mánadagur 15. januar 2018síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 15. januar 2018 · Nr. 6
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fróði Rasmussen
(B36)
Føddur: 10-02-2000
Pláss á vøllinum: Miðverji, bakkur
Felag: B36
Upprunafelag: B36
Ungi verjuleikarin úr B36, var eisini í fjør
á listanum millum teir mest spennandi
leikararnar frá árgangi 2000. Men árið
í fjør, gjørdist eitt satt marruár hjá
unga verjuleikaranum, sum longu fekk
sínar fyrstu minuttir í bestu deildini í
2016 – fyri tveimum árum síðani. Fróði
Rasmussen sat nærum alt kappingarárið
í 2017 uttanfyri við einum skaða, men
er nú við at koma fyri seg eftir skaðan.
Hevur sína bestu positión sum miðverji,
men kann eisini spæla sum vinstri
bakkur. Er tekniskt sterkur og skjótur
sum verjuspælari. Er eisini sterkur í
luftspælinum. Hevur harumframt tað, at
hann er vinstrabeintur, sum ofta kann
gerast ein fyrimunur hjá verjuspælarum.
Má to vera hepnari við skaðum, um ungi
og evnaríki verjuleikarin skal gera seg
galdandi framyvir.
Lukas Giessing
(FC Midtjylland)
Føddur: 09-05-2000
Pláss á vøllinum: Bakkur, kantur,
offensivur miðvøllur
Felag: FC Midtjylland (Danmark)
Upprunafelag: Kastrup Boldklub
Evnaríki leikarin, ið er sonur til
fyrrverandi landsliðsleikarin, Julian
Hansen, telist millum mest spennandi
spælararnar í føroyskum fótbólti. Var í
fjør nógv darvaður av skaða, og mátti
millum annað sita uttanfyri, tá U-17
landsliðið hjá Føroyum spældi søguliga
EM-endaspælið í Kroatia farna summar,
hóast kviki spælarin hevði verið millum
lyklaleikararnar á liðnum, sum hevði
spælt seg til EM-endaspælið.
Kom seg væl eftir skaðan móti heysti í
2017, og var millum profilarnar á U-19
landsliðnum í Bulgaria í November. Er
skjótur, avbjóðandi og dribblisterkur, og
kann spæla fleiri pláss.
Magnus Holm Jacobsen
(B36)
Føddur: 23-05-2000
Pláss á vøllinum: Sentralur miðvøllur
Felag: B36
Upprunafelag: HB
Fekk longu í fjør meira ella minni
sítt gjøgnumbrot í bestu føroysku
deildini, tá hann fekk fleiri dystir á
besta liðnum hjá B36. Taldist eisini
millum stóru profilarnar á søguliga
góða U-17 landsliðnum, sum spældi til
EM-endaspælið í Kroatia farna summar.
Var í november í fjør boðsendur til
Portugal av portugisiska felagnum, Paco
de Fereira, sum vildi síggja føroyska
leikaran nærri.
Spælir sum leikari á sentrala
miðvøllinum, har hann er skilagóður á
bóltinum, og ikki er bangin fyri at fara í
nærdystir.
Stefan Radosavljevic
(Suðringar)
Føddur: 08-09-2000
Pláss á vøllinum: Offensivur miðvøllur,
kantur
Felag: Suðringar
Upprunafelag: TB
Eins og Magnus Holm Jacobsen,
fekk Stefan Radosavljevic í fjør sítt
stóra gjøgnumbrot í bestu føroysku
deildini, tá hann fekk stóran leiklut á
nýsamanlagda felagnum í Suðuroynni.
Avgjørdi millum annað útidystin móti
føroyameistarunum í Gøtu, tá ungi
leikarin ikki gjørdi mætari enn at skjóta
tvey mál og leggja upp til eitt í 3-2
sigrinum hjá Suðringum móti Víkingi í
heyst.
Er framúr góður tekniskt, og hevur heilt
serlig evnir til bæði at leggja málgevandi
avleveringar og til at sparka uppá mál.
Taldist eisini millum profilarnar til
EM-endaspælið hjá U-17 landsliðnum í
Kroatia farna summar.
Andrias Edmundsson
(Sunderland)
Føddur: 18-12-2000
Pláss á vøllinum: Miðverji, sentralur
miðvøllur
Felag: Sunderland (Ongland)
Upprunafelag: B68
Ungi toftamaðurin er tann leikarin, ið
hevur verið úti fyri størstu menningini
seinasta árið. Beit seg tíðliga í fjør
fastan á besta liðið hjá B68, ið spældi
í næstbestu føroysku deildini. Kom
síðani við á U-17 landsliðið, har hann til
úrmælingakappingina á Kýpros spældi
sum vinstri bakkur. Fekk síðani størri
leiklut á liðnum til EM-endaspælið í
Kroatia seinni sama summar, tá hann var
fluttur inn í miðverjuna.
