Hilmar Leon Jakobsen, H71 Skjótur og sterkur bakkur, sum hevur útmerkað seg við at skjóta góð mál millum bakk og miðverju. Er eisini ágangandi í verjustøðu. Er klima-ráðharri og skal millum annað velja tónleik. Høgni Klein Olsen, Kyndil Skjýtur væl úr spískum og er sterkur í skjótálopum. Millum annað er hann avbera skjótur. Hann situr í útlendingastýrinum, sum hevur til uppgávu at læra hinar um mótstøðuliðið Fríði Weyhe, KÍF Verður mest brúktur í verjuni, har hann er sterkur í tvídystunum. Hevur eisini eitt gott undirhondsskot og er eisini mentamálaráðharri. Peter Krogh, H71 Er týdningarmikil partur av verjuni, har hann er verju-málaráðharri. Er eisini góður til skjótálopini og hevur ein heilt serligan eginleika í álopsstøðu, har hann umframt at skjóta hart og væl, eisini kann skjóta við vinstru og høgru. Nicklas Selvig, TMS Ringsted (DK) Spælir vongur, men kann eisini spæla á bakkinum. Var í fleiri ár millum bestu spælararnar í føroyskum hondbólti. Er sterkur í tvídystunum í verjuni, vinnur bóltar og dugur væl at avslutta tætt upp á mál. Er eisini klima-ráðharri. Rókur Akralíð, Kyndil Er ein av royndu harrunum á liðnum. Spælir sentralt í verjustøðu og á strikuni í álopsstøðu, har hann er sterkur í tvídystunum. Er ein leiðari og gongur á odda á liðnum. Er ein av tveimum verjumálaráharrunum. Jónas Djurhuus, HØJ (DK) Spælir bara í álopsstøðu, har hann skipar spælið. Er sterkur í tvídystunum og dugur væl at spæla inn á strikuna. Er álops- málaráðharri saman við Helga Hoydal