mánadagur 15. januar 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. januar 2018 · Nr. 6
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Bárður Nielsen
Kjak síða 10
Ikki til
sambands-
og javnað
arfólk
Brandur sandoy
kjak síða 10
Eitt
framkomið
land?
»So leingi sum javnaðarumboðini í
Tvøroyar býráð ikki vilja samstarva
við undirritaða, eri eg ikki bundin
at samgonguni í Løgtinginum.«
Soleiðis ljóðar valdshóttanin hjá
Kristini Michelsen, løgtingsmanni
Javnaðarfloksins, og borgarstjóra
Kommunulistans á Tvøroyri.
At tey klandrast í Javnaðarflokk
inum á Tvøroyri er einki nýtt. Tann
siðurin hjá Javnaðarflokkinum er
gamal og førdi í 1984 til, at tveir
javnaðarflokkar vóru á Tvøroyri,
sum brúktu mestu tíðina til at stríð
ast móti hvør øðrum við tí úrsliti, at
flokkurin misti valdið í býráðnum.
Best sum hildið var at friður
valdaði, tá Kristin Michelsen kon
verteraði til javnaðarmann – skifti
til Javnaðarflokkin í býráðnum og
varð valdur í Løgtingið fyri Javnað
arflokkin, so varð aftur púra galið á
kommunuvalinum fyrraárið.
Landspolitiskt
hava
Kristin
Michelsen og Bjarni Hammer ging
ið undir heitinum »vargarnir« –
heitið teir í felag hava fingið fyri iv
asemi ímóti fiskivinnunýskipanini.
Júst hvat útloysti klandrið á
Tvøroyri, sum kom í hæddina á
kommunuvalnum seinast kenna
vit ikki.
Kristin Michelsen gjørdi nýggj
an lista og stillaði upp ímóti flokki
num. Listi hansara fekk trý umboð,
eins og Javnaðarflokkurin. Við at
gera samgongu við Borgaralistan
kundi Kristin Michelsen varðveita
valdið – og harvið kundi hann
hevna seg inn á Javnaðarflokkin.
Og »hævnin er sød, når den
kommer«. Nú er eitt umboð farið av
kommunulistanum og saman við
Javnaðarflokkinum, og tey krevja
nú nevndirnar valdar umaftur. Tað
merkir, at Kristin Michelsen missir
alt valdið til andstøðuna.
Higartil hevur hann tvær ferðir
steðgað nevndarvalinum. Tað er
ikki ókent, at Kristin Michelsen
hóttir – so at hótta løgmann og
alla samgonguna er helst lítið av
miklum.
Hvørjum hetta endar við er ikki
gott at vita. Men um tað soleiðis ber
til at hótta seg til vald í eini komm
unu, so er okkurt álvarsamt sum
skurrar.
Men hóttarin kann fáa hóttan
ina at kenna sjálvur. Hann sleppur
valla at stilla upp fyri Javnaðar
flokkin aftur – og nýggi meirilutin
á Tvøroyri kann seta honum stólin
fyri hurðina og biðja hann velja, um
hann vil vera borgarstjóri ella løg
tingsmaður.
Velur hann Løgtingið eigur løg
maður trupulleikan. Velur hann
býráðið eiga tey á Tvøroyri trup
ulleikan. Ella megnar hann kortini
velja báðar sessirnar – ja so er líka
vítt sum sítt – og valdið hóttarans.
Er Valdið hóttarans?
Um eina viku byrjar ársins
Vetrarjazz festivalur. Hetta
er 10. ferð at Havnar Jazzfel
ag skipar fyri Vetrarjazzi, og
tað verður hátíðarhildið við
7 døgum á tremur við góðum
føroyskum og altjóða jazzi.
Fjølbroytta skráin telur
heili 24 bólkar, sum spæla 28
konsertir á 9 ymsum spæli
støðum.
Konsertir
verða
í
Norðurlandahúsinum,
Reinsarínum, Kaffihúsinum,
Havnar Kirkju, Sirkus, Perl
uni, Hvonn, SMS og Blábar.
Sostatt fer Vetrarjazz rætt
iliga at seta sín dám á allan
Havnar bý.
