Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. januar 2018síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 15. januar 2018 · Nr. 6 Eyðun Berg hevur yvirtikið allan ognarpartin í Plátuverkstaðnum á Hálsi, sum nú kallast FIXA Spennandi ætlanir í Vági Umboð fyri Bakkafrost hava greitt umboðum fyri Vágs kommunu frá spennandi ætlanum við kryvjivirkinum í Vági Vilmund Jacobsen Herfyri bjóðaði Bakkafrost umboðum fyri Vágs komm­ unu á vitjan á nýggja virkin­ um á Glyvrum. Tey, sum vóru við á vitjanini fyri Vágs komm­ unu, vóru Dennis Holm, borg­ar­stjóri, Anna S. Bratta­ berg, forkvinna í havna-og vinnunevndini, Dánjal Bjark­ hamar, formaður í teknisku nevnd og Fróði Mortensen, tekniskur leiðari hjá Vágs kommunu. - Vit vórðu væl móttikin á stásiliga virkinum á Glyvr­ um, og á fundinum kunnaði Regin Jacobsen, stjóri í Bakka­frost, um spennandi ætlanir við kryvjivirkinum í Vági. Andrias Petersen, deildar­ leiðari á Bakkafrost, vísti eisini umboðunum úr Vági runt á stóra virkinum á Glyvr­um. Soleiðis gongur við húki og troli Vilmund Jacobsen Fleiri línuskip koma inn at landa hesa vikuna. Skipini hava mest av toski, hýsu, longu og brosmu og so nakað av svartkalva og blálongu. Fimm frystilínuskip eru í hesum døgum á Flemish Kap og fiska tosk, sum verður avhøvdaður og frystur umborð. Tá skipini byrjaðu at fiska fyri góðari viku síðan, rendu tey seg í nógvan fisk, tó at veðrið var sjaskut teir fyrstu dagarnar. Í morgun, tá veðurmað­ ur­in hjá KvF greiddi frá veðr­inum, segði hann eisini nøkur orð um veðrið á Flemish Kap, sum í løtuni er hampiligt. Um útlitini til útróður hesa vikuna, verður sagt, at streymurin verð­ ur góður, men veðrið verður skiftandi. - Hetta er góð fiskitíð hjá útróðrarbátunum, og vit vænta, at teir fara at gera onkrar túrar hesa vikuna, vistu tey á Fiskamarknaði Føroya at siga fríggjadagin. Flestu partrolarapør vóru til fiskiskap fríggja­ dagin, og skipini koma inn at landa, sum henda vikan gongur. Par­trol­ararnir hava misjavnan fiskiskap. - Tveir djúpvatnstrolarar, sum eru á ísfiskaveiði, eru til fiskiskap eftir upsa og koma helst inn at landa síðst í hesi vikuni. Tríggir djúpvatnstrolarar, sum frysta veiðina umboð, eru eisini til fiskiskap. Djúpvatnstrolararnir, sum frysta, fiska á djúpum vatni, og veiðan er serliga svartkalvi, kongafiskur og nakað av toski. Fríggja­dagin vóru fýra trolbátar til fiskiskap norðanfyri, har teir fiska tosk, hýsu og nakað av flatfiski. - Væntandi koma trol­ bát­arnir inn at landa fyrst í hesi vikuni, vistu tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. AGNIÐ: Í dag byrjar arbeiðið at breiðka Agnið á Nesi - frá íbindingini við Nesveg og niðaneftir. Tí verður eingin gjøgnumkoyring á hesum vegastrekki fyribils. Nes kommuna heitir á fólk um at koyra eftir Gaddavegnum, til arbeiðið er liðugt. Tá náttúran verður trýst Er talan um ein “syndara” - ella eru teir fleiri? Vilmund Jacobsen - Sandurin í Skálafirði plag­ ar at vera so nossligur, men henda dagin líktist hann ein­ um ruskplássi - avtagl­að­ur við spreingitráði, sum eisini slødd­ist um allan bøin. Soleiðis verður sagt á heima­síðuni hjá Jens-Kjeld Jen­sen í Nólsoy - jenskjeld. info Jens-Kjeld Jensen og kon­ an, Marita Gulklett, hava áð­ ur gjørt vart við stóru rúgv­ una av spreingitráði, sum er rikin á land, eitt nú í Sandá­ gerði. - Hetta líkist ongum. Með­ an allur heimurin tosar um plastik­oyggjar í havinum - og sjálvt Afrika bannar plastik­ posum - dumpar Tórshavnar Havn framvegis spreingitráð á bláman. Tey hava áður ført fram, at hevði spreingitráðurin so bara skolað upp í Sandágerði - ja, so var tað, sum tað var. Men, soleiðis er tað ikki. - Spreingitráður er allastaðni fram við sjóvar­ mál­an­um - í Havn, Kirkjubø, Sør­vági, Tjørnuvík og helst aðra­staðni við. Jens-Kjeld Jensen og Mar­ita Gulklett teljast mill­ um teirra, sum ikki duga at skilja, at hetta ikki verður steðgað - líkamikið, hvør meir­kostnaðurin vildi verið. Tey taka til, at eitt er, at onkur svav í tímanum og loyvdi felagnum, ið stendur fyri spreingingini, at brúka henda spreingitráð. - Men, hvat við felagnum sjálvum - og hevur tað onga ábyrgd? Kann eitt felag bara velja ta bíligastu loysn­ina utt­an mun til dálk­ing­ar­vand­ an og so bara halda fram við dálk­ing­ini? Tey vísa á, at líkt er ikki til, at nakar steðgar dálk­ ing­ini - helst tí, at so verður út­bygg­ingin dýrari. Tey vísa eis­ini á, at í Noregi verða sperr­ur lagdar út á sjógv, tá speingi­tráður verður brúkt­ ur. - Tí skulu vit vóna, at sperr­ur longu liggja á Kald­ baks­firði, nú Tórshavnar Havn eisini dumpar har. Men, vit loyva okkum at iv­ ast. Jens-Kjeld Jensen og Marita Gulklett halda tað avgjørt ikki vera rætt, at fólk skulu noyðast at ganga og henta spreingitráð kring landið, meðan Tórshavnar Havn fyrilitarleyst dumpar. - Slíkt er skrúvan uttan enda. Vit vóna tískil, at eis­ini onnur enn vit fara at mót­ mæla og senda klagur inn, siga tey bæði, sum altso eisini henda dagin herfyri hentaðu eina rúgvu av spreingitráði í Skálafirði. Í sosialu miðlunum um dagarnar hevur verið róð fram undir, at spreingi­tráð­ ur eisini rekst í sam­band við spreinging av Eyst­ur­oyar- ­tunl­inum, men um hetta er rætt, vita vit á Sosial­ inum ikki.Spreingitráður og annað órudd á sandinum og í bønum í Skálafirði. Myndina hevur Marita Gulklett hevur tikið hin 7. januar í ár