mánadagur 15. januar 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. januar 2018 · Nr. 6
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Arbeiðið at byggja Varðan
Pelagic upp aftur gongur sína
gongd, og skjótt stendur
virkið, sum er 7.500
fermetrar, innilokað
Norðfra selur nú eisini
fiskavørur í Danmark
Umframt at koyrt verður til dyrnar í Danmark við
føroyskum fiskavørum, kunn vørur hjá Norðfra nú
eisini keypast í Kvickly handli í Roskilde
Vilmund Jacobsen
Norðfra í Leirvík ger nú eina
veruliga roynd at fáa fisk og
aðrar vørur, sum virkið keypir og
framleiðir, selt í Danmark.
Leif Høj hjá Norðfra, sigur, at
hetta sjálvsagt ikki er nøkur løtt
uppgáva, men hann ásannar, at tað
er gongd í.
- Umframt at okkara fiskabilur
koyrir í Danmark og leverar okkara
fiskavørur við dyrnar eftir bílegg
ing, hava vit nú eisini fingið høvi at
selja okkara vørur í einum Kvickly
handli í Roskilde.
Leif Høj sigur, at á Norðfra eru
tey sera spent upp á hesa royndina
í Danmark, og hann ivast onga løtu
í, at tað kann gerast sera týðandi
fyri søluna, at fiskavørurnar nú eis
ini eru umboðaðar í einum Kvickly
handli í Roskilde.
Føroyska Merkið
Við diskarnar, har føroysku vør
urnar eru, stendur eisini føroyska
Merkið, sum sigur frá, at vørurnar
eru úr Føroyum.
Leif Høj vísir á, at við fiskabilin
um koyra tey vørur eftir bílegging
kring um í Danmark, har landafast
er, og á Facebook-síðuni - Norðfra
Danmark - kunnu fólk síggja koyr
iætlanina og annars síggja útboðið
av føroyskum vørum, sum fiska
virkið í Leirvík hevur í sínum út
boði í Danmark.
Fyrstu eru
nú flutt inn
Vilmund Jacobsen
Herfyri fluttu fyrstu fólkini inn
í nýggju og snotiligu íbúðirnar
í Dávagerði á Strondum, og í
Sjóvar kommunu fegnast tey
um, at Bústaðir, sum hevur
bygt og eigur íbúðirnar, í hes
um umfari valdi Strendur.
Íbúðirnar liggja beint oman
fyri skúlan á Strondum og
soleiðis eisini við síðuna av
nýggja sambýlinum, Sjóvarlon.
Íbúðirnar liggja í friðarlig
um og barnavinarligum um
hvørvi, har stutt er til skúla
og barnagarð. Harumframt er
útsýnið framúr gott.
Íbúðirnar eru innrættaðar
við duri, køks-/alrúmi, baði
rúmi og tveimum sovikømrum.
Dururin er líka sum mið
punktið í íbúðini, og haðani
er atgongd til øll onnur rúm í
íbúðini.
Við til hvørja íbúð hoyrir
eisini eitt úthús, eins og allar
íbúðirnar hava egna inngongd
og terassu - og góð parkerings
viðurskifti.
KRABBAVEIÐA: Eftir at hava ligið í ein
góðan mánað, fór Mascot í síðstu viku aftur
til fiskiskap eftir krabba. Teir fóru annars
sín fyrsta túr hin 22. september í fjør, men
fiskiskapurin hevur higartil verið smáligur.
11 mans eru við Mascot. Mynd: TJ-myndir
Nýggja bryggjan
liðug síðst í januar
Nýggja betong-og træbryggjan í
Haldarsvík kostar Sunda kommunu
umleið 3 miljónir krónur
Vilmund Jacobsen
Býráðið í Sunda kommunu sam
tykti í fjør at taka gomlu bryggj
una á havnalagnum í Haldarsvík
burtur og gera eina nýggja be
tong-og timburbryggju.
- Arbeiðið varð boðið út og
hevði Sp/f Jóan Petur Vang,
byggimeistari, lægsta boð. Ar
beiðið hevur kostað kommununi
tríggjar miljónir krónur.
Í Sunda kommunu siga tey,
at alifyritøkan Marine Harvest
hevur nógv virksemi í Haldarsvík,
og gamla bryggjan var ikki hósk
andi longur.
- Arbeiðið eru nú komið so
mikið væl áleiðis, at nýggja og
snotiliga betong-og timburbryggj
an verður avhendað til kommun
una síðst í januar mánaði, verður
lagt aftrat.
Fiskabilurin hjá Norðfra - og ein av diskunum í Kvickly handli í Roskilde