Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. januar 2018síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 15. januar 2018 · Nr. 6 Ræður um at stýra vøkstrinum Myndugleikar mugu hava størri fokus á tilrættalegging enn á marknaðarføring fyri at sleppa undan trupulleikum við ferðafólki, sigur nýggja altjóða frágreiðing um ferðavinnu Eyðun Klakstein Ótálmaði vøksturin á ferðafólkum hevur noytt nógv væl umtókt ferðamál í knæ. Stóri vøksturin í ferðafólkatalinum kring heimin og økti áhugin at ferðast til júst tey væl umtóktu støðini skapar ovurhonds trupulleikar í býum sum Venesia, Amster­ dam, París, Barcelona og aðrastaðni. Eisini Ísland er komið undir stórt trýst, eftir at ferða­fólktalið er sera nógv vaksið seinastu árini. Felagsskapurin World Travel & Tourism Counsil (WTTC) hevur gjørt eina nýgga frágreiðing um yvirfloymin av ferðafólki, og har verður staðfest, at trupulleikarnir eru stórir summa staðni, og at vandi er fyri, at trupulleikarnir fara bara at økjast komandi árini. Stórur vøkstur Ferðing og ferðavinna er ein av skjótast vaksandi vinnunum í heiminum. Í 2017 stóð ferðavinna fyri stívliga 10 prosentum av alheims bruttotjóðarúrtøkuni, og í Europa arbeiddu sløk 10 prosent av arbeiðsstyrkini í ferðavinnuni ella avleiddum vinnum. Frágreiðingin vísir á, at heimurin verður alt ríkari, og í 2030 er ein milliard fólk afturat komin í miðalklassan og fær ráð at ferðast. Tí verður roknað við støðugum – og stundum stórum vøkstri – í ferðavinnuni komandi árini. Meðan summi støð bert fáa molarnar, eru onnur støð í vanda fyri at verða elskað til deyðis. Frágreiðingin sigur, at talið á ferðafólki í Íslandi er næstan fýrfaldað síðani 2010, og tað hevur fingið myndugleikar at seta avmarkingar fyri vitjanir til ávís støð, tí vandi er fyri, at umhvørvi fær skaða. Eisini aðrastaðni í heiminum hava myndugleikar blanda seg upp í fyri at avmarka tal av vitjandi á ávísum støðum. Frakland, Spania og USA eru mest vitjaðu londini í heiminum, og 20 tey mest vitjaðu londini standa fyri tveimum triðingum av ferðavinnuni. Tá ið tað kemur til vøkstur næstu árini, verður roknað við, at vøksturin í júst teimum 20 mest vitjaðu londunum verður størri enn í øllum hinum londum tilsamans. Stýring avgerandi Frágreiðingin staðfestir, at vilja býir, støð og lond sleppa undan at verða yvirfloymd av ferðafólki, er fyribyrging besta loysnin. Royndirnar vísa, at tað er sera trupult at minka um ferðavinnuna og hava neyva stýring, tá ið vinnan er farin á flog. Frágreiðingin hjá WTTC ísir á nøkur átøk, sum kunnu forða fyri, at støð verða yvir­floymd av ferðafólki. Myndugleikar mugu savna upplýsingar, hagtøl um síni ferða­vinnustøð, og út frá teimum gera ætl­ anir. Og so er neyðugt at flyta fokus frá marknaðarføring til tilrættalegging. Ferða­ vinnustøð, sum hava gjørt eina ætlan, áðrenn tey lokka ferðafólk í hóptali á vitjan, eru betri før fyri at stýra floyminum. Frágreiðingin staðfestir, at umstøðurnar hjá teimum yvirfloymdu ferðamálunum eru ymiskar, og tí er neyðugt við ymiksum átøk­ um frá stað til stað. Eisini tá ið tað kemur til tilrættalegging mugu myndugleikar greina sína egnu støðu og finna loysnir, sum passa til tey. Ferðavinnan bara veksur – eisini í Føroyum – og útlit eru fyri støðugum og stórum vøkstri komandi árini Og teir vænta báðir, at samráðingarnar verða bæði spennandi. Teir báðir fakfelagsleiðararnir staðfesta nevniliga sum við ein munn, at sjálvandi fara tey at krevja eina lønarhækking sum stendur mát við tað lønarhækking, sjúkra­ røkt­ar­frøðingarnir og pedagogarnir hava fingið. Mugu halda tørn Georg F. Hansen sigur, at arbeiðarafeløgini kunnu ikki standa modell til at verkafólk skulu fáa minni í lønarhækking enn sjúkra­ røkt­arfrøðingarnir og pedagogarnir hava fingið, so sjálvandi fara tey at krevja tað sama. Hann sigur, at gera tey ikki tað, fer gjáin ímillum verkafólk, og aðrar stættir í sam­ felagnum, at veksa enn meiri og tað kunnu tey ikki lata um seg ganga. –  Vit skulu øll liva, og mjólk og breyð kosta tað sama hjá okkum, sum hjá øllum øðrum. Men prísurin verður neyvan settur eftir eini arbeiðaraløn, og skulu vit ikki dragna enn longur aftur úr, er tað neyðugt at vit fylgja við, og sostatt mugu vit fáa somu lønarhækking sum onnur hava fingið, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag. Hann sigur, at ein annar spurningur, tey skulu taka støðu til, er um ein lønarhækking skal vera í krónum ella í prosentum, tí verður hon í prosentum, veksur munurin ímill­um verkamannalønirnar, og aðrar løn­ ir, alsamt. Markið er sprongt Suni Simonsen, formaður í Føroya Hand­ verkarafelag, væntar, at fyri arbeiðs­ marknaðin verður hetta eitt buldrasligt ár. –  Kristina Háfoss hevur tvíhildið um, at markið fyri lønarhækkingum varð sett í heyst, tá ið Starvsmannafelagið fekk góð fimm prosent í lønarhækkin. Men tað kann hon ikki framhaldandi tvíhalda um, tí markið varð sprongt, tá ið sáttmáli varð gjørdur við sjúkrarøktarfrøðingarnar. Tí sigur hann, at tað skal ikki vera nøk­ ur loyna, at eisini handverkararnir fara at krevja eina lønarhækking upp á eini 10 prosent. Hann viðurkennur, at tað verður dýrt, men hann staðfestir samstundis, at tað ber rætt og slætt ikki til at gera mun á teimum ymsu bólkunum í samfelagnum. Formaðurin í Føroya Handverkarafelag sigur, at umframt samráðingarnar sum verða við arbeiðsgevararnar í heyst, er felagið eisini í løtuni í samráðingum við Fíggj­armálaráðið og kommunurnar um nýggj­an sáttmála fyri handverkarar hjá tí almenna og hjá kommununum. Talan er um eitt stóran starvsbólk, tí hetta eru elektr­ikarar hjá SEV, umframt húsavørðar hjá almennum og kommunalum stovnum. Í seinastuni hevur steðgur verið í teim­ um samráðingunum, men tær verða tiknar upp aftur nú. Og Suni Simonsen sigur, at nú tær verða tiknar upp aftur, ber ikki til at brúka sáttmálan hjá Starvsmannafelagnum sum fyrimynd, tí hann er langt síðani sprongdur. Skulu rætta skeivleikan Suni Simonsen staðfestir, at undir hesum samráðingunum hevur herrópið verið »rætti skeivleikan« Men hann vísir samstundis á, at tað eru handverkararnir, sum eru fyri tí størsta skeivleikanum av øllum, tí tað er minni enn ein tjúgukróna í muni á lønini hjá einum ólærdum verkafólki og einum handverkara, sum hevur lært í fýra ár. Grundlønin hjá einum handverkara er 140,56 krónur um tíman og hjá einum verkafólki er hon 123,09 krónur um tíman. –  Tað er eisini ein skeivleiki sum skal rættast, sigur formaðurin í Føroya Handverkarafelag. Handverkarar eru ein týðandi táttur í samfelagnum, tí vit smíða hvørt hús og vit leggja streym inn í hvørt hús. Vit umvæla hvønn bil. Vit eru húsavørðar í skúlum, barna­gørðum og øðrum fyritøkum og al­ menn­um stovnum. Og vit eru í alivinnuni og vit eru maskinmenn á flakavirkjum og elektrikarar hjá SEV, so vit eru allastaðni í samfelagnum, sigur Suni Simonsen. Hann viðurkennur, at tað verður dýrt, men hann staðfestir samstundis, at tað ber rætt og slætt ikki til at gera mun á teimum ymsu bólkunum í samfelagnum. Markið varð sprongt, tá ið sáttmáli varð gjørdur við sjúkra­røktar­ frøðing­arnar