mánadagur 15. januar 2018síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. januar 2018 · Nr. 6
3
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
EYKAAÐALFUNDUR Í P/F ATLANTIC PETROLEUM
Boðað verður við hesum til eykaaðalfund í P/F Atlantic
Petroleum at verða hølum felagsins á adressuni: 10 Arthur
Street, London EC4R 9AY, Stórabretland,
mikudagin hin 7. februar 2018 kl. 10.00 (GMT)
við hesi fundarskrá:
1.
Val av fundarstjóra.
2.
Val av nýggjum nevndarlimi
Nevndarlimurin Ben Arabo fer frá sum nevndarlimur í
P/f Atlantic Petroleum. Neyðugt verður tí at velja
annan nevndarlim í hansara stað og skjýtur nevndin
upp at velja hetta valevni sum nevndarlim í
nevndina:
Yves Paletta, Stavangergade 4, 2100
Keypmannahavn, Danmark.
ið hevur boðað frá at hann telur við vali.
Um fleiri upplýsingar ynskjast um valevnisuppskotið,
verður víst til heimasíðu felagsins, www.petroleum.
fo.
3.
Aðalfundargóðkenning av at strika
sekundæru listingina av partabrøvum hjá
felagum á OSLO BØRS.
Í løtuni eru ein partur av partabrøvum felagsins
sekundært listaði á OSLO BØRS. Hesi partabrøv eru,
eins og øll hini partabrøv felagsins, primert listaði á
keypsskálanum í Keypmannahavn (NASDAQ OMX
Copenhagen).
Umsetningurin av sekundært listaðu partabrøvum
felagsins á OSLO BØRS er ógvuliga lítil. Virksemi
felagsins er ógvuliga nógv skert seinastu árini, har
felagið eisini er hildið uppat við virksemi sínum í
Noreg. Nevnd felagsins metir tí ikki hóskiligt at hava
partabrøv í felagnum listaði á OSLO BØRS, og tí
ynskir nevnd felagsins at strika hesa sekundæru
listing av partabrøvum felagsins frá OSLO BØRS og
søkja um at fáa strika hesa sekundæru listing av
partabrøvum felagsins frá OSLO BØRS.
Nevndin setur tí til aðalfundin fram hetta uppskot til
aðalfundarviðtøku:
“Aðalfundur felagsins góðkennir at sekundæra
lisitingin av partabrøvum felagsins á OSLO BØRS,
verður strikað og verður nevnd felagsins heimilað at
taka eina og hvørja avgerð og stig í hesum
sambandi”
4.
Ymiskt.
- - - 0 - - -
Viðtøkumeiriluti.
Uppskot á skránni fyri fundin kunnu viðtakast við
vanligum atkvøðumeiriluta.
Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum,
umframt atkvøðugreiðsluháttur.
Rættur parteigarans at luttaka á aðalfundi og at greiða
atkvøðu í sambandi við partabrøv síni, verður ásettur í
mun til tey partabrøv, sum viðkomandi partaeigari eigur
skrásetingardagin. Skrásetingardagurin er mikudagin hin
31. januar 2018.
Partaeigari, fulltrúi hansara vegna, umframt fjølmiðlarnir,
hava rætt til at luttaka á aðalfundinum, um viðkomandi í
seinasta lagi mánadagin hin 5. februar 2018 hava
fráboðað felagnum hetta. Fráboðan um luttøku á
aðalfundinum fer fram umvegis heimasíðu felagsins www.
petroleum.fo ella á skrivstovu felagsins Yviri við Strond 4,
stovuhædd, FO-110 Tórshavn ella á tlf nr. + 44 7720 29
66 49 og/ella á teldupostinum graemef@petroleum.fo.
Um so er, at partaeigari ikki kann luttaka á aðalfundinum,
hevur hann møguleika at geva øðrum skrivliga fulltrú til at
møta sína vegna. Á heimasíðu felagsins www.petroleum.
fo, umframt á skrivstovu felagsins Yviri við Strond 4,
stovuhædd, F0- 100 Tórshavn, kunnu partaeigarar útvega
sær fulltrúarskjal, sum kann nýtast í hesum sambandi.
