mánadagur 15. januar 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. januar 2018 · Nr. 6
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eitt framkomið land?
Brandur Sandoy
Nú verkfallið er av, liggja mær orð
á hjartanum, sum eg noyðist at
deila við fólkið í hesum landi.
Havi havt høvið at vera við
allan vegin ígjøgnum prosessina,
og havi tí havt høvið at eygleitt
støðuna og havt støðuna tætt
innat mær sjálvum fyri fyrstu
ferð.
Niðurstøða mín er, at vit í hes
um landinum ikki eru í námindi at
kunna kallað okkum eitt fram
komið land.
Hvønn verjur samfelagið?
Eitt verkfall gongur altíð útyvir
onkran og okkurt. Tað er púra
náttúrligt.
Fakfelagið hevur tey verkfals
vápn, sum samfelagið vil loyva
teim-
um at hava. Og fakfelagið brúkar
hesi vápn eftir sínum egna høvdi.
Farna verkfallið prógvar enn
einaferð, at vápnið sum brúkt
verður, rakar tey veikastu í
samfelagnum, og at man ikki
smæðist við at brúka hetta vápnið
í sjálvsøkn, fyri at fáa nakrar
krónur afturat.
Vit eiga at spyrja okkum sjálvi,
um tað veruliga eigur at verða
soleiðis, at tey veikastu í hesum
samfelagnum absolut onga verju
skulu hava í verkfalsstøðu?
Er tað í lagi, at ein sum hevur
brúk fyri hjálp frá starvsfólki at
passa andingartól sítt alt sam
døgrið, skal ivast í um hann fær
tað hjálp hann hevur brúk fyri til
at anda, bara tí at verkfall er?
Er tað í lagi, at óhjálpin liggja
heima í sínum egna skarni, bara tí
verkfall er?
Er tað í lagi at ótti, ivi og
óstabilitetur skal verða avleiðingin
fyri okkara veikastu borgarar,
bara tí verkfall er?
Er tað í lagi, at alilaksurin ið
svim-
ur í ringunum á sjónum hevur
betri verkfalsverju enn veikastu
borgararnir í landi okkara?
Samhugi?
Orðið samhugi hevur fingið annan
týdning seinastu dagarnar, enn
orðið hevur havt frammanundan.
Samhugi er ikki longur ósjálvs
økin.
Samhugi er nú nakað man vís
ur, fyri at at fáa minst líka nógv
burturúr sjálvur, sum tann man
vísur samhuga fyri.
Hóast hetta, trúgvi eg meira
uppá tann ósjálvsøkna samhugan,
og hóast eg ikki fari í verkfall, so
fari eg at lýsa mín samhuga við
teimum borgarum okkara, sum
kalt og kyniskt eru offur fyri eini
ótíðarhóskandi verkfalsskipan,
og einum stýri í hesum landi,
sum politiskt ikki megnar at
gera manngarð um tey veikastu
í landinum, tá tey eru fyri
verkfalságangi.
Stjórnarskipanin er hvørki fyri
sambands- ella javnaðarfólk
Føroyar hava mesta
frælsið, ið hugsast
kann, men sonevnda
“stjórnarskipanin”
er amboðið til at
skerja møguleikar
og persónliga frælsið
hjá tær og mær
Bárður S. Nielsen
Formaður í
Sambandsflokkinum
Higartil hevur arbeiðið við
sonevndu “stjórnarskipanini”
borið brá av demokratiskum
undirskotið. Orsøkin er, at 14.
september-samgongan hevur valt
bert at hava hana inni í politisku
skipanini.
Fólkið er í stóran mun hildið
uttanfyri. Borgarin er ikki komin
til orðanna og hevur ikki havt høvi
til at viðgera stjórnarskipanina á
nevniverdan hátt.
Soleiðis hevur landsstýrið á
ódemokratiskan hátt bølt oman
yvir stjórnarskipanini. Kortini
billar samgongan føroyingum inn,
at alt skal spretta úr fólkinum í
Føroyum. Tað hendir ikki.
Tí er tað sera positivt, at Føroya
Væl – veljarafelag Sambandsfloks
ins í Suðurstreymi – tók stig til at
fáa eitt orðaskifti í lag um málið
herfyri. Tað fór fram í Finsen,
gamla kommunuskúlanum í
Tórshavn.
Soleiðis kom sonevnda “stjórn
arskipanin” loksins úr tí dulda, og
orð vórðu sett á hana.
Frælsasta fólk í heiminum
Í mínum hugaheimi snýr tað
mesta seg um, at føroyingar skulu
hava bestu møguleikar nú og í
framtíðini.
Spurningurin er, um vit vilja
hava somu møguleikar sum í dag
og økja teir frameftir?
Ella skulu vit lata upp í hend
urnar á øðrum at skerja okkara
møguleikar?
Júst hetta, at møguleikar
verða skerdir, er stóri vandin við
sonevndu “stjórnarskipanini”,
hóast vit í Føroyum hava fólkið,
tilfeingið og vitan.
Eingin ivi er um, at Føroyar í
dag hava mesta frælsið, ið hugsast
kann. Við teimum mongu møgu
leikunum, ið føroyingar hava,
munnu vit teljast millum heimsins
frælsasta fólk.
Føroyingar eru í teirri fantast
isku støðu, at veljast kann millum
tað allar besta í tveimum – og enn
tá trimum londum. Tað stendur
okkum púra frítt at velja, hvat
ið vit vilja, og vit hava í dag full
rættindi og á jøvnum føti gjøgnum
Ríkisfelagsskapin.
