mánadagur 15. januar 2018síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 15. januar 2018 · Nr. 6
MERKISDAGAR
50 ár
Í samband við at eg fylli 50 ár
vil eg bjóða vinum og familju
í føðingardag leygardagin 20.
januar
Til ber at tekna seg á Fb.ella
tlf.517300 -717300 áðrenn 10.
januar
Vh.Martin
60 ár
15 februar fylli eg 60 ár.
Dagurin verður hildin í
Róðraneystinum á Argjum 17
februar kl 19.
Tit, íð vilja gleða meg við at
koma, kunnu siga frá innan 1
februar
á telefon 561581, 215351 og
778822.
Maritha Nolsøe.
Føðingardagur
Mikudagin 24. Januar fyllir
Gunnar Reynslág, Argir,
70 ár. Føðingardagurin
verður hildin Í Kirkju- &
missiónshúsinum á Argjum
leygardagin 27. Januar frá
kl. 17.
Silvurbrúdleyp
Tað hevði glett okkum at sæð
familju, vinir og kenningar
til silvurbrúdleyp okkara.
Dagurin verður hildin
17. februar frá kl. 19.00 í
Dansifrøi. Tey, ið vilja halda
dagin saman við okkum,
kunnu siga frá á telefon
313879, 283879 ella á Facebook,
áðrenn 03. februar.
Oddbjørg og Lutherus
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 20. feb. hava
Beinta og Heri Hansen
silvurbrúdleyp.
Dagurin verður hildin 24. feb.
kl 19.00 í bygdarhúsinum í
Leirvík. Aldursmarkið er sett
til 15 ár.
Tey‚ sum hava hug til at halda
dagin saman við okkum‚
verða vinarliga biðin um
at siga frá á telefon 219050
ella 229019 ella við at senda
teldupost til fossalid37@
gmail.com áðrenn 10. feb.
Tað hevði glett okkum, um
tey, ið eiga føroysk klæði,
vóru íklædd tjóðarbúnan í
veitsluni
Brúdleyp
Leygardagin 10.mars, giftast,
Gunnhild J. Anthoniussen,
Húsavík og Hallur H.
Winther, Skopun. Vígslan
verður í Húsavíkar kirkju kl.
14. Veitslan verður í Samljóð
í Skopun kl 18.30. Tey, ið
ynskja at halda dagin saman
við okkum, eru vælkomin
at siga frá, innan 24 februar,
á tlf. 278594 Gunnhild, ella
tlf. 214157 Hallur. 15 ára
aldursmark.
Gullbrúdleyp
27. januar hava vit verði gift í
50 ár. Dagurin verður hildin
27. januar á Skála, hjá Ingolf
og Jónrid. Fagralíð 7.
Opið hús verður frá kl. 16,
har familja og onnur eru
hjartaliga vælkomin.
Til ber at siga frá á tlf. 443211.
Kristian og Annelisa Joensen
Gullbrúdleyp
Mynd viðheft
Leygardagin 20.01.2018 hava
Nelly og Petur Sørensen,
Tórshavn verið gift í 50 ár.
Dagurin verður hildin saman
við børninum.
Nelly og Petur
Gullbrúdleyp
18. februar hava Eydna og
Andrias Joensen Tórshavn
verði gift í 50 ár
Dagurin verður hildin
leygardagin 17. Februar
á Skúlaheiminum við
Marknagilsvegin frá kl 12
til 18
Tað hevði glett okkum at sæð
familju, vinir og kenningar til
gullbrúdleyp okkar
Tey ið vilja halda dagin
saman við okkum, sigi frá á
tlf. 312342 ella 223048 áðrenn
3. februar
nakað annað, enn hann verður gjørdur til.
Øll skulu vita, at sonevnda
“stjórnarskipanin” er fyrsta stigið til at
taka Føroyar úr Ríkinum.
Skeiv tulking
Minnast tit, hvussu formaðurin í
Javnaðarflokkurin tulkaði hoyringssvarið
frá forsætisráðharranum?
Í stuttum endurgav hann for
sætisráðharran fyri at siga, at
alt er í fínasta lagi við sonevndu
“stjórnarskipanini”.
Tað er ein tilgjørdur sannleiki við
stórum modifikatiónum.
Rætta tulkingin er í stuttum, at
sonevnda “stjórnarskipanin” skal virða
Grundlógina sum hægstu rættarkeldu
í Ríkinum. Men bæði í Løgtinginum og
á fundinum í Finsen sigur Tjóveldið, at
sonevnda “stjórnarskipanin” er “evsta lóg”
og harvið hægsta rættarkelda.
Hetta er tulkingin hjá Tjóveldið, og at
leggja eitt konfliktmál út til fólkaatkvøðu,
har samgongan setur fólk upp ímóti
hvørjum øðrum, og ikki sigur sum er – tað
er at føra føroyingar bak ljósið, og at halda
fólk fyri gjøldur.
Tjóðveldis-DNA
Tað liggur í DNAnum hjá Tjóveldið – líka
síðan stovnan í 1948 – at renna eftir
loysingini. Á sín hátt er tað ein erlig sak, tí
tjóðveldisfólk eru tjóðveldisfólk.
