Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-15, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. januar 2018síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. januar 2018 · Nr. 6 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 André Olsen Eins og trý tey undanfarnu árini, hava vit á Sosialinum aftur í ár, valt at útnevna 10 leikarar í einum aldri á 16-17 ár, ið vit meta hava góðan møguleika fyri at gera seg galdandi í føroyskum fótbólti í framtíðini. Kann brúkast til framtíðina Orsøkin til at vit gera listan er, at geva okkara lesarum ein kunnleika um, hvørjir lovandi leikarar eru í føroyskum fótbólti. Eisini er listin góður at hava at nýta til framtíðina, har man um 10-15 ár kann hyggja aftureftir eftir, hvørjir ið komu so langt, sum roknað var við, og hvørjir ikki komu tað. Á hvørjum ári eru listarnir við teimum ungu leikararnir gjørdir í samráð við fakfólkum, ið fylgja væl við teimum ungu leikarunum í føroyskum fótbólti. Tað er listin í ár eisini gjørdur. Sett upp eftir aldri Viðmerkjast skal, at nøvnini hjá teimum ymisku leikarunum eru sett upp eftir nær teir ymisku leikararnir eru føddir, og ikki skal metast sum ein ábending um, hvør verður roknað sum mest lovandi. andre@sosialurin.fo 10 UNGIR LEIKARAR AT HALDA EYGA VIÐ Aftur í ár hava vit valt út 10 ungar leikarar, ið vit meta at hava góðan møguleika fyri at gera seg galdandi í føroyskum fótbólti í framtíðini. Hesa ferð er talan um leikarar frá árgangi 2000 og 2001, og er hetta fjórðu ferð at vit útgeva hendan listan 2017: Árgangur 1999: Andri Benjaminsen (NSÍ), Hannes Agnarsson (B36), Mórits Heini Mortensen (NSÍ), Arnbjørn Svensson (Víkingur), Rói Mørk Hentze (B36) Árgangur 2000: Bárður á Reynatrøð (Víkingur), Fróði Rasmussen (B36), Sjúrður Pauli Nielsen (NSÍ), Magnus Holm Jacobsen (B36), Asbjørn Heðinsson (07 Vestur) 2016: Árgangur 1998: Teit Jacobsen (Sønderjyske), Petur Knudsen (NSÍ), Jákup B. Andreasen (KÍ), Adrian Justinussen (HB), Janus Svabo Samuelsen (07 Vestur) Árgangur 1999: Hannes Agnarsson (B36), Mórits Heini Mortensen (NSÍ), Svein Knút Vesturdal (Vejle BK), Arnbjørn Svensson (Víkingur), Petur í Túni Petersen (Víkingur) 2015: Árgangur 1997: Meinhard E. Olsen (B36), Betuel Hansen (NSÍ), Høgni E. Nielsen (07 Vestur), Bartal Wardum (HB), Jákup Thomsen (Thisted FC) Árgangur 1998: Teit Jacobsen (Sønderjyske), Petur Knudsen (NSÍ), Adrian Justinussen (HB), Bjarni Petersen (B36), Janus Svabo Samuelsen (07 Vestur) Leikarar frá undanfarnu árum: Mynd: Fótbóltssambandið