mánadagur 15. januar 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. januar 2018 · Nr. 6
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í framtíðini skulu
vit hava eina
almenna løn
artalvu í staðin
fyri tær 29, sum
er í dag, sigur
Kristina Háfoss
Eirikur Lindenskov
– Fíggjarmálaráðið hevur
tikið stig til, at seta í gongd
lønarnevndararbeiðið, tí vit
meta, at almenna lønarskip
anin eigur at verða endur
nýggjað.
Tað sigur Kristina Háfoss,
landsstýriskvinna í fíggjar
málum.
Tað var á fundi í Smær
uni í 2016, at lønarnevndar
arbeiðið byrjaði. Har vóru
savnað øll fakfelø fyri at
vita, um áhuga var fyria t
fara undir arbeiðið.
– Fakfeløgini boðaðu frá,
at áhugi var fyri hesum, sig
ur Kristina Háfoss.
Útgangsstøði í
krøvum til starvsfólk
Endamálið er, at endurskoða
alla ta almennu lønarskip
anina, og at flokka alment
størv av nýggjum í eini meira
gjøgnumskygdari og tíðar
hóskandi skipan, sum tekur
útgangsstøði í, hvørji krøv í
dag verða sett til starvsfólk
í almennum størvum.
Landsstýriskvinnan sig
ur, at nevnd er sett við um
boðum fyri fakfeløgini og
almennu arbeiðsgevararnar,
sum eru land og kommunur,
umframt at partarnir í fel
ag hava valt forkvinnu at
stjórna arbeiðinum.
– Fakfeløgini sum gera
sáttmálar við landið hava í
dag 29 ymiskar lønartalvur.
Eisini hava vit yvir 100 sløg
av viðbótum, ymsar áseting
ar fyri yvirtíðararbeiði o.s.fr.
Vónin er, at lønarnevndin
kann koma við uppskoti til
nýggja felags almenna løn
artalvu. Tað vera framvegis
ymiskir
sáttmálar,
men
hesir koma so at nýta eina
felags lønartalvu. Tá vilja
nógvar felags ásetingar vera,
eitt nú fyri, hvussu nógv
ár eru frá byrjanarløn til
endaløn, hvussu nógv fæst
fyri »skeivar arbeiðstíðir« og
so framvegis, sigur Kristina
Háfoss.
Øll almenn størv
flokkað av nýggjum
Hon sigur víðari, at um tað
verður komið á mál við
nýggju skipanini, verða øll
almenn størv eftirfylgjandi
flokkað av nýggjum í nýggju
lønartalvuni.
Her skal atlit m.a. takast
til:
1) Førleikarkrøv (t.d. út
búgving ella servitan)
2) Ábyrgd (t.d. av starvs
fólkum ella fíggjarliga)
3) Arbeiðsroyndir
4) Onnur atlit (t.d. váði, ið
starvsfólkið átekur sær).
– Tá komið er á mál,
koma
nakrir
fakbólkar,
kanska serliga teir, har stór
ar broytingar hava verið
einastu árini í mun til før
leikakrøv og ábyrgd, at verða
ávirkaðir meira enn aðrir.
Hetta arbeiðið krevur tí eis
ini, at ávísur solidaritetur
verður millum fakfeløgini og
tvørtur um fakbólkar, sigur
fíggjarmálaráðfrúan.
Arbeiðið varð sett í verk
fyri góðum ári síðan og er
ikki liðugt enn. Talan er um
eitt umfatandi og týðandi
arbeiði, ið skal gerast, og fer
arbeiðið helst at taka meira
enn eitt ár áðrenn komið er
á mál, sigur hon.
– Tað er vísandi til hetta
arbeiðið, at eg havi víst til,
at almenna lønarskipanin
skal betrast, og at nakrir fak
bólkar fara at vera flokkaðir
øðrvísi enn í dag. Serliga teir
fakbólkar, har førleikakrøv
og ábyrgd er broytt munandi
seinnu árini, sigur Kristina
Háfoss.
Kunnu ikki gera fleiri
frávik í karminum
Hon segði við Sosialin í
síðstu viku, at Føroya Peda
gogfelag hevur nevndarlim í
lønarnevndini, og kennir til
hetta arbeiðið.
– Men felagið vildi ikki
taka atlit til hetta nú sam
ráðingar
vóru.
Hetta
er
ómetaliga harmiligt. Tí tað
er í hesum arbeiði, at møgu
ligt er at fremja meira og at
lyfta ávísar fakbólkar betri
og meira varandi, enn í sam
bandi við vanligar sáttmála
samráðingar, sigur hon.
– Tí hóast eitt undantak
varð gjørt fyri felagið fyri
sjúkrarøktarfrøðingar – eitt
undantak, ið meginpartur
in av fakfeløgunum undir
verkfallinum stuðlaðu skuldi
gerast – og at teirra lønar
skipan í ávísan mun kemur
at innganga sum partur av
lønarnevndararbeiðinum,
og harvið arbeiðinum við
nýggjari almennari lønar
skipan, so ber ikki til at gera
fleiri frávik frá tí yvirskipaða
fíggjarkarminum, ið settur er
av, í hesum samráðingarum
farinum, sigur hon.
Hon sigur víðari, at hví so
er gjørdist meira greitt, nú
meginparturin av fakfeløg
unum, eisini tey, ið liggja í
hægra enda av lønarskipan
ini, siga seg vilja hava somu
hækking í prosentum sum
øll onnur fakfeløg.
So fer øll fíggjarorkan
til lønarhækkingar
– Harvið verður luftfals
ligi munurin tann sami, og í
krónum verður munurin enn
størri millum ymsu feløgini.
Hvat er tá vunnið annað enn,
at øll fíggjarorkan fer til løn
arhækkingar,
samstundis
sum prísir fara at økjast, og
vanligi borgarin tá í veruleik
anum ikki fær meira at liva
fyri, spyr Kristina Háfoss.
– Fyri útflutningsvinnur
okkara kann tað hartil fáa
stóra ávirkan á kappingar
førið, um lønarhækkingarnar
gerast ov stórar. Hetta kann
aftur ganga útyvir størv og
virðisskapan
í
Føroyum.
Hetta tænir ikki endamáli
num hjá nøkrum – og als ikki
hjá fakfeløgunum, sigur hon.
Mugu brúka tíðina at
gera arbeiðið liðugt
Landið hevur sett av 110 mill
iónir krónur til lønarhækk
ingar yvir komandi tvey
árini, sum svarar til í miðal
2,3% og 2,5% fyrsta og næsta
árið, svarandi í miðal til
samanlagt nærum 1.500 kr.
um mánaðin í lønarhækking
til starvsfólk landsins.
– Hetta er gjørt í samstarvi
og samráðing við størsta
fakfelagið á almenna ar
beiðsmarknaðinum, Starvs
mannafelagið, so sum siður
hevur verið í mong, mong ár.
Skuldu krøvini hjá Føroya
Pedagogfelag lagt grundar
lagið fyri samráðingunum
nú og framyvir hevði hetta
kostað millum 200 og 300
milliónir krónur bara til løn
arhækkingar komandi tvey
árini hjá landinum. Tað hevði
sjálvandi ikki borið til, sigur
hon.
Landsstýriskvinnan held
ur, at allir partar nú skulu at
nýta tíð og orku til at gera ar
beiðið í lønarnevndini liðugt.
– Tí tað er umskipanin
frá 29 lønartalvum til eina
felags almenna lønartalvu,
ið vil geva eina betri, meira
gjøgnumskygda og tíðar
hóskandi almenna lønar
skipan framyvir, sigur Krist
ina Háfoss.
Frá 29 lønartalvum
til eina felags
almenna lønartalvu
Hesi sita í lønarnevndini:
Fyri fakfeløgini:
Jógvan Philbrow
Óluvá í Gong
Poula M. Kass.
Fyri arbeiðsgevarar:
Jan Mortensen
Súsonna Nolsøe
Partarnir valdu síðan saman eina
forkvinnu:
Súsanna Olsen
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sigur at umskipanin til eina felags lønartalvu fer at geva eina betri, meira gjøgnumskygda og tíðarhóskandi
almenna lønarskipan framyvir