Øll skulu tó vera greið yvir, at tað allar
fyrsta, Tjóveldið fer at gera, um sonevnda
“stjórnarskipanin” verður samtykt, tað er
at renna eftir fullveldinum.
Hetta sigur seg sjálvt.
Men er hetta tað, ið Føroyingar vilja?
Tað meini eg ikki, at tað er!
Føroyingar brúka sína sunnu fornuft
og vilja sjálvandi ikki skerja møguleikar
hjá sær sjálvum ella børnum sínum.
Heldur ikki vilja føroyingar verða
avbyrgdir í Norðuratlantshavi.
Hetta, at Javnaðarflokkurin hevur latið
seg í føraratroyggjuna í hesum málið,
munnu nógv undrast á.
Fólkatingsmaðurin hjá
Javnaðarflokkinum tosar aftur og aftur
um, at danskir myndugleikar hava eina
sonevnda “jarnbetongjura”.
Men hvat ger Javnaðarflokkurin í dag?
Hann letur Føroyar í eina
spennitroyggju og leiðir føroyingar
út hagar, sum loysingin skal sníkjast
ígjøgnum við einari “stjórnarskipan”, ið
hvørki er fuglur ella fiskur.
Í stríð við Grundlógina
Týðandi er at staðfesta, at sonevnda
“stjórnarskipanin” stríðir beinleiðis móti
Grundlógini.
Her eru trý dømi:
Í sonevnda preamblinum ella
formælinum til “stjórnarskipanina”
stendur t.d. at “eingin lóg kann verða
sett í gildi fyri Føroyar uttan løgtingsins
samtykki”. Í Ríkisfelagsskapinum reka
vit Ríkið í felag, og Løgtingið hevur ikki
lóggávuvaldið einsamalt.
Har stendur eisini ymiskt um
persónligt frælsi í greinunum 9, 10, 11, 14, 15,
16, 17 og 18. Hesar greinar fáa ikki gildi, tí
tað galda aðrar reglur um frælsisrættindi í
galdandi Grundlóg.
Og í grein 55 stendur eisini, at
“Landsstýrið varðar av uttanríkismálum
og uttanríkistænastu mótvegis
útlondum”. Uttanríkismál kunnu í verandi
ríkisrættarligu støðu ikki yvirtakast, og tí
stríðir hetta alt ímóti Grundlógini.
Men tað leggja Javnaðarflokkurin,
Tjóðveldi og Framsókn einki í, tí
endamálið er jú at loysa Føroyar úr
Ríkinum.
Úrslitið verður helst, at sonevnda
“stjórnarskipanin” ongan rættarvirknað
fær, og tað fer at spjaða fólkið í Føroyum.
Hóast samgongan pástendur
nakað annað, so kunnu vit missa
sjálvsavgerðarrættin, um føroyingar vraka
stjórnarskipanina – og tað er realistiskt at
siga, at við hesi stjórnarskipanini standa
okkara ríkisborgararættindi upp á spæl.
Hvørki fyri sambands-
ella javnaðarfólk
Stjórnarskipanin
er
hvørki
fyri
sambandsfólk ella javnaðarfólk, ið sjálvandi
vilja hava allar teir góðu møguleikarnar,
ið Ríkisfelagsskapurin ber í sær. Sjálvur
trúgvi eg ikki, at røtt javnaðarfólk fara at
taka undir við ætlan Tjóðveldis um “evstu
lóg” og at loysa Føroyar úr Ríkinum.
Latið okkum í felag savna tjóðina heldur
enn at spjaða hana.
Skipanin má broytast.
Skipanin har fakfelagið sjálvt tekur støðu
til umbønir um verkfalsundantøk, má
broytast.
Tað kann ikki verða rætt, at skal
verða upp til stríðandi verkfalspartar
at avgera, um onkur hevur tørv á hjálp
til andingartól, hjálp til stuðul, hjálp til
fylgjara á sjúkrahús o.a.
Púra greitt gekk fram undir sam
ráðingunum millum partarnar, at
fakfelagið ikki varð áhugað í at seta
óhefta metingarnevnd at taka støðu
til undantøkini, tí at fakfelagið vildi
hava møguleikan at trýsta mótpartin í
verkfalsstøðuni.
Man kann skilja fakfelagið um man
blint hyggur við fakfelagseygum, men eg
skilji tó ikki samfelagið, at samfelagið og
politiska skipanin góðtekur hesa støðu,
har ósekir, veikir samfelagsborgarar
gerast miðdepil í eini verkfalsstøðu.
Í mínum hugaheimi eru vit í einum
etiskum dilemma.
Tí heiti eg á nýstovnaða Etiska
Ráðið, um at umhugsa at taka hendan
problematikkin upp til viðgerðar.
Somuleiðis má politiska skipanin
umhugsa, um tíðin ikki er komin at hevja
mannarættindini hjá hesum veikastu
samfelagsborgarum okkara uppum stríð
og klandur á almenna arbeiðsmarknað
inum.
So leingi sum verandi skipan er
galdandi, verður hon brúkt í stríðnum um
mammon. Er tað í lagi?
Í dag eru vit ikki í nærheit av at kunna
kalla okkum eitt framkomin samfelag, tí
vit eiga at meta samfelagið eftir, hvussu
tað tekur sær av veikastu samfelagsborg
arunum sínum.
KJAK