Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-15, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. januar 2018síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 15. januar 2018 · Nr. 6 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR André Olsen Tá U-17 landsliðið fyri skjótt tveim­ um árum síðani – á vári í 2016 - var úttikið, var tá ikki pláss fyri unga toftamanninum, Andrias Edmundsson. Andrias Edmunds­ son taldist tá millum teir í eldra árgangi­num til U-17 landsliðið, ið van­liga hava ein fyrimun, saman­ borið við teir úr yngra árganginum. Gav ikki upp – vandi eyka Ístaðinfyri at grenja og geva upp fyri ikki at sleppa við, valdi ungi tofta­maðurin heldur at arbeiða eyka hart. Andrias Edmundsson vandi eyka við síðuna av vanligu venjingini, og tók seg støðugt fram. Fyri einum ári síðani beit hann seg fastan á besta liðið hjá B68, einans sum 16 ára gamal, og farna summar kom stóra lønin fyri harða arbeiðið. Tá var Andrias Edmundsson seldur til enska felagið, Sunderland, sum hevði fingið eyka á føroyska leikaran til EM-endaspælið fyri U-17 landslið á sumri í 2017. Frá at vera vrakaður til profil Í heyst var Andrias Edmundsson millum stóru profilarnar á U-19 lands­liðnum sum spældi undan­ kapp­ing í Bulgaria. Sermerkt við tí, var at Andrias Edmundsson tá taldist sum stóru profilarnar á U-19 lands­liðnum, sum ein av teimum úr yngra árganginum, meðan hann bara eitt ár frammanundan var vrakaður til U-17, sum ein av teim­ um úr eldra árganginum. Leygardagin spældi ungi tofta­ maðurin allar 90 minuttirnar í mið­verjuni hjá U-19 liðnum hjá Sunder­land, sum hevði vitjan av stór­felagnum, Manchester United. Hjá Andrias Edmundsson og lið­ feløg­unum endaði tað við einum tepr­um ósigri á 2-1 til Manchester United, har eitt reytt kort til Sunder­land í 70’inda minutti var av­gerandi fyri, at Manchester United kundi fáa sigursmálið móti endanum av dystinum. Venja meira í Onglandi Andrias Edmundsson, ið skjótt hevur verið í enska felagnum, Sunder­land, í eitt hálvt ár, sigur, at fyrsta tiðin í Onglandi hevur verið læru­rík. Fyrsta hálva árið hevur verið læruríkt og spennandi. Størsti munur­in her, samanborið við í Føroyum er, at kappingin um pláss­ini er harðari, og tað, at man ofta er øgiliga troyttur. Vit venja nógv meira her - bæði fótbólt og styrkivenjing, og tí er man sum oftast ógvuliga troyttur, tá man kemur til hús, sigur Andrias Edmunds­son. Hevur verið hart at flutt heimanifrá Dag­liga býr ungi toftamaðurin hjá einari familju í Sunderland. Andrias Edmundsson sigur, at tað hevur verið eitt sindur hart at flutt heimani­frá. Tað hevur sjálvsagt verið eitt sind­ur trupult at flutt heimanifrá, frá bæði familju og frá vinum. Men eg trívist væl í Sunderland, og eri væl móttikin. Eg merki eisini at eg havi ment meg nógv, tí at eg venji meira nú, og tí at nú skal eg næstan bara hugsa um at venja og spæla fótbólt, sigur Andrias Edmundsson. Loysir seg at halda á Í blaðnum í dag, er Andrias Ed­ munds­son millum teir 10 út­nevndu ungu fótbólts­spælar­ar­nar, ið eyga serliga skulu havast við í framtíðini. Fyri einum ári síðani hevði Andrias Edmundsson eisini møguleika fyri at vera við, tá 10 aðrir ungir fótbóltsspælarar vóru útnevndir. Men tá taldist toft­maðurin ikki millum teir útnevndu, eins og hann fyri tveimum árum síðani heldur ikki var úttikin til føroyska U-17 landsliðið sum eldri. Tí er eitt gott ráð til ungar fót­bólts­spælarar, at tað ikki loysir seg at geva upp, men heldur at arbeiða hart. Søgan um Andrias Edmunds­son vísir, at tað kann løna seg. andre@sosialurin.fo Fyri tveimum árum síðani var Andrias Edmundsson valdur frá til føroyska U-17 landsliðið, sum ein av teimum úr eldra árganginum. Um vikuskiftið spældi ungi toftamaðurin allar 90 minuttirnar í miðverjuni fyri U-19 liðið hjá Sunderland, sum á heimavølli spældi móti Manchester United - EG ERI OFTA ØGILIGA TROYTTUR