Parteigarar, ið eru tilknýttir Investor Portal umvegis
heimasíðu felagsins, kunnu greiða fulltrúaatkvøðu umvegis
henda portal.
Atkvøðugreiðsla, ið ikki fer fram við brævatkvøðu, fer fram
á sjálvum aðalfundinum, við at viðkomandi partaeigari
(ella fulltrúi hansara), ið rættstundis hevur fráboðað
luttøku á aðalfundinum, møtir upp á aðalfundinum og har
greiðir atkvøðu. Atgongumerki og atkvøðuseðlar verða
útflýggjaðir við dyrnar til aðalfundin.
Brævatkvøður
Partaeigarar hava møguleika at atkvøða við brævi, t.e. at
atkvøða skrivliga, áðrenn aðalfundurin verður hildin. Á
heimasíðu felagsins www.petroleum.fo er atgongd til
oyðublað at nýta í sambandi við brævatkvøðu. Um so er,
at partaeigari ynskir at greiða brævatkvøðu, skal
brævatkvøðan verða móttikin á skrivstovu felagsins Yviri
við Strond 4, stovuhædd, FO-110 Tórshavn ella á
teldupostinum graemef@petroleum.fo í seinasta lagi
týsdagin 6. februar 2018.
Rættur parteigaranna til at seta fram spurningar.
Partaeigarar kunnu undan aðalfundinum skrivliga seta
leiðslu felagsins spurningar um viðurskifti, sum eru av
týdningi fyri at meta um støðuna hjá felagnum ella um
spurningar, sum avgerðir skulu takast um á aðalfundinum.
Ynskir partaeigari at nýta henda rætt sín til at spyrja, kann
hann senda spurning við brævi til P/F Atlantic Petroleum,
Yviri við Strond 4, stovuhædd, F0- 110 Tórshavn ella við
teldubrævi á graemef@petroleum.fo.
Harumframt kunnu partaeigarar á sjálvum aðalfundinum
munnliga seta leiðslu felagsins spurningar um nevndu
viðurskifti.
Skjalatilfar til aðalfundin, harundir dagsskrá við
fullfíggjaðum uppskotum.
Skjalatilfar viðvíkjandi aðalfundinum, harundir (1)
dagsskrá, (2) fullfíggjað uppskot til aðalfundin (3)
upplýsingar um samlaða talið av partabrøvum og
atkvøðum í felagnum dagin innkallað verður til aðalfundin
og (4) fulltrúaskjøl og oyðublað til brævatkvøður liggja
frammi og eru tøk á skrivstovu felagsins Yviri við Strond 4,
stovuhædd, F0- 110 Tórshavn (tlf nr. + 44 7720 29 66 49)
í seinasta lagi 3 vikur áðrenn aðalfundin, og kann fáast
eintak av hesum við at venda sær til felagið, umframt at
alt hetta tilfar eisini er tøkt á heimasíðu felagsins www.
petroleum.fo.
Partapeningur, atkvøðurættur og kontoførandi
peningastovnur.
Partapeningur felagsins er kr. 3.697.860 býttur sundur í
partabrøv á kr. 1,- og multipla av hesum.
Í § 5 stk.1 í viðtøkunum er ásett, at partaeigararnir hava 1
atkvøðu fyri hvørjar kr. 1,- teir eiga í partapeningi.
Tal av pørtum er: 3.697.860 og tal av atkvøðum:
3.697.860.
Felagið hevur kosið sær P/F Betri Banki til kontoførandi
peningastovn og kunnu parteigarar felagsins venda sær til
henda peningastovn á bústaðnum Yviri við Strond 2, 100
Tórshavn ella á heimasíðuni www.betri.fo ella á telefon
nummar + 298 348 000 fyri at útinna fíggjarligu rættindi
síni í felagnum.
Tórshavn, hin 15. januar 2018
P/F Atlantic Petroleum
Nevndin
www.petroleum.fo