mánadagur 15. januar 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. januar 2018 · Nr. 6
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Føroyar á ferð:
HONDBÓLTUR
Tróndur Arge – Bolzano, Italy
DAGUR 1:
Sunnudagur 7. januar
Ferðin byrjar longu sunnukvøldið,
tá landsliðið fer til Danmarkar
at gera seinastu fyrireikingarnar.
Landsliðið hevur havt tríggjar sam
lingar rundanum jólini. Landsliðs
venjarin, Sonni Larsen, sum eisini
er venjari hjá H71, náddi líka at
fáa ein avsmurning við á vegnum.
Fyrst tapti kvinnuliðið hjá H71
væntað fyri Kyndli, meðan tað var
púra óvæntað, at mansliðið tapti
heili 25-13 fyri kyndilsmonnum.
Hin venjarin er Jeppe Borch,
sum eisini er venjari hjá Neistanum.
Teir hava fingið eina óvæntaða
góða byrjan upp á kappingarárið
og liggja fremstir. Saman hava teir
valt 16 spælarar, sum skulu verða
ein partur av einari nýggjari byrjan
hjá A-landsliðnum hjá monnum.
DAGUR 2:
Mánadagur 8. januar
Liðið byrjar dagin við venjing.
Spælararnir búgva seks og seks í
hvørjum kamari, so talan er ikki um
nakra luksus fyrireiking. Klokkan
19 er venjingardystur í Ølstykke
høllini. Landsliðið vinnur greiðan
sigur á HØJ, sum spælir í næstbestu
deildini í Danmark. Venjararnir eru
nøgdir við avrikið.
DAGUR 3:
Týsdagur 9. januar
Dagurin byrjar við venjing, áðrenn
spælararnir gera klárt til ferðina til
Italia. Føroyska liðið møtir á flog
vøllinum í Kastrup, har teir tjekka
inn. Allir spælarar eru klárir og við.
Flogið verður úr Kastrup til Milano
við Ryanair.
Ferðin er beint yvir tveir tímar
og lagið er gott í flúgvaranum.
Í Milano er næstan manntómt,
men tað eydnast at finna fram
til viðførisbandið, hóast ongin á
liðnum dugur italienskt. Síðani
verður koyrt við bussi í tríggjar
tímar til Bolzano, sum liggur í
norðuritalia. Her verður tjekkað
inn á Premstellar gistingarhúsið,
sum er eitt eldri gistingarhús.
Bolzano er ein hondbóltsbýur, tí
italsku meistararnir eru úr býnum.
Klokkan er um trý um náttina, tá
spælararnir sleppa at leggja seg.
DAGUR 4:
Mikudagur 10.januar
Spælararnir sleppa at sova leingi og
skulu møta til døgurða á middegi.
Tað er ein dagur til fyrsta dystin og
ein venjing er á skránni. Hon er í
Palasport høllini, har allir dystirnir
verða spældir. Spælararnir tykjast
væl nøgdir við umstøðurnar. Hølli
hevði eisini tikið seg væl út sum
tjóðarhøll hjá okkum. Venjingin er
í eina tíma.
Stóra avbjóðingin á gistingar
húsinum er internetið, og partur
av matinum. Partarnir skulu líka
avstemma hvat teir vænta og
kunnu geva. Um kvøldið er felags
fundur og innleiðandi taktikk
fundur. Eisini er spurnarkapping
á skránni, sum teir eldru vinna, tí
teir fáa lættari spurningar – siga
teir yngru.
DAGUR 5:
Hósdagur 11. januar
Dagurin byrjar við morgunmati og
einum gongutúri. Lagið er nakað
meiri spent, enn tað hevur verið
higartil á túrinum. Spælararnir
fyrireika seg til dystin. Teir hava
taktikk fund og hvíla eisini, áðrenn
bussurin koyrir klokkan 14.45.
Spælarar koma í høllina í góðari
tíð. Busstúrurin tekur bara nakrar
fáar minuttir og dysturin byrjar
klokkan 16.30. Ukraina verður mett
sum sterk mótstøða, men vónin er
at okkara verða við í dystunum líka
til tað seinasta.
Føroyar – Ukraina
22-30 (13-17)
Føroyska liðið megnar ikki ordilga
at fylgja við frá byrjan. Ukraina
eru væl fyri og skjóta væl. Verjan
hjá okkum fær heldur ikki lagt tað
trýsti á, sum ætlanin er. Í hálvleiki
num er Ukraina á odda 17-13, eftir
at Peter Krogh hevur fingið gongd
í málskjótingina.
Í seinna hálvleiki økist frá
støðan millum liðini. Føroyska lið
ið fær nøkur mál, men tað gongur
illa at verja. Ukrainar hava lætt
við at koma í
gjøgnum verju
na hjá okkum.
Eina løtu steðgar
málskjótingini
eisini upp, meðan
Helgi Hoydal beklar
og má berast av vølli
num.
Ukraina
vinnur
rímiliga sannførandi 30-22.
Spælarar gera skjótt av og
fara aftur á gistingarhúsið, har
teir fáa nakað at eta. Síðani er
fundur á skránni, har tað fyri tað
mesta verður tosað um komandi
mótstøðuliðið, Rumenia. Spælar
arnir fara tíðliga í song, tí tað er
dystur á skránni longu í morgin.
DAGUR 6:
Fríggjadagur 12. januar
Dagurin byrjar eins og dagurin
fyri. Morgunmatur, gongutúrur
og ein taktikk fundur. Rumenia
hevur dagin fyri vunnið við tíggju
mál á Italia, so tað er fokus á verju
spælinum. Bussurin koyrir aftur
klokkan 14.45 og spælarar hava
góða tíð at hita upp.
Helgi Hoydal verður koyrdur á
sjúkrahúsið at fáa tikið røntgen
mynd. Myndin vísir, at hann hevur
brotið eitt bein í fótinum. Boðini
eru, at hann ikki kann spæla kom
andi tveir mánaðirnar.
Føroyar – Rumenia
20-28 (10-15)
Í tjúgu minuttir spælir føroyska
liðið rættan føroyskan landsliðs
hondbólt. Liðið stríðist væl og
heldur saman. Tað er nógv orka
á liðnum, sum tykist arbeiða fyri
hvørjum øðtum. Eitt skifti er
støðan 10-9 til Rumenia, men so
steðgar upp. Rumenia er á odda
15-10 í hálvleikinum. Føroyska liðið
megnar ikki at fylgja við, hóast
samlaða myndin av dystinum ikki
er so galin. Fleiri góðar løtur og liðið
spælir sum eitt lið.
Kenslan aftaná er, at føroyska
liðið nú er til reiðar at takast við
Italia. Rumenia er favorittur at
vinna bólkin og vinnur 28-20. Tað
er einki forgjørt í tí.
Tríggjar
tímar
seinni
nógv
broytt. Italia vinnur óvæntað 29-28
á Ukraina, meðan Fríði Weyhe fær
staðfest brot í hondini. Brádliga
er sær dysturin móti Italia nógv
torførari út. Umframt at liðið er
á heimavølli. Á gistingarhúsinum
verður dentur lagdur á at fáa
spælararnar klárar til dystin. Tað
gongur illa við at fáa dystin á video.
Spælararnir syngja “Til lukku til
Føroyska hondbóltslandsliðið kemur í dag heim úr Italia, eftir ein viku
av HM undankappingarhondbólti. Føroyska liðið tapti allar tríggjar
dystirnar. Her er eitt innlit í ferðina úr Føroyum til Bolzano, og aftur
EIN VIKA
VIÐ HM
HONDBÓLTI