Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. januar 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. januar 2018 · Nr. 6 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge – Bolzano, Italia “Hetta er ein nýggj byrjan.” Tað eru slagorðini, tá landsliðið verður út­ tikið. Í skjótt tíggju ár hevur lands­ liðs­arbeiðið hjá monnum verið óstøðugt. Avleiðingin er, at spælar­ ar raðfesta ikki hondbóltin nóg høgt, og at liðið er ikki samanspælt. Fyri nøkrum árum síðani fer Hond­bóltssambandið aftur í holt við landsliðshondbólt. Higartil hev­ur serliga U21 landsliðið ging­ið fremst við at koma til HM enda­ spælið, meðan kvinnurnar hava vunnið seg víðari úr innleiðandi undan­kappingini, og U24 landsliðið vann Emerging Nations í fjør. Helst var ætlanin, at A-landsliðið hjá monnum nú skuldi vísa seg fram, hóast mótstøðan er sterk í HM undankappingini. Serliga Ukraina og Rumenia, meðan Italia er millumvøran. Til landsliðsúttøkuna eru sjey spælarar, sum hava verið til HM enda­spælið í Algeria. Tað er næstan helm­ingurin av hópinum. Onkrir aðrir hava ongan landsdyst spælt. Har í millum menn sum Sigmundur Nolsø og Sámal á Tjaldrafløtti. Stóra stjørnan er Peter Krogh, sum danskari, men lýkur treytirnar fyri at spæla við føroyska landsliðnum. Hann hevur bara spælt eina kapp­ ing. Við fyri at vinna Undan kappingini verður eisini sagt, at føroyska liðið fer til Italia fyri at vinna. Skilt á tann hátt, at hvør dystur verður spældur fult út. Tað ljóðar sjálvsagt, men vit kenna øll orðingina frá Landskrona-tíðini í fótbólti, tá vit vóru við fyri at læra. Tað kann eisini blíva ein umbering, fyri at bara royna okkurt nýtt og fjala úrslitið aftanfyri tað. Til tíðir sæst tað ikki aftur á vøllinum í Palasport høllini í Bol­ zano. Føroyska liðið er fleiri ferðir í púra óvandum støðum og tað kostar. Tað er lætt at fílast á, men tað eru fleiri frágreiðingar. Millum annað hevur føroyska liðið eitt skifti í dystinum móti Italia, fimm spælar­ar av 16 skaddar. -Vit hava óvanliga nógvar av­ bjóð­ingar við hópinum, tí vit fáa so nógvar skaðar. Tað ger at vit brúka meiri orku, men eisini at vit mugu gera ymiskar broytingar í verjuni, sigur Sonni Larsen. Undan kappingini er vónin, at vit klára at verða við í øllum trim­ um dystunum. Úrslitið er, at hóast føroyskur hondbóltur er í fram­ gongd, so eru vit ikki við í nøkrum av dystunum. -Tað er torført, tá vit bara hava vant saman í tríggjar vikur. Nú hava vit so funnið útav hvat vit skulu heim at arbeiða við. Eitt eru av­talurnar á vøllinum, men vit mugu eisini venja í styrkishølinum, sigur Sonni Larsen. Kritikkur úr Føroyum Eftir dystin móti Italia, sum heilt klárt var okkara vánaligasti, er eitt sindur av kritikki í Føroyum. Fyrr­ verandi landsliðsspælarin, Heini Hanusarson, skrivaði á sosialu miðlun­um, at hann helt tað vóru fleiri spælarar, sum kundi verið við. Eitt nú nevndi hann Áka Egilsnes, Julian Olsen, Pætur Mikkjalsson, Rógva Dal-Christiansen og Róa Berg Hansen. Hann fíltist eisini á, at tað manglaði stýring í verjuni. Landsliðsúttøkan er eitt, men tað tykist púra greitt, at líka mikið hvønn tú tók við, so hevði samlaða úrs­litið ikki verið nógv øðrvísi. Talan er um spælarar, sum eru líkir í evnum og spæla á sama stigi. Tó er tað áhugavert, at tá 16 spælar­ar eru úttiknir, so kunnu fleiri spælarar nevnast, sum kundi havt verið við. Tað er eitt framstig fyri føroyskan landsliðshondbólt, sum fyri skjótt tíggju árum síðani mátti nærmast lokka spælarar á lands­liðið. “Tað ljóðar býtt at siga so” Tveir av royndastu monnunum á føroyska landsliðnum, Tróndur Krage­steen (Neistin) og Rókur Akra­líð (Kyndil) eru vónbrotnir eftir seinasta dystin. Serliga seinni hálvleikur móti Italia er vánaligur, men teir vanda sær um málið, sum eisini er í ordan. Tó siga teir eitt áhuga­vert, tá hugsað verður um, at teir hava verið við fyrr. -Tað ljóðar býtt at siga so, men eg haldi faktist at tað manglar lítið í, so kunnu vit spæla upp í móti teim­ um, sigur Tróndur Kragesteen og hevur næstan hug at flenna – hóast hann meinar tað. Niðurstøðan er, at liðið kann gera nógv við teir veikleikarnar, sum vit síggja til hesa undan­ kapp­ingina. Í fleiri førum er talan um einfaldar avtalur, sum vit ikki klára at halda. Tað ber til at venja og spæla upp á pláss, eru boðini frá okkara royndastu spælarum. Tí tykist ein loysn, har landsliðið hevur fleiri samligar og fleiri dystir á høgum stigi, at kunna geva landsliðnum nógv. Og tað upp á stutta tíð. Hartil eru fleiri spælar­ ar í holt við at fáa fótafestið í út­ lendskum feløgum, meðan aðrir ung­ir fara av landinum í hond­bólts­ ørindum. Ikki ein góð byrjan – men ein byrjan Føroyar hava ongantíð vunnið ein HM ella EM undankappingardyst. Tað er ikki broytt, hóast tað var ein vón um, at vit kundu gera tað móti Italia. Tað er ongin skomm at standa eftir við ongum stigum, men tað er harmligt, tá so nógvir spælarar ikki spæla upp til sítt besta. Vónin var, at hetta skuldi verða ein nýggj og góð byrjan hjá før­ oyskum landsliðshondbólti, men talan bleiv bara um eina byrjan. Kanska enntá ein hálv vánaliga byrjan, men nú er landsliðsarbeiðið í gongd. Venjararnir og spælararnir hava fingið staðfest, at tað er langt á mál. Fleiri góð boð upp á landsliðsplássini, sum sita heima, hava fingið at vita, at eitt lands­liðs­ pláss á føroyska A-lands­liðið ikki er ein sjálvfylgja. Hondbóltssambandið og bak­ landið hjá teimum hava fingið stað­ fest, at tríggjar vikur er ikki nøk­ur tíð til at spæla eitt landslið saman. Bragdið í Algeria kom ikki av ongum. Tá alt kemur til alt, so hava fyri­ reikingarnar – bæði langtíðar og stutt­tíðar – ikki verið á nøktandi stigi. Tá kunnu vit ikki vænta at taka stig móti londum sum Rumenia og Ukraina. Eisini eru vit upp í móti landsliðsvenjarum, sum til dagligt eru venjarar hjá FC Barcelona og øðrum stórfeløgum í Ev­ropa. Vit hava fingið staðfest hvar føroyskur landsliðshondbóltur er. Blívur tað ikki betri í framtíðini, so kunnu vit fílast á, men beint nú tykist hetta bara verða tað stigi vit kunnu avrika á. trondur@sosialurin.fo Nýggja byrjanin hjá hondbóltslandsliðnum: Føroyskur landsliðshondbóltur hevur í HM undankappingini í Italia fingið staðfest, at tað er ótrúliga langt á mál. Vónbrotið eftir greiða tapið fyri Italia staðfestur, at føroyskur landsliðshondbóltur ikki kann hoppa eitt trin um. – Vit hava bara verið saman í tríggjar vikur. Tað verður betri, sigur Sonni Larsen, landsliðsvenjari TAÐ ER ÓTRÚLIGA LANGT Á MÁL HONDBÓLTUR