mánadagur 15. januar 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. januar 2018 · Nr. 6
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TAÐ VERÐUR
BULDRASLIGT
KREVJA STÓRA LØNARHÆKKING Eftir at almenn starvsfólk nú hava
fingið stóra lønarhækking, hava eisini arbeiðsfólk og handverkarar
fingið blóð upp á tonnina, og fara at krevja stórar lønarhækkingar
í samráðingunum, sum vera í næstum við arbeiðsgevararnar
Áki Bertholdsen
– Eg vænti, at hetta verður buldrasligt.
Tað sigur Suni Simonsen, formaður í Før
oya Handverkarafelag.
Í næstum skulu bæði handverkarafeløgini
og arbeiðarafeløgini til samráðingar um
nýggjar sáttmálar og tey ætla sær ikki at
detta niður ímillum.
Seinastu tíðina hevur nógv verið frammi
um samráðingar, sum hava verið ímillum
Fíggjarmálaráðið og kommunurnar øðru
megin, og fakfeløg á almenna arbeiðsmarkn
aðinum hinumegin.
Tað byrjaði so fittliga við einum nýggjum
sáttmála
við
Starvsmannafelagið,
sum
fær góð fimm prosent í lønarhækkingum
tilsamans hesi bæði næstu árini.
Men síðani hava tveir aðrir stórur starvs
bólkar verið í verkfalli, nevniliga sjúkra
røktarfrøðingarnir og pedagogarnir, tí tey
hildu, at tey fingu ov lítið í løn, og úrslitið av tí
er, at tey hava fingið eina lønarhækking, sum
í síni heild er væl hægri enn lønarhækkingin
hjá Starvsmannafelagnum.
Men tað eru mong sum halda seg fáa ov
lítið í løn og og teimum á baki hava fleiri
onnur fakfeløg á almenna arbeiðsmarknað
inum eisini gjørt greitt, at tey fara at krevja
somu lønarhækking, sum sjúkrarøktarfrøð
ingarnir hava fingið fyri ikki at skeikla mun
in, sum er ímillum lønina hjá ymsum fak
bólkum.
Blóð upp á tonnina
Men tað eru ikki bara fakfeløg á almenna
arbeiðsmarknaðinum, sum skulu samráðast
um nýggjan sáttmála í næstum.
Tað eru nevniliga eisini fleiri fakfeløg á
privata arbeiðsmarknaðinum, sum skulu
samráðast við arbeiðsgevararnar um nýggj
an sáttmála.
Og eisini tey hava fingið blóð upp á
tonnina, tí bæði Georg F. Hansen, for
maður í Føroya Arbeiðarafelag og Suni
Simonsen, formaður í Føroya Handverk
arafelag, gera púra greitt, at sjálvandi fara
lønarhækkingarnar hjá Sjúkrarøktarfrøð
ingunum og pedagogunum at fáa ávirkan
á teirra samráðingar við arbeiðsgevararnar.
– Vit mugu halda tørn, so sjálvandi fara verkafólk og handverkarar at krevja somu lønarhækking sum sjúkrarøktarfrøðingarnir og
pedagogarnir hava fingið, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag og formaðurin í Føroya Handverkarafelag
Sjálvandi fara
tey at krevja tað
sama.