Umframt føroyskar jazz-
legendur sum Plúmm og
Yggdrasil, eru fleiri spenn
andi nýggir føroyskir bólkar
við á skránni í ár. Guðrun
Sólja, sum nýliga er byrjað at
syngja jazz og tað sera væl,
framførir við síni nýggju
kvartett, ein ungur bólkur
úr Klaksvík “Jazz fyri Petur
Hans” verður gestur á Op
en Mic í Reinsarínum, og
vit sleppa fyri fyrstu ferð í
Føroyum at hoyra teir seks
gávuríki ungu tónleikarar
nar, sum vóru við á altjóða
verkætlanini On Mass í
London – tey spæla leygar
dagin 27. januar í SMS.
Fleiri føroyskir útisetar
vitja eisini Vetrarjazz í ár.
Bassleikarin Bárður Reinert
Poulsen, sum er virkin yrkis
leikari í Noregi, kemur til
Føroya við Espen Berg Trio
og gittarleikarin Jón Klæm
int Hofgaard, hevur sína
debut á Vetrarjazz við exper
imenterandi, improviserandi
bólkinum Rutger Hauser úr
London.
Umframt Espen Berg Trio
og Rutger Hauser, vitja fimm
aðrir
útlendskir
bólkar:
Morten Schantz Godspeed,
sum spæla orkufullan og
fjølbroyttan jazz; Espen Erik
sen Trio, sum spæla melodi
øsan og kenslubornan jazz;
Anders Jacobsen Kvintett,
sum spæla glaðan, latínam
erikanskan jazz; Univers på
Vers, sum spæla barnajazz og
altjóða stjørnurnar í Marius
Neset Kvartett, sum verða
mettir at vera á væl veg upp
á heimsins allarhægstu jazz
tindar.
Øll skráin til Vetrarjazz
2018 kann lesast á https://
w w w. f a c e b o o k . c o m /
vetrarjazz/
Nú er ein vika til Vetrarjazz
Okkurt er skurrar, um tú
kanst hótta teg til valdið
Guðrun Sólja Jacobsen, ið her sæst uttan fyri Pæsastovu
í Havn, har hon undirvísir í tónleiki, er nýliga er byrjað at
syngja jazz – framførir við síni nýggju kvartett á Vetrarjazzi
Í dag er føðingardagur Will
iams Heiniesen. Hann var
føddur 15. januar í 1900 í
Havn og doyði á grækaris
messu, 12. mars, í 1991.
William var rithøvundur,
tónasmiður og myndlista
maður. Hann búði í Føroyum
alla ævina, uttan eitt skifti í
ungdómsárunum, tá hann
búði í Danmark.
William skrivaði á donsk
um, sum var málið, hann var
uppvaksin við í heiminum og
í skúlanum.
Pápin, Zacharias Heine
sen, var ættaður úr Bø, keyp
maður og reiðari í Havn.
Mamman hevði listarligar
gávur og hevði donsk ættar
bond. Í nøkur ár rak William
familjuhandilin í Vágsbotni
– Miðlahúsinum, samstundis
sum hann skrivaði.
Hann var ávirkaður av
lívinum
í
skundmiklum
handilshúsi, og var ávirkað
ur bæði av gerandislívinum í
Havn og listarliga umhvørv
inum. Og tað eru júst hesi
mótsetningar, ið síggjast
aftur í skaldskapi hansara.
William var eisini ávirk
aður av donska høvunda
num, Otto Gelsted og vinstr
asinnaðu høvundunum úr
20'unum.
Stóra
rithøvundafram
leiðsla hansara kann sym
boliserast í gandakenda sjey
talinum: Sjey yrkingasøvn,
sjey
stuttsøgusøvn,
sjey
skaldsøgur.
Í Føroyum kenna øll
William Heinesen, men sum
dansktskrivandi høvundur
var hann eisini av kendastu
høvundum í Danmark í sín
ari tíð. Kendasta skaldsøgan
er »Glataðu spælimenninir«.
Skaldskaður hjá Williami
er týddur til 19 mál, og hann
er eftir Karen Blixen av mest
týddu rithøvundum, sum
komu fram í tíðini millum
1900 og 1940.
118 ár síðani William
Heinesen var føddur
Tá William Heinesen
fylti 80 í 1980 varð
kosin heiðursborg
ari í Havn. Petur
Christiansen, borg
arstjóri, handar
honum heiðurs
skjalið
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin