Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-15, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. januar 2018síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 15. januar 2018 · Nr. 6 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDBÓLTUR tín” fyri Hera Simonsen, sum fyllir 50 ár hendan dagin. Hann er vertur fyri hondbóltinum og øðrum ítróttar­sendingum á Rás2. Síðani verður farið í song. DAGUR 7: Leygardagur 13.januar Hesa ferð er dysturin ikki fyrr enn klokkan 20.45 lokala tíð. Spælarar eru tíðliga á fótum og fara eina styttri ferð, har teir millum annað royna kaðalbreytina í Bolzano. Út­ sýnið er flott og spælararnir sleppa at ganga ein túr, áðrenn matur er á skránni. Síðani fra spælararnir h e i m , har teir hava taktikk fund og eftir­ fylgjandi slappa av. Vanligi bussurin er ikki tøk­ ur, siga umboð fyri italska hond­ bólts­sam­bandið. Tí kemur ein væl minni bussur enn hinar dagarnar eftir spælar­unum. Nakað, sum venjarin legg­ur sær í geyma. Hetta skal brúkast sum motivatión, at geva mót­støðuliðnum harðari mótstøðu. Føroyar – Italia 18- 19 (13-10) Føroyska liðið er væl við í fyrra hálv­leiki. Liðini skiftast um at skjóta mál og okkara brenna enntá fleiri ferðir. Fyrsta løtan bendir á, at okkara spælarar væl kunnu spæla upp ímóti italska liðnum. Eitt skifti er eisini javnleikur og tá eru vit ikki hepnir. Beint fyri hálvleik byrjar at ganga galið. Niklas Simonsen bjarg­ar okkum tvær ferðir, so mun­urin ikki er størri enn trý mál í hálv­leiki­num. Alt gongur gal­ið í seinna hálvleiki. Einfaldar av­ tal­ur halda ikki og útstilla liðið hjá okkum, sum heldur ikki orkar meir. Rókur Akralíð, Nicklas Selvig og Ári Dam fáa allir trupulleikar í leypi av dystunum. Vit tapa við 11 mál­um, sum als ikki er munurin um vit møta í sterkastu manning. Men hetta leygarkvøldið í Bolzano verður føroyska liðið útstillað. Vit gera ikki tað besta vit kunnu og tað kostar. Lagið er ikki gott í løtuni eftir dystin. Spælararnir skeldast ikki, men royna hvør í sínum lag at finna útav hvat gekk galið. Allir eru samdir um, at hetta var ikki gott nokk, hóast talan er um eina byrjan. Kapp­ingin er komin at enda og spælararnir taka samanum, áðrenn teir fara at sova fyri seinastu ferð á hesum sinni. Taskurnar skulu pakkast, tí bussurin koyri á døgurða. trondur@sosialurin.fo Mynd: Isabella Gadolfi og italska hondbóltssambandid