mánadagur 15. januar 2018síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. januar 2018 · Nr. 6
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Annika Olsen:
FÓTBÓLTUR
FÓTBÓLTUR
Nýggja stórhøllin á Hálsi er nú liðugt
bygd fyri 52 milliónir krónur. Hon er
ætlað sum ein tjóðhøll, og hon loysir
eisini stóra trotið á hallartímum hjá
hondbólti, flogbólti, borðtennis og judo
Pætur Albinus
52 milliónir
Nýggja stórhøllin á Hálsi stendur
nú liðugt bygd og er tikin í nýtslu.
Talan er um meira enn eina
tvífalding av gomlu høllini, sum í
næstum eisini fer at verða umvæld.
Nú er ein høll í fullari stødd komin
afturat, og umframt tað, so er ein
minni høll gjørd í kjallaranum, har
borðtennis og judo fara at húsast.
Bæði ímillum tær stóru hallir
nar uppi á og ímillum tær smærru
hallirnar niðri undir verða skilji
dúkar hongdir upp, sum eru skjótir
at hála upp, soleiðis at báðar hallir
nar kunnu gerast ein verulig tvíhøll
tá ið brúk er fyri tí til størri tiltøk.
Umframt útbyggingina av høll
ini, so er stórt parkeringspláss
eisini gjørt á økinum út ímóti
R.C. Effersøesgøtu. Arbeiðið byrj
aði í mai 2016, og samlaði fíggjar
karmurin hevur verið 52 milliónir
krónur.
Tjóðhøll
Tað vóru bæði røður og horntón
leikur á hátíðarhaldinum, sum varð
hildið seinnapartin hósdagin í sam
bandi við at høllin var liðugt bygd og
sýnd fram fyri almenninginum.
Annika Olsen, borgarstjóri, helt
røðu, har hon rósti bæði undan
farna býráði, ið sjósetti hesa verk
ætlanina, og eisini núverandi bý
ráði. Hon segði seg fegnast um, at
umstøðurnar til ítróttin í Havnini
nú eru vorðnar nógv betri.
- Málið og miðið hjá ítróttar
økinum í Tórshavnar kommunu
er, at karmarnir og tænasturnar
styðja undir ítrótt í fremstu røð.
At úrvalsítróttur hevur góðar um
støður, og at áhugaítrótt ger okkum
virkin og vakin í høvuðsstaðnum,
segði Annika Olsen og vísti á, at
talið á teimum, ið íðka hondbólt,
flogbólt, borðtennis og judo í
høvuðsstaðnum er tilsamans 3.200.
- Og hví eina slíka høll? Jú, tørv
urin á venjingartímum er støðugt
vaksin. Og nú vit standa í Stór
høllini á Hálsi, er sjón fyri søgn,
at her er talan um ein veruligan
ítróttardepil. Hetta er okkara tjóð
høll. Hon kann nú brúkast enn
betri til finalustevnur og flestu al
tjóða dystir, segði hon víðari.
Umframt borgarstjóran, so segði
stjórin í Búsetri, Sjúrður Holm, nøk
ur orð, umframt at Jan Günther
helt røðu vegna borðtennis og judo,
og Uni Arge úr Kyndli vegna hond
bólts- og flogbóltsfeløgini.
Flytbar áskoðarapláss eru bí
løgd úr Suðurkorea, og á teimum
fara 1.500 áskoðarar at kunna sita.
Tilsamans kann áskoðaratalið vera
heilt upp í 3.000 til tey størstu til
tøkini.
Veðrið var ein avbjóðing
Á Hálsi í Havn er eitt tiltikið vindhart stað, og hetta gjørdi ikki
arbeiðið at byggja nýggju stórhøllina lættari. Hon stendur uppi
á sjálva heygginum, og har leikar mangan hart á.
Høvuðsarbeiðstakari í verkætlanini var Búsetur, sum fekk
ábyrgdina av sjálva bygningsarbeiðnum. Stjórin í fyritøkuni,
Sjúrður Holm, sum sjálvur er gamal hondbóltsspælari, slapp
eisini at siga nøkur orð á hátíðarhaldinum hósdagin í síðstu
viku, og hann viðgekk, at veðrið hevði verið ein avbjóðing í
byggingini av høllini.
Sjúrður Holm rósti arbeiðsfólkunum fyri at vera dugnalig og
fyri at koma við góðum hugskotum til smáar broytingar.
Væl hevur gingið, tí hóast avbjóðingarnar við veðrinum, so
hevur tíðarætlanin hildið so at siga sum hon skuldi. Tá ið
sáttmálin varð undirskrivaður á sumri í 2016 varð hildið, at
arbeiðið fyri at vera liðugt seinast í 2017.
- Hetta er
okkara
tjóðhøll