Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. januar 2018síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 15. januar 2018 · Nr. 6 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTTSØGD Tróndur Arge Fjórða Grand Prix-umfar út av seks varð spælt leygardagin, tá ið til­samans 28 leikarar dystaðust í hesari kappingarskipanini, har bólk­ar­nir eru býttir upp í styrki og møguleiki er fyri upp- og niður­ flyting. Í A-bólkinum hevur verið tætt ímill­um Pætur Albinus og Peter H. Niclasen í alt ár, og undan um­ farin­um leygardagin stóð á púra jøvn­um. Teir báðir vunnu allar sínar dystir áðrenn teir hittust í bólka­finaluni. Bólkafinaluna vann Pætur Al­ binus 3-1 ímóti Peter H. Niclasen, og tískil hevur Pætur vunnið sær ein lítlan fyrimun, nú einans tvey um­før eru eftir at spæla. Borðtennis: Tað resta einans tvey umfør í Grand Prix-røðini, og enn er nærum púra javnt ímillum tveir teir fremstu í Føroyum Vestmannakvinnur fingu hevnd fyri tapið ímóti Kyndli í síðstu viku, og tær tóku samstundis oddasessin aftur í Hvonndeildini TÆTT Í ODDASTRÍÐNUM Pætur Albinus FÓTBÓLTUR Erik Ernesto Nielsen, sum í fjør var venjari hjá meistarakvinnnum hjá EBS/Skála, hevur fingið nýtt venjarastarv í Danmark, har hann og familjan eru flutt at búgva. Erik skiftir nú til mansfótbólt, tí hann er nevniliga settur í starv sum hjálparvenjari hjá besta liðnum hjá Kolding IF. Hetta veit Norðlýsið at siga. Kolding IF spælir í triðbestu donsku deildini, har teir í løtuni eru við í uppflytingarspælinum og eru á sætta plássi. Erik Ernesto Nielsen er 30 ára gamal, og hann hevur áður verið venjari hjá næstbesta mansliðnum hjá KÍ, kvinnuliðnum hjá KÍ, kvinnuliðnum hjá ÍF/Vík­ingi og altso seinast meistara­kvinn­un­ um hjá EBS/Skála. HONDBÓLTUR Talan var aftur um oddabrak í Hvonndeildini í gjár, har oddaliðini í Hvonndeildini, VÍF og Kyndil, brustu saman. Í síðstu viku var Kyndil omaná, men hesaferð var tað VÍF, sum vann dystin rættiliga greitt 21-15 eftir at hava verið á odda 12-8 í hálvleikssteðginum. VÍF var eina løtu á odda heili 19- 10. Toppskjúttar hjá VÍF vóru Marianna Holm Jacobsen og Lillian Djur­huus við hvør sínum seks mál­ um, meðan Anna A. Brimnes skeyt fimm mál fyri Kyndil. Við sigrinum tók VÍF aftur oddasessin og er eitt stig frammanfyri Kyndil, hóast VÍF eisini hevur spælt ein dyst færri. Neistakvinnur, sum fingu eina góða byrjan upp á 2018 við einum sigri ímóti VB í ársins fyrsta dysti, run­nu seg aftur inn í eitt tap í gjár, tá ið tær á heimavølli taptu 26-22 ímóti H71. Hálvleiksstøðan var javnleikur 12-12. Hjá H71 var Maria H. Weyhe toppskjútti við 10 málum, meðan Eir Berg og Daniella Joensen skutu hvør síni fimm mál fyri Neistan. Triði dysturin hetta vikuskiftið varð spældur í Klaksvík, har Stjørnan fekk vitjan av botn­lið­ num, StÍF. Talan gjørdist sum vænt­að til ein tryggan heimasigur. Stjørn­an var á odda 17-12 í hálvleiks­ steðginum, og endaliga úrslitið gjørd­ist, at heimaliðið vann 31-18. Jansy Jacobsen og Judith Dam Jacob­sen skutu hvør síni átta mál fyri Stjørnuna, meðan Heidi Sev­ dal og Birna T. Mikkelsen skutu hvør síni fimm mál fyri StÍF. StÍF er á aftasta plássi við einum stigi, með­an Stjørnan verður verandi á fimta plássi nú við 10 stigum, eitt stig frammanfyri H71. Rói Berg Hansen var væl upp­ lagdur, tá ið hann og liðfelagarnir úr FIF í gjár vóru á vitjan hjá Fredericia HK. Føroyski vinstri vong­urin, sum varð vrakaður til HM-undankappingina hjá føroyska lands­liðnum í Italia, skeyt seks mál av vinstra vongi og gjørdist top­ skjútti hjá FIF í dystinum. Dysturin endaði tó við einum greiðum 29-19- tapi, og tað sær ógvuliga svart út hjá FIF, sum er á aftasta plássi í næstbestu donsku deildini við ein­ ans trimum stigum. Tað eru átta stig upp til bjargingina. VÍF vann oddabrakið Úrslit Bólkur A: Nr.1 Pætur Albinus, TÓR Nr.2 Peter Niclasen, TÓR Nr.3 Sveinur M. Nolsøe, TÓR Nr.4 Knútur Jóannesarson, TÓR Nr.5 Kai Roest, TBF Nr.6 Vagnur Nolsøe, TBF Nr.7 Helgi Ólavsson, TBF Nr.8 Rói Hjaltason, TÓR Bólkur B: Nr.1 Durita Jensen, TÓR Nr.2 Aron Frankieson, TÓR Nr.3 Ári F. Jensen, TÓR Nr.4 Julian Frankieson, TÓR Nr.5 Sólja Djurhuus, TÓR Nr.6 Britt Michelsen, TBF Bólkur C: Nr.1 Tórur Eliasen, TÓR Nr.2 Maria Albinus, TBF Nr.3 Heri Láadal, TÓR Nr.4 Marin Elisabeth Poulsen, Royn Nr.5 Anja Wongwai, TBF Nr.6 Bára Guttesen, TBF Bólkur D: Nr.1 Hjalgrím Højgaard, TBF Nr.2 Victoria Debes, TBF Nr.3 Beinta Dalfoss Joensen, TBF Nr.4 Tór Magnus Kruse, TÓR Nr.5 Elias Petersen, TÓR Nr.6 Hanna Højgaard, TBF Nr.7 John Bærentsen, TBF Nr.8 Sigmar Hansen, TÓR Knútur Jóannesarson úr TÓR