mánadagur 15. januar 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. januar 2018 · Nr. 6
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vikan ið fór
EM í hondbólti, sum
í ár verður spælt í
Kroatia, byrjar. Bæði
Danmark og Ísland,
ið flest føroyingar
hava áhuga fyri,
vinna sínar fyrstu
dystir.
KÍ styrkir seg við
tveimum nýggjum
útlendskum
spælarum.
Boris Dosljak
er álopskendur
miðvallari, sum
kemur úr bestu
deildini í Montenegro,
meðan Ronni Møller
Iversen kemur úr
danska felagnum,
Thisted.
A-landsliðið í
hondbólti spælir
HM-undankapping í
Italia, har dystir vera
spældir móti Ukreina,
Rumenia og Italia.
Føroyar tapa allar
tríggjar dystirnar.
Nýggja stásiliga
stórhøllin á Hálsi
verður tikin í
nýtslu og víst fyri
almenninginum.
Manchester City
tapur fyri fyrstu
ferð í hesum
kappingarárinum
í Premier League.
Undirhaldandi
dysturin á Anfield
Road móti Liverpool,
endar við 4-3 sigri til
Liverpool, og er talan
um fyrsta ósigurin
hjá Manchester
City í hesum
kappingarárinum.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Heimasíðan hjá KÍ um nýggja danska leikaran, Ronni Møller
Iversen, sum um vikuskiftið gjørdi sáttmála við KÍ.
Heimasíðan fyri frælsan ítrótt í Føroyum
aftaná fyrstu kastikappingina í 2018.
Vit eiga øll at fegnast um at kvinnukastingin
er í blóma sum ongantíð fyrr, og vit kunnu
vænta okkum eitt sera spennandi summar við
hesum og øðrum dygdargóðum kastarum.
Hetta kappingarárið hevur Thisted spælt í
næstbestu donsku deildini. Har hevur Ronni havt
trupult við at vunnið sær fast pláss á liðnum.
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Finnur Justinussen
Aldur: 28
Yrki: Fótbóltsspælari (Fremad Amager)
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1. Thisted
2. Bolzano
. Kvik Halden
4. Sonni Larsen og Jeppe
Borch
5. Skála
6. Fernando Ricksen
7. Harry Kane
8. Niklas Simonsen
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
1
Jákup Thomsen longdi í farnu viku sína avtalu við
danskt felag, sum hann er útleigaður til. Hvussu eitur
felagið, sum Jákup Thomsen er útleigaður til?
2 Hondbóltslandsliðið spældi í farnu viku
HM-undankapping í Italia. Í hvørjum italskum býi
vóru dystirnir hjá Føroyum spældir í?
3 Holgar Durhuus hevur skift frá 07 Vestur til norskt
felag. Hvussu eitur norska felagið?
4 Hvussu eita venjararnir á føroyska
manslandsliðnum í hondbólti?
5 Í farnu viku kom yvirlit yvir flytingar í Betri-
deildini í vetur. Hvat felag hevur higartil gjørt flest
broytingar?
6 Hvussu eitur leikarin, sum um vikuskiftið varð
rørdur til tár av at fáa standmynd av sær sjálvum
uttanfyri leikvøllin hjá Fortuna Sittard?
7 Hvør er í løtuni toppskjútti í ensku Premier League?
8 Hvussu eitur leikarin á myndini?
Myndin hesa vikuna:
Tú fekk hol á í fyrsta
venjingardystinum um
vikuskiftið. Hvat hevur
tað at siga fyri uppstartin
at byrja við einum máli?
At skora mál gevur altíð sjálvsálit,
so tað var ein góð byrjan uppá
uppstartsfasuna.
Í heyst stríddist tú
eitt sindur við skaðar.
Hvussu ert tú fyri nú,
samanborið við tá?
Eg havi ikki merkt nakað til
skaðarnar sum eg stríddist við í
heyst, so eg føli at tað gongur tann
rætta vegin, og geri alt fyri at náa
toppforminum aftur.
Hava tit í Fremad
Amager gjørt nógvar
broytingar í vetur?
Tað eru ikki gjørdar so nógvar
markantar broytingar, men vit
mistu ein av profilunum, og hava
fingið nakrar ungar inná liðið.
Hvat er málsetningurin hjá
tykkum og hvussu væntar
tú tað fer at ganga í vár?
Tá vit byrjaðu kappingina høvdu
vit ein málsetning at enda í topp
6, men hann er broyttur nakað,
av tí vit sum lið ikki hava gjørt
tað gott nokk. Men fáa vit eina
góða byrjan uppá seinnu hálvu,
kann tað skjótt broytast aftur.
Og persónliga ætli eg mær ein
størri leiklut á liðnum, við meiri
spælitíð og málum
Hevur tú ætlanir um at
spæla í føroyskum fótbólti
aftur einaferð í framtíðini?
Eg havi 2 ár eftir av útbúgvingini,
so tað verður ikki aktuelt fyrrenn
tá. Men man veit ongantíð við
fótbólti, so har kann alt henda.