Fullar hyllar til øll
Sambandsflokkurin, ið er einasti
sambandsflokkur í Føroyum,
hevur fullar hyllar av møguleikum
til øll. Ikki minst tá ið talan er um
at arbeiða úti í heimi, og tá ið vit
tosa um útbúgvingarmøguleikar.
Hetta at kunna útbúgva seg,
hvar man vil, og at kunna virka
í øllum Europa, hevur stóran
týdning. Føroyingar eru heims
borgarar, og hvør einstakur hevur
í Ríkisfelagsskapinum møguleika
at røkka sínum dreymum,
ambitiónum og at taka sítt
persónliga frælsi har, sum man nú
einaferð sjálv ella sjálvur hevur
hug til.
Sjálvt fullveldisfólk gera brúk
av hesum góðu møguleikum, og
tað er teimum væl unt, hóast tey
ikki vilja vita av felagsskapinum,
sum øll njóta gott av.
Ríkisfelagsskapurin strekkir
seg frá Norðurtýsklandið og
heilt til Norðpólin. Um vit taka
ES-borgaraskapin við – tí hann
hava vit sum statsborgarar, sjálvt
um Føroyar ikki eru við í ES – ja,
so gevur hetta møguleikar og
fullkomið frælsi heilt suður til
Miðalhavið.
Tann sonevnda “stjórnarskip
anin” er tíverri í roynd og veru
amboðið til at taka Føroyar úr
Ríkinum. Tá verður persónliga
frælsið hjá tær og mær og ríkir
møguleikar skornir heilt inn á
bein.
Spælir tú tær t.d. av við reyða
passið, so er ikki longur møguligt
at arbeiða frítt í øllum ES-londum.
Tað fer at amputera okkara virkis
møguleikar.
Og hóast summi pástanda, at
norðurlendskir útbúgvingarsátt
málar fara at standa við í allar
ævir, so er longu nú stórt trýst
á útbúgvingar í Norðurlondum.
Verða sáttmálarnir broyttir
ella tiknir av – og tað er ein
reellur vandi – so hanga
útbúgvingarmøguleikar hjá
føroyingum í tunnum tráði.
“Evsta lóg”
Hóast Javnaðarflokkurin nú
er farin at leggja avstand til
felags Grundlógina í Ríkinum,
so vita allir føroyingar, at tað
júst er Grundlógin, ið útvegar
okkum øllum grundleggjandi og
dýrabar ríkisborgararættindi.
Grundlógin verjir eisini fólkið
móti politikarum, sum vilja bróta
niður og enntá gera seg inn á
demokratiið.
Frá fyrsta degi hevur Sam
bandsflokkurin ført fram, at
sonevnda “stjórnarskipanin”
leggur upp til eina konfrontatión
– ein politiskan samanbrest – í
Ríkinum.
Hetta er nú prógvað.
Á fundinum í Finsen førdi
formaður Tjóðveldisfloksins,
Høgni Hoydal, fram, at sonevnda
“stjórnarskipanin” skal standa
oman fyri allar aðrar lógir í Føroy
um. Tey nevna hana “evsta lóg”.
Harvið er greitt, at samanbrest
urin í Ríkinum verður veruleiki, og
at Tjóðveldi ætlar at festa í eina
ovurstóra konfrontatión, ið skal
enda við loysing.
Er hetta gott fyri Føroyar og
føroyingar? Fremur tað saman
hald? Styrkir hetta okkum sum
land og tjóð?
Svarið er eitt avgjørt nei.
Ætlan Tjóðveldis fer at spjaða
føroyingar heldur enn at savna
okkum, so sum formaðurin í Javn
aðarflokkinum annars legði upp
til í nýggjársrøðuni.
At Javnaðarflokkurin stendur
modell til “evstu lóg” gongur beint
ímóti stevnuni hjá tí flokkinum.
At Sjúrður Skaale á fundinum
í Finsen mælir til at taka undir
við sonevndu “stjórnarskipanini”
og stillar seg undir liðina á
Tjóðveldinum, sigur rættiliga
nógv.
Ein verulig fólkaatkvøða
Sum flestum kunnugt hevur
uppskotið til “stjórnarskipan” sín
uppruna í fullveldissamgonguni
um aldarskiftið. Hóast ávísar
broytingar eru tiknar við, hevur
uppskotið enn sama endamál: at
taka Føroyar úr ríkinum.
Í Løgtinginum pseudo-viðgera
vit eitt uppskot, sum hvørki er
fuglur ella fiskur. Fá vita, og fá
vilja siga, hvat “stjórnaruppskotið”
í veruleikunum gongur út uppá.
Sannleikin er, at Føroyar hava
eina góða stýrisskipan. Tað er
hana, man eigur at broyta, um
tørvur er á tí.
Flestu vita, at endamálið við
sonevndu “stjórnarskipanini” er
at taka Føroyar úr Ríkinum. Tá
er heldur at taka eina veruliga
fólkaatkvøðu, har ið føroyingar
taka avgerð um at vera verðandi
í Ríkinum, ella at taka seg úr Rík
inum.
Ein slík fólkaatkvøða er nógv
erligari enn at leggja ein tekst fyri
fólkið, sum er óforstáiligur fyri tey
flestu, og sum í veruleikanum er
KJAK