Í august í fjør var ungi toftamaðurin
seldur til enska felagið, Sunderland, har
hann nú hevur sína dagligu gongd. Er
sum spælari skilagóður á bóltinum, og er
sterkur í nærdystum og í luftbóltum.
Hanus Sørensen
(FC Midtjylland)
Føddur: 19-02-2001
Pláss á vøllinum: Kantur, offensivur
miðvøllur
Felag: FC Midtjylland (Danmark)
Upprunafelag: HB
Ungi havnamaðurin flutti á sumri í
2016 niður til Danmarkar, har hann
gjørdi sáttmála við FC Midtjylland, ið
hevði fingið eyga á føroyska leikaran.
Er ein ógvuliga spennandi spælari, ið
hevur eina heilt óvanliga høga ferð,
samanborið við aðrar føroyskar leikarar.
Er eisini sera væl fyri tekniskt og sparkar
væl. Størsta styrkin hjá Hanus Sørensen
liggur tó í, at hann hevur ein ekstremt
stóran vinnaravilja og ein aggresivitet.
Er eitt navn, ið vit í føroyskum fótbólti,
koma at venja okkum við í framtíðini.
Símun Sólheim
(Brøndby IF)
Føddur: 25-02-2001
Pláss á vøllinum: Sentralur miðvøllur,
kantur
Felag: Brøndby IF (Danmark)
Upprunafelag: HB
Er eins og Hanus Sørensen fluttur úr
HB til útlendskan fótbólt, har Brøndby
seinasta summar skrivaði sáttmála
við evnaríka føroyska leikaran. Hevur
heilt serlig evni, tá tað kemur til at lesa
spælið, og dugir serstakliga væl at bróta
spælið hjá mótstøðuliðunum, uttan at
koma í nærdystir ella í takklingar. Er
harumframt sera væl fyri tekniskt, har
hann er róligur á bóltinum, tá trýst er á.
Er ein leikari, ið væntað verður nógv av
framyvir.
Elias El Moustage
(AaB)
Føddur: 30-05-2001
Pláss á vøllinum: Sentralur miðvøllur
Felag: AaB (Danmark)
Upprunafelag: TB
Ungi tvøramaðurin, ið flutti til
Danmarkar fyri nøkrum árum síðani, er
helst tann leikarin, ið minst kunnleiki
er til heima í Føroyum, av teimum 10
leikarunum, ið eru útnevndir. Hevur
sína dagligu gongd í AaB í Aalborg, og
taldist millum stóru profilarnar á U-17
landsliðnum, sum farna summar spældi
EM-endaspæl í Fraklandi. Spælir sum
sentralur miðvallari, og er ein typiskur
6’ari. Er sterkur kropsliga og sterkur
í luftspælinum. Harumframt er hann
eisini ógvuliga djarvur, tá tað kemur til
nærdystir. Hevur leiðaraevni, og er góður
til at takkla mótgongd.
Óli Eyðsteinsson Poulsen
(KÍ)
Føddur: 30-05-2001
Pláss á vøllinum: Sentralur miðvøllur,
kantur
Felag: KÍ
Upprunafelag: KÍ
Telist millum mest evnaríku leikarnar
í Klaksvík, har tað fyrr ofta eru komnir
góðir spælarar ígjøgnum. Spældi í fjør
á føroyska U-17 landsliðnum, har hann
taldist millum profilarnar. Er ein leikari,
ið altíð arbeiðir hart, og er tekniskt væl
fyri. Hevur heilt serlig evni at leggja
langar málgevandi avleveringar, og er
eisini sterkur í luftaspælinum. Er ein
leikari, ið helst fer at koma ígjøgnum á
besta KÍ liðnum í framtíðini.
Bjarti V. Mørk
(HB)
Føddur: 07-06-2001
Pláss á vøllinum: Málverji
Felag: HB
Upprunafelag: B93 (Danmark)
Evnaríki málverjin, ið stendur í
skugganum av Teiti Gestsson í HB
málinum, telist millum mest lovandi
leikararnar í føroyskum fótbólti. Er
sterkur tá tað kemur til ein móti einum
støður, fyllir nógv í luftrúminum og
er góður í at spæla við fótunum. Er
ísakaldur, tá tað kemur til trýstar
støður við bóltinum, og hevur tí røttu
útstrálingina sum ein málverji skal hava
– útstrálar sjálvsálit. Kemur helst at bíða
nøkur ár við at fáa seg royndan í bestu
føroysku deildini, men telist millum
mest lovandi málverjar í føroyskum
fótbólti.
2000:
2001: