mánadagur 15. januar 2018síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 15. januar 2018 · Nr. 6
POLITIKKUR
Stríð á Tvøroyri partur
av landspolitikkinum
Lokalt stríð í
Javnaðarflokkinuym
á Tvøroyri ávirkar
nú aftur støðuna
hjá flokkinum í
landspolitikki
Árni Gregersen
Hóast hendan samgongan hevur
framt stórmál, so kann staðfest
ast, at samgonguleiðarin, formað
urin í Javnaðarflokkinum, Aksel V.
Johannesen, ikki hevur tað serliga
lætt í tí partinum av samgongu
skeiðnum, sum er farið.
Aksel V. Johannesen fekk aft
ur ein trupuylleika at dragast við,
tá ið hann fríggjadagin fekk bræv
frá borgarstjóranum á Tvøroyri,
Kristin Michelsen, sum eisini er
tingmaður, at hesin ikki longur
kennir seg bundnan av at atkvøða
í tinginum saman við Javnaðar
flokkinum.
Kristin
Michelsen
umboðar
Javnaðrflokkin á Løgtingi.
Stríðið botnar í kommunalpolit
ikki á Tvøroyri og kommunuvalin
um seinast.
At Tvrøyrar-tingmaðurin boðar
frá, at hann ikki longur kennir seg
bundnan at atkvøða saman við
Javnaðarflokkinum ger – í hvussu
so er í teorinini – at samgongan nú
er tódnað til 15 av 33 tingfólkum.
Nú er í øllum førum talan um
eina minnilutasamgongu, sjálvt um
uttanflokkakvinnan Sonja Jógvans-
dóttir higartil hevur verið parla
mentariska grundarlagið undir
samgonguni, saman við Javnaðar
flokkinum, Tjóðveldi og Framsókn.
At gita, hvat Kristin Michelsen
fer at gera er torført, men sjálvt
um hann ikki sigur seg vera
bundnan at atkvøða tað sama sum
Javnaðarflokkurin, so er onki sum
bendir á, at hann hevur slept javn
aðarpolitikkinum.
Landspolitikkur
Stríðið millum Kristin Michelsen
og partar av Javnaðarflokkinum
gjørdist alment, tá ið uppstillingin
til seinasta kommunuval skuldi
gertast.
Javnaðarflokkurin gjørdi eina
avtalu um, at tann sum fyrst var
valdur á listanum hjá flokkinum,
skuldi gerast borgarstjóri.
Hesum vildi sitandi borgar
stjórin ikki taka undir við og hann
gjørdi tí sín egna lista.
Tá ið avtornaði kom hann inn
við tveimum afturat sær sjálvum og
gjørdi eina samgongu í býráðnum,
sum helt Javnaðarflokkin uttan
fyri.
Sjálvur hevur borgarstjórin sagt
fleiri ferðir, at tað var flokkurin,
sum royndi at sleppa sær av við
borgarstjóranum og tí gjørdi hann
egnan lista.
Viðurskitini á Tvøroyri vóru
nøkulunda eina tíð, serliga til fiski
vinnunýskipanin var samtykt og
tað sama fíggjarlógin.
Síðani er tað hent, at Kristina
Roest er farin frá listanum við
Kristin Michelsen, á Javnaðarlistan,
sum hon nú hevur meirluta saman
við í býráðnum á Tvøroyri.
Hetta hevur sjálvandi skapt
trupulleikar fyri borgarstjóran,
sum kortini er valdur fyri fýra ár.
Borgarstjórin á Tvøroyri er sjálv
andi argur um, at flokkurin – tað vil
siga formaðurin Aksel V. Johanne
sen – onki ger fyri at fáa viðurskift
ini í rættlag aftur.
Og eftir at hava tosað og bíðað
er tolið uppi og hann hevur lagt
maksimalt trýst á fyri at fáa for
mannin í flokkinum at fáa flokkin
í býráðnum at makka tætt.
Formaðurin blandaði
seg ikki uppí
Aksel V. Johannesen hevur sagt
heilt greitt, at hann ikki heldur tað
hevur verið hansara uppgávu sum
formaður í flokkinum at leggja seg
útí stríðið á Tvøroyri.
Hann hevur sagt, at hatta er
lokalt og hatta má felagið sjálvt
loysa.
Nú er støðan broytt eftir at
Kristin Michelsen hevur sent hon
um brævið um at hann ikki longur
kendur seg bundnan av at skulu
atkvøða saman við Javnaðarflokk
inum í Løgtinginum.
Tað vil siga, at tað sum formað
urin í flokkinum higartil hevur
sæð sum ein lokalan trupulleika á
Tvøroyri, noyðist hann nú at fyri
halda seg til í landspolitikki.
Løgmaður heur sagt, at hann
noyðist at tosa við sítt bakland og
fólk í flokkinum áðrenn hann ger
meira við málið.
Stólin fyri hurðina
Javnaðarflokkurin hevur saman
við Kristinu Roest meirlutan í bý
ráðnum á Tvøroyri.
Tað vil siga, at tey kunnu tvinga
borgarstjóran at velja millum ting
sessin og borgarstjórasesssin, tí fyri
at røkja bæði størvini skal borgar
stjórin hava loyvi frá býráðnum.
Men hetta er tó ikki so einfalt.
Ongin kann taka tingsessin frá ein
um tingmanni og í hesum føri kann
Kristin Michelsen bert lata vera við
at møta á tingi.
So røkir hann borgarstjórasessin,
men ikki tingsessin. Tingfólk hava
ikki møtiskyldu.
So stendur tingsessurin tómur
og samgongan manglar framvegis
eina atkvøðu.
Hvat hendir nú er torført at
meta um, men onki er at ivast í, at
borgarstjórin á Tvøroyri bíðar eftir
einari rekatión frá floksformanni
sínum, Aksel V. Johannesen.
Lristin Michelsen, situr helst sterkari enn flokkurin helt.
Aksel V. Johannesne, formaður í Javnaðarflokkinum, hevur fingið ein nýggjan trupulleika á